hósdagur 17. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2005
15
Í kvøld, hóskvøldið,
fer tónleikakappingin
GBOB av bakka
stokki, og talan verð
ur væntandi um eina
rættiliga javna og
spennandi kapping.
Tí millum bólkarnar
eru ongir eyðsæddir
favorittar at vinna
Tónleikakapping
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Endiliga er GBOB yvir okkum.
GBOB er skipað í tveimum
innleiðandi umførum, og
síðan er ein tjóðarfinala.
Vinnarin av tjóðarfinaluni
sleppur beinleiðis í altjóða
finaluna, har ein bólkur vinnur
100.000 dollarar og sleppur á
eina heimstourne. Millum
luttakararnir finna vit kendar
og ókendar bólkar.
Vit leggja fyri hóskvøldið
og fríggjakvøldið, við at finna
12 bólkar, sum skulu kappast
í okkara tjóðarfinalu sum
verður longu leygardagin.
Hvør bólkur fær 8 minuttir
á pallinum til at sannføra
dómarar og áskoðarar um,
at bólkurin er eitt virðiligt
umboð fyri land okkara.
Nýtt, gott & gamalt
Vit kunnu staðfesta at vit
fara at uppliva eina rættiliga
javna og spennandi kapping.
Hetta grundi eg á, at millum
bólkarnar eru ongir eyðsæddir
favorittar at finna. Tá tað er
sagt, eru millum bólkarnar
nógvir etableraðir bólkar, og
eisini onkrir ókendir bólkar,
sum alíkavæl hava sterka
manning.
Millum teir etableraðu
bólkarnar eru: Deja vu, Sic,
Lama Sea, Eager To Please,
Týr, Holger og villmenn, og
The Dreams. Hetta eru bólkar,
sum vit hava sæð og hoyrt
áður, og onkur er meiri enn
aðrir upplagdur favorittur at
vinna seg í finalina í London.
Hetta eru alt tungvektarar í
føroyskum tónleiki. Serliga
mugu vit bíta merki í, at Deja
vu og Týr leingi og miðvíst
hava arbeitt við dynamikki og
samanspæli, og tískil mugu teir
roknast sum greiðir favorittar
at vinna seg í tjóðarfinaluna.
Men ikki nokk við tí. Millum
teir ókendu bólkarnar finna
vit m.a. bólkin Anytime. Tað
merkisverda við hesum bólki
er frontmaðurin. Hann er ongin
minni enn okkara superstjørna
Brandur Enni. Eisini eru aðrar
royndar kreftir í bólkinum.
Tað verður sera spennandi at
síggja, hvat ið Brandur og Co.
fara at borðreiða við.
Ein annar bólkur sum hevur
eina sera sterka manning, er
hin ikki heilt ókendi bólkurin
Marius. Høvuðsmaðurin er
Hans Marius Ziska, sum vit
minnast aftur úr legendariska
bólkinum Flux. Nú stendur
Hans Marius á egnum beinum,
og afturat sær hevur hann
nakrar av okkara frægastu
tónleikarum. Hans Marius
er ein frálíkur lagskrivari,
og hann syngur trygt og við
innliving. Bólkurin Marius
skal eisini roknast sum eitt
gott boð uppá ein endaligan
finalist.
Men tann allarmest áhuga
verdi bólkurin má vera Moja.
Vit hava ongantíð áður hoyrt
um Moja, men manningin er
ikki hvør sum helst. Hesin
bólkur hevur eina creme de
la creme manning sum m.a.
telur tvífalda Prix Føroyar
vinnarin Kim Hansen.
Tað verður sera, sera, sera
spennandi at hoyra hvat
Kim, James og hini fara at
bjóða okkum, men vit kunnu
longu nú gita, at tónleikur
teirra fer at svinga.
Royndir gera seg
helst galdandi:
Eitt sum er rættiliga merk
isvert við GBOB kappingini
er, at bólkarnir ikki fáa eina
ljóðroynd. Ljóðroyndin er ein
hin týdningarmesti parturin
av eini konsert, tí tá verður
alt ljóðið innstillað á pallinum
og úti í salinum. Hevur tú havt
eina góða ljóðroynd, so kennir
tú teg tryggari á pallinum, tí
at so veist tú, at tú hoyrir tað
sum tú skalt hoyra, og at fólkið
hoyrir tað, sum tey skulu hoyra.
Men í GBOB kappingini hava
bólkarnir bara 3 minuttir til at
koma á pallin og at gera seg til
reiðar at spæla. Hetta er sera
stutt tíð, og tískil mugu allir
bólkarnir sláa kalt vatn í blóðið,
tá ið farast skal á pallin.
Hetta eru sera trupul kor
hjá einum bólki, sum ikki
hevur staðið á palli áður,
og sostatt kunnu vit longu
nú vísa á, at tað verður tor
ført hjá teimum óroyndu
tónleikarum at spæla seg í
finaluna. Sjálvt um tú hevur
heimsins feitasta tónleik, so
er tað framførslan sum avger,
um bólkurin er nóg góður.
Og um tú ikki kennir teg
væl og tryggan á pallinum,
so er tað ótrúliga torført at
upptraðkað væl.
Sostatt er tað eyðsæð at
teir royndu tónleikararnir
hava ein stóran fyrimun.
Í skrivandi løtu (miku
morgun) er endaliga talið
á luttakandi bólkunum ikki
váttað, men útfrá fyribils
skránni tori eg at gita meg
til, at hesir bólkar verða
at síggja millum teir 12 í
tjóðarfinaluni leygarkvøldið:
Deja Vu, Týr, Moia, Marius,
Sic, Anytime, Lama Sea, The
Dreams. Livst so spyrst.
Global Battle of the Bands
Hósdag
DIRECT LEVEL
FROSTBIT
LAMA SEA
LÍV HANSEN
NON|SENSE
ORION
PURPUR
SYNARCHY
T.M.E (THE MOUNT EAST)
THE DREAMS
MOJA
Fríggjadag
DEJA VU
EAGER TO PLEASE
ANYTIME
HOLGAR & VILLMENN
MARIUS
SIC
THE STORY ENDS
TÝR
UNATTACHED
FAKTA
-Tað er munandi meira
kompliserað at at
einskilja Føroya Tele
enn Atlantsflog sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður,
sum vissar Føroya fólk
um, at landssstýrið
ætlar ikki at bróta
niður men heldur at
byggja upp við sínum
einskiljingarætlanum
Einskiljing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá tað verður spurt og
sáddur ivi um, hvørt tað er
rætt at byrja einskiljingina
av almennum fyritøkum
við Atlantsflogi, so ivast
landsstýrismaðurin ikki
í, hvat er rætta svarið. -
Vinnumálaráðið hevur gjørt
sær ómetaliga stóran ómak
fyri at gera einskiljing av
Atlantsflog til eina trygga
prosess og ikki soleiðis, at
hetta skalar Atlantsflog men
tvørturímóti skapar felagnum
nýggjar møguleikar.
Spurt verður m.a., hví
tað skulu seljast 66% av
felagnum, so landið missir
meirilutan. Til tað sigur
landsstýrismaðurin, at her
fyriliggur eitt uppskot, sum
er bæði sakliga og fakliga
fult forsvarligt. Men allir
aðrir møguleikar standa
opnir, tí tað er løgtingið, sum
tekur endaligu avgerðina.
Bjarni Djurholm sigur seg
annars vera ósamdan við
stjóran í Kaupthing, sum í
Sosialinum í gjár sigur, at
tað hevði verið skilabetri,
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður: Vit ætla
ikki at bróta nakað niður
við einskiljingunum.
Tvørturímóti vilja vit byggja
upp
Rætt at byrja við
Atlantsflogi
Framhald á síðu 26