Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 221 - 17. november 2005 Vindeyga- og hurða­ framleiðararnir Før­oya Gluggi og Vatnsoyra Snikk­ aravirki hava fingið nýtt felags navn. Endamálið er at skapa eina sterkari ímynd av fyritøkuni og savna breiða vøruúrvalið undir einum vøru­ merki nýtt navn tíðindaskriv Hóast navnið er nýtt, er dygdin hin sama. Føroya Gluggi og Vatnsoyra Snikk­ aravirki hava meiri enn 30 ára royndir innan framleiðslu av vindeygum og hurðum til føroyska marknaðin og føroyska veðurlagið. Tað var í Ålesund í 1959 at Harald Kvasnes, sum hevði arbeitt við vindeygum sum serøki, uppfann tað framúrskarandi vindeygað, har ramman kundi snarast allan vegin runt um egna ás, soleiðis at til bar at standa inni og vaska útsíðuna. Navnið gjørdist »Husmorvinduet« sum ein heiður til hennara, sum tá í tíðini stóð fyri rein­ gerðini av húsunum. Vindeygað, sum upp­runa­ liga æt »Husmorvinduet«, eitur nú HDYGD-vindeygað. Tað verður gjørt úr tí tilfari, sum sambært okkara drúgvu royndum er best egnað til føroysk viðurskifti. Bæði trævindeygu og altanhurðar verða latin við 10 ára trygd. Umframt egna framleiðslu umboðar og innflytir HDYGD dygdargóðar hurð­ ar og vindeygu. Nýggja navnið HDYGD umboðar søguna, royndirnar, handverkið og støðugu menn­ ingina av bæði framleiðslu og vøruúrvali. Avgreiðsla og vøru­fram­ sýning er á Vatnsoyrum, har til ber at síggja okkara fjøl­broytta úrval og fáa ráð­ geving og vegleiðing frá okkara royndu og kønu fólk­ um. Møguliga út­búgv­ingar- og gransk­ingaravtalan mill­um Føroyar og ES kann geva milliónaupphæddir og framúrskarandi møguleikar til før­oyska vitunar­samfelagið ES-avtala Jákup Mørk Í dag var landssstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, á ES-fundi í Brüx­ elles. Endamálið er at fáa Føroyar við í útbúgvingar- og granskingarsamstarvið í ES, og í fyrstu atløgu er talan mest sum um kunnandi fund. Eitt slag av lobbyismu undan felagsnevndarfundinum, sum verður um málið fyrst í desember mánaði. Granskingin kann blóma Útbúgving, vitan og gransk­ ing eru lutir, sum fáa alt størri týdning í einum nýmótans samfelag, og sambært visión 2015 skulu Føroyar eisini taka munandi stig í so máta komandi tíggju árini. Og tó at hann ikki vil stað­festa nakað enn, so tykist Jógvan á Lakjuni at vera sannførdur um, at ein ES-avtala á økinum kann gerast eitt veldugt framstig fyri Føroyar í so máta. - Hetta er sum so ikki nakað spildurnýtt. Við nýggju ES-avtaluni fingu Før­oyar møguleika at koma við í útbúgvingar- og granskingarsamstarvið hjá ES. Løgmaður hevur longu verið á fundi um hetta, og nú fari eg so eis­ ini, soleiðis at vit kunnu hava best møguligu kortini, tá rammuprogrammið fyri 2007 verður sett í kortið, sigur Jógvan á Lakjuni. Men hvat kann hetta ítøki­ liga geva okkum? - Fyrst og fremst, so skapar tað nakrar karm­ar fyri útbúgving og gransk­ ing, sum vit ikki hava áður. Føroyar kunnu við hes­um gerast partur av ein­um stórum og sterkum granskingarumhvørvi, og bara tað í sjálvum sær kann gerast heilt nógv vert. - Men eg vil leggja dent á, at hetta i sjálvum sær ikki er nóg mikið. Vit mugu framvegis gera eitt aktivt arbeiði, soleiðis at vit søkja at hesum umhvørvinum, og tað haldi eg eisini, at vit verða før fyri. Innan veðurlag, hav- og lívfrøðisgransking áttu Føroyar at havt góð­ ar møguleikar í gransk­ ingarhøpi. Og kann hetta menna tann partin enn meira, er nógv vunnið, held­ ur hann. Tá talan er um gransking í ES-høpi, er talan ofta um millióna-upphæddir, sum kunnu fáast til vega í stuðuli, men landsstýrismaðurin torir tó ikki at lova nakað sum helst í so máta. - Tað veldst aftur um, hvussu aktiv vit eru. Føroyar koma so at rinda eitt slag av limagjaldi, um vit koma við í samstarvið. Hetta limagjald verður onkra staðni millum eina og tvær milliónir um árið. Hinvegin, so kunnu vit eisini fáa pening aftur. Eitt nú hevur upphæddin, sum Ísland hevur fingið til gransking verið einar sjey ferðir tað, sum landið hevur goldið, staðfestir Jógvan á Lakjuni. Meira enn hetta vil hann ikki siga, men megna Før­ oyar at halda fast um sama lutfall, so svarar tað væl til, at vit kunnu fáa onkra staðni millum sjey og fjúrtan milliónir aftur í føroyska gransk­ingarumhvørvið. Og tá er so ikki rokna við teim­um avleiddu inntøkum, sum granskingin hevur við sær. Ella teimum beinleiðis inntøkunum, sum úrslitið av granskingini vónandi eisini hevur við sær. Undirvísingin fær stóran ágóða Vil landsstýrismaðurin ikki verða alt ov ítøkiligur á granskingarøkinum, so leggur hann tó stóran dent á teir ítøkiligu fyrimunir, sum eru í útbúgvingarskipanini. - Her gerast vit partur av ES í útbúgvingarhøpi, og tað letur upp fyri eini rúgvu av møguleikum. Eitt nú verður tað eisini munandi bíligari at senda næmingar í útbúgvingarørindi í ES- londum, sum ofta hava ein heilt øðrvísi takst fyri ES-næmingar og ikki ES- næmingar. - Legg so afturat allar teir fyrimunir, sum kunnu fáast í skiftisnæmingum og -lær­arum, so sigur tað seg sjálvt, at her kunnu vera nógvir fyrimunir at heinta, staðfestir Jógvan á Lakjuni at enda. Áttanda kvørnin er komin Sands Bygdarsavn hevur aftur í ár givið út tíðarritið, Kvørnin, og er ársins útgáva tann áttanda í røðini. Í tíðarritinum, sum er 72 síður til støddar, er enn einaferð talan um nógv áhugavert tilfar, sum onkursvegna hevur tilknýti at oynni. Ólavur Clementsen skrivar um tveir av elstu býlingunum á Sandi. Nevnliga á Heyggi og á Sondum. Úr Skopunar skrivar Jens Marius Hentze um tvey sera torfør bjargingaravrik, sum vórðu framd í 19. øld, eins og hann hevur gjørt eitt yvirlit yvir avbygdarfólk, sum búsettust í Skopun frá 1833 til 1900. Eisini hevur Palil Dalsgaard eina livandi frásøgn um postflutning til Sandoynna miðskeiðis í farnu øld, og hartil er talan um hópin av áhugaverdum myndum, sum á sín beinrakna hátt eisini siga sína søgu um søguna á Sandoynni. -mørk Kunnu fáa millióna-upphæddir til gransking HDygd - Nýtt navn til góða roynda vindeygað Búmerkið er nýtt, men hin væl kenda vøran er framvegis tann sama, verður sagt í tíðindaskrivi frá Hdygd Landdsstýrismaðurin í menta- og undirvísingar­ málum er í løtuni í Brüxelles, har hann roynir at skunda undir føroyskt ES- samstarv í undirvísingar- og granskingarhøpi