hósdagur 17. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2005
17
UTTAN ÚR HEIMI
Bush undir
trýsti
Amerikanski forsetin,
George W. Bush, gerst
alsamt meiri kroystur á tí
politiska heimavøll inum
av krígnum í Irak, og
støðugt fleiri av hansara
egnu
floksfeløgum
venda sær ímóti politikki
hansara.
Tað seinasta dømið
kom fyrradagin, tá fleiri
republikanskir senatorar
atkvøddu fyri einum upp
skoti, sum biður stjórnina
fara undir at leggja aftur
tøkuna úr Irak til rættis
á ein slíkan hátt, at USA
kann taka sínar hermenn
úr landinum næsta ár.
Upprunaliga
høvdu
demokratarnir
skotið
upp at áleggja stjórnini
at áseta ein dag fyri, nær
USA skal taka sínar her
menn úr Irak. Tað vildu
republikanararnir ikki,
men teir gingu tó við til
at biðja stjórnina taka her
menninar heim næsta ár.
Samtyktin í Senatinum
kemur Bush, forseta ill a
við, skrivar AP úr Wash
ington, sjálvt um nakrir
av teimum republikonsku
senatorunum vóru skjótir at
gera vart við, at samtyktin
er ikki ein atfinning ímóti
forsetanum. Eftir teirra
tykki skal samtyktin
tulkast sum eitt krav til
irakar um, at teir nú taka
við ábyrgdini av landsins
trygd.
Eygleiðarar í Wash
ington siga, at fleiri av
teimum republikonsku
senatorunum eru undir
trýsti í sínum egnu statum.
Næsta ár skulu fleiri sæti
í Senatinum veljast av
nýggjum, og fleiri repu
blikanskir
senatorar
stúra fyri, at kríggið í
Irak kann kosta teimum
sætið í Senatinum. Meiri
enn 2.000 amerikanarar
eru falnir í Irak, og tað
leggur trýst á nógvar
republikanskar senatorar,
skrivar AP.
Heryvirmaður
fríkendur
Ein hernaðardómstólur
í Ísrael hevur fríkent
ein heryvirmann, sum
var ákærdur fyri at hava
skotið eina 13 ára gamla
palestinska gentu.
Sambært foreldrun
um var Iyman Hams á
veg í skúla, tá ísraelskir
hermenn skutu hana nær
hendis einari eftirlitsstøð
uttan fyri flóttafólkaleguna
Rafah í oktober í fjør. Pale
stinsku læknarnir, sum
kannaðu líkið, søgdu, at
minst 15 ísraelskar kúlur
høvdu rakt hana. Her
menninir greiddu frá, at
teir skutu eftir gentuni,
tí teir vóru bangnir fyri,
at hon hevði eina bumbu
uppi á sær.
Aftan á tilburðin var
yvirmaðurin hjá hermonn
unum ákærdur fyri at hava
skotið gentuna tvær ferðir,
eftir at hon var deyð. Tað er
ólógligt. Hann varð eisini
ákærdur fyri at hava forðað
myndugleikunum at kanna
málið og fyri at vera farin
út um sínar heimildir, men
hernaðardómstólurin vísti
øll um ákærunum aftur og
fríkendi yvirmannin.
Rættarmál
aftur útsett
Fyri 21. ferð hevur krígs
brotsmannadómstólurin í
Haag útsett rættarmálið
ímóti fyrrverandi jugo
slaviska forsetanum Slo
bodan Molisevic. Tað er
aftur heilsan hjá Milo
sevic, sum svíkir, og hesa
ferð sigst hann hava høvuð
pínu og pínu í nakkanum,
skrivar Ritzau.
Læknar úr Russalandi,
Fraklandi og Serbia hava
kannað Milo sevic, og
teir siga, at hann skal
binda frið í hálvan annan
mánað.
Rættarmálið ímóti fyrr
verandi jugoslaviska for
setanum byrjaði í 2002.
Bjarnirnar hava
tað ov gott
Náttúrufólk fegnast um, at
grizzly-bjarnirnar í Yell ow
stone Park í USA hava tað
so gott, at tær eru farnar at
nørast, men nú er líkt til, at
tær hava tað ov gott.
Grizzly-bjarnirnar í
Yell owstone Park eru
friðaðar, tí vandi var fyri,
at tær fóru at doyggja út.
Nú eru tær einar 600 í
tali, og tí halda myndug
leikarnir ikki, at tær eiga
at vera friðaðar longur.
Yell owstone Park er í
statunum Wyoming, Idaho
og Montana. Verður frið
ingin sett úr gildi, eru tað
myndugleikarnir í teim
um trimum statunum,
sum gera av, at bjarnirnar
framvegis skulu friðast.
Náttúrufelagsskapir bera
ótta fyri, at statirnir fara
at loyva fólki at veiða tær,
og at grizzly-bjarnirnar so
aftur koma í vanda fyri at
doyggja út.
Ein 20 ára gom
ul umsókn kann
forkoma møguleik
anum hjá Samuel
Alito at gerast dómari
í amerikanska hægsta
rætti
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
George W. Bush, forseti,
hevur havt ilt við at manna
tann seinasta tóma sessin í
hægstarætti, og tað er heldur
ikki líkt til, at hansara seinasta
evni sleppur ígjøgnum nálar
eygað. Í øll um førum verður
tað trupult.
Hesaferð hevur Bush
skotið upp at velja dómaran
Samuel Alito í hægstarætt,
men í sambandi við tilnevn
ingina er ein umsókn, sum
Alito skrivaði fyri 20 árum
síðani, komin undan kavi.
Ta ferðina søkti hann eitt
løgfrøðistarv í umsitingini
hjá Ronald Reagan, forseta.
Har skrivaði hann mill um
annað, at eftir hansara met
ing hava amerikanskar
kvinnur ikki krav upp á fost
urtøku.
Samuel Alito fekk starvið,
sum hann søkti tá, men nú
kann innihaldið í umsóknini
forkoma
møguleikum
hansara at gerast dómari
í hægstarætti, skrivar AP.
Stuðlar hansara vísa á, at
umsóknin er 20 ára gomul,
og at innihaldið tí ikki eigur
at skaða møguleikar hans
ara í dag. Men tey, sum eru
ímóti, at hann verður til
nevndur, siga, at innihaldið
júst staðfestir løgfrøðiligu
hugsjónirnar hjá honum, og
at tær eru óhóskandi fyri ein
hægstarættardómara.
Senatið skal í januar taka
støðu til, um Samuel Alito
er egnaður at vera dómari í
hægstarætti.
+Asiatiska deildin
hjá al-Qaeda hóttir
USA, Bretland, Italia
og Avstralia við
yvirgangi
Yvbirgangur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Vit endurtaka, at Amerika,
Avstralia, Bretland og Italia
eru okkara fíggindar. Tit
skulu vita, at so leingi tit
royna at leggja Irak og
Afghanistan undir tykkum,
skulu tit fáa sviðan av okkara
yvirgangi.
Boðskapurin var greiður
á sjónbandsupptøkuni, sum
indonesiska
sjónvarpið
Metro TV sendi í gjár. Einki
varð sagt um, hvør maðurin
á bandinum var, men indo
nesiski varaforsetin, Jusuf
Kall a, vildi vera við, at
talan var um Noordin M.
Top. Hann er ættaður úr
Malaysia og verður hildin at
vera ein av teimum ovastu
leiðarunum í asiatiska
yvirgangsfelagsskapinum
Jemaah Islamiah, sum er
tann asiatiska deildin av al-
Qaeda.
Hetta ver fyrstu ferð, at
ein sjónbandsupptøka av
hesum slagnum er komin
undan kavi í Indonesia, og
avstralsku myndugleikarnir
vóru eisini skjótir at siga
frá, at teir taka hóttanina í
størsta álvara. Alexander
Downer, uttanríkisráðharri,
segði við Reuter, at hóttanin
er álvarssom, men at landi
kortini ikki letur seg ræða av
einum so víðgongdum sum
Noordin M. Top.
Á bandinum verða øll ,
sum styðja George W. Bush
og Tony Blair ávarað.
- Vit skulu minna all ar
stuðlar hjá Bush og Blair
á, at eisini teir eru okkara
fíggindar, og teir eru eisini
okkara álopsmál, sigur mað
urin á sjónbandinum.
Indonesiska løgreglan
sigur, at sjónbandið varð
funnið í einum húsum
miðskeiðis á oynni Java
í síðstu viku, og at , og at
Noordin M. Top hevði leigað
húsini. Undir átakinum
skutu løgreglumenninir
yvirgangsmannin Azahari
bin Husin. Indonesisku
myndugleikarnir
vilja
vera við, at tað vóru hann
og Noordin M. Top, sum
skipaðu fyri bumbuatsóknini
á Bali í 2002, ið kravdi 202
mannalív. Hildið verður,
at tað vóru eisini teir, sum
skipaðu fyri atsóknini at
avstralsku sendistovuni í
Jakarta í fjør, og sum kravdi
10 mannalív.
Fortíðin fekk hann aftur
Hann hóttir Vesturheimin
Indonesisku myndugleikarnir halda, at hetta er asiatiski yvirgangsleiðarin Noordin M. Top.
Mynd: Reuters