hósdagur 17. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 221 - 17. november 2005
Jói Winther,
sum er útbúgvin
elektromekanikari
og hevur arbeitt sum
skipsteknikari umborð
á eitt nú Ennibergi
og Ljósafelli, hevur
nú givið út fløgu við
teimum góðu og gomlu
jólasálmunum. Eitt av
løgunum syngur pápin,
Sommer Winther, sum
í fleiri ár sigldi sum
skipari við Rituni.
Sommer spælir eisini
á mandolin á nýggju
fløguni
Jólafløga
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Vit hava valt at fara ógvu
liga varisliga um fyri ikki at
stoyta nakran. Hetta haldi
eg er neyðugt, tá ið arbeitt
verður við teimum gomlu
sangskattunum, sum eru
og vera fólkaogn. Tó hava
vit loyvt okkum at ”snýkja”
ljóðføri inn, sum eg trúgvi,
at teimum ungu dáma. Á
henda hátt vilja vit byggja
brúgv millum eldra og
yngra ættarliðið - uttan, at
hetta gongur útyvir hesar
dýrgripir, sum allir eru úr
sálmabókini.
Hetta sigur Jói Winther,
sum júst hevur útgivið eina
fløgu, ið burtur av er ein
jólafløga.
Jói er útbúgvin elektro
mekanikari og hevur siglt
sum skipsteknikari við eitt
nú Ljósafelli og Ennibergi.
Jólaevangeliið
Á framsíðuni á húsanum til
fløguna er ein reyð jólarósa
og ein jólastjørna. Samanlagt
leiðir myndin okkum á tíðina
rundan um jólini – við hugna
innanfyri vindeyguni og
frosti uttanfyri.
Á aftasta blaðnum í lítla
heftinum, har nøvnini á
sálmunum eru í miðjuni, er
mynd av Jóa og yngsta soni
hansara, Jóhan, sum er trý
ára gamal.
Níggju løg eru á fløguni,
og til seinast er tað Jói sjálvur,
sum lesur jólaevangeliið - Í
Betlehem í Dávids stað.
Útgevarin syngur allar
sangirnar sjálvur uttan tann
eina, sum eisini er heitið á
fløguni, ”Hin vænasta rósan
er funnin”.
Hetta lagið, sum er tað
sjeynda í røðini, syngur pápi
Jóa, sum mong kenna – ikki
minst frá Strandfaraskipum
Landsins.
Maðurin er Sommer
Winther, sum í mong ár
var skipari á eitt nú Rituni
um Skopunarfjørð og Nóls
oyarfjørð.
Sommer eigur eisini
mandolinina á fløguni.
Øll hini ljóðførini eigur
Johannes Ólavsson, og tað
er eisini hann, sum hevur
”miksað”.
Lay-outið, grafikkin og
avgerðina um, hvussu húsin
skuldi síggja út, eigur Eyðun
Miðberg.
Sandoyingur
Foreldrini hjá Jóa, Sommer
og Bjørga Winther, sum ávika
vist eru ættað úr Skopun og
heiman av Sandi, fluttu inn
í høvuðsstaðarøkið at búgva
longu í 1976.
Tey fluttu nevniliga á ólav
søku fyri stívliga 29 árum
síðani.
- Eg havi búð størra
partin av lívi mínum í mið
staðarøkinum, men eg
kenni meg framvegis sum
sandoying, sigur Jói.
Hann er fegin um, at fløg
an, sum er hansara fyrsta, er
vorðin veruleiki.
Jói hevur ikki verið við
á nakrari fløgu áður, men
sum ungur fekst hann sum
aðrir ungir skopuningar
við tónleik; hann spældi á
guitar og sang eisini saman
við øðrum á samkomum í
bygdini.
- Men eg eri ikki kendur
sum nakar sangari, sigur
hann.
Alt í Føroyum
- Vit hava lagt dent á, at alt,
sum kann gerast her heima,
skuldi gerast í Føroyum.
Jóannes Jakobsen hevur
brent fløguna, Einars Prent
hevur prentað heftið til hús
an, Eyðun Miðberg hevur
gjørt lay-outið og hevur
staðið fyri grafikkinum á
fløguhúsanum og fløguni,
Johannes Ólavsson hevur
gjørt upptøkurnar og spælt
øll ljóðførini, undantikið
mandolinuna – og sjálvur
havi eg sungið allar sangirnar
uttan sangin, sum pápi mín
syngur.
Jói sigur, at hann hevur
arbeitt við tankanum um
eina jólafløgu í umleið eitt
ár.
- Eg ætlaði alla tíðina,
at fløgan bert skuldi hava
teir jólasálmarnar, sum vit
sungu, tá ið eg var barn í
sekstiárunum. Nú fløgan
er komin, eri eg ógvuliga
fegin um, at eg stóð fast við
hetta. Heildin er eftir mínum
tykki góð - og boðskapurin
er greiður.
Hann vísir á, at hann hevur
roynt at sungið sálmarnar so
týðiliga, at øll orðini kunnu
hoyrast og skiljast.
- Sangurin og orðini er tað
”dominerandi” á fløguni, og
tað var alla tíðina ætlanin,
leggur Jói aftrat.
Fløgan endar sum nevnt
við, at hann lesur jólaev
angeliið.
- Hetta kemur fyrst og
fremst av, at talan burtur av er
um eina jólafløgu, sum byggir
á kristnu lívshugsjónina.
Men ikki minst havi eg valt
at gera hetta til frama fyri
tey, sum sita einsamøll á
jólum, bæði í útlandinum,
umborð á skipum og her
heima. Á henda hátt hava
tey nú møguleikan at hoyra
gleðiboðskapin á fløgu míni,
sigur Jói.
Nýggj útgáva
Fløgan, ”Hin vænasta
rósan er funnin”, fæst til
keyps í Elding-handlunum
í Føroyum, og í Íslandi fer
Sjómansheimið Ørkin at
umboða fløguna.
Jói sigur, at allir handlar,
sum annars hava hug at selja
fløguna, kunnu venda sær
til hansara, og tað kunnu
fólk eisini, sum hava hug at
keypa hana.
Jólafløgan kostar 169
krónur, og útgevarin metir,
at hann skal selja einar 1500
fløgur, um útgávan skal
hanga saman fíggjarliga.
Jói sigur, at hann arbeiðir
við eini nýggjari fløgu, har
ætlanin er at gera løg og
tekstir til allar sangirnar
sjálvur.
- Eg havi havt yrkingar og
løg liggjandi í mong, mong
ár, og nú ætli eg mær at fáa
hesi frá hondini.
Hann sigur, at fløgan,
sum ætlandi kemur komandi
summar, verður meira popp-
kend, men kortini verður
eingin negativur boðskapur
at hoyra.
- Nýggja fløgan fer at tala
til tað góða í menniskjanum,
leggur Jói Winther aftrat.
Hin vænasta rósan er funnin:
Skipsteknikari gevur út nýggja
fløgu við gomlum jólasálum
- Eg ætlaði alla tíðina, at fløgan bert skuldi hava teir jólasálmarnar, sum vit sungu, tá ið eg var barn í sekstiárunum. Nú fløgan er komin, eri eg ógvuliga fegin um,
at eg stóð fast við hetta. Heildin er eftir mínum tykki góð - og boðskapurin er greiður, sigur Jói Winther, sum hevur givið út jólafløgu
Mynd: Jens Kr. Vang