Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2005 19 Teir fingu tann vinn­­andi toskin við Norðsøka á Mýl­ ings­grunninum, 2. desember 2004. Toskurin var einki vaksin í hálvan ellivta mánaða Fiskamerkir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í samband við eitt kunn­ andi tiltak, sum Fiski­rann­ sókn­arstovan skipaði fyri á Tvøroyri, 15. november, var eisini lutakast um fiskamerkini, sum fiskimenn hava sent stovninum. 436 fiskamerkir vóru við í dráttinum, og tað var Gud­mundur Mortensen, reiðari, sum varð kosin at taka tann vinnandi seðilin úr seðlarúgvuni. Jallur vann Hepni vinnarin var av Strond­ um. Hann eitur Jallur Poulsen og siglir við Norðsøka. Teir fingu tann vinnandi toskin, 2. desember 2004, á Mýlingsgrunninum. Fiskirann­sóknar­stov­an upplýsir, at toskurin er merkt­ur, 19. oktober 2003, á Mykinesgrunninum. - Av hesum sæst, at tosk­ urin er farin úr tí øki, har hann upprunaliga er merktur. Hetta er sjáldsamt, sigur Fiskirannsóknarstovan. Einki vaksin Líkt er ikki til, at toskurin hev­ ur havt ”jóladagar” á Myki­ nesgrunninum, ei heldur á Mýlings­grunn­inum. - Tað hevur óivað verið svangligt hjá hesum toski, tí hann var ikki vaksin nak­­að - frá tí, at hann varð merktur, og til hann varð veiddur aftur hálvan ellivta mánaða seinni, sigur Fiskirannsóknarstovan. Merkti toskurin var nevnliga 65 cm. langur, 19. oktober 2003, og tað var hann eisini, 2. desember 2004. 10.000 krónur Vinnarin av lutakastinum fær 10.000 krónur, sum er heiðurslønin fyri vinnandi fiskamerkið. - Vit ynskja Jalli Poulsen tillukku við vinninginum, sigur Fiskirannsóknarstovan á heimasíðu síni. Kunnandi tiltak Á kunnandi tiltakinum hjá Fiskirannsóknarstovuni á Tvøroyri vórðu tríggir fyrilestrar hildnir. Eilif Gaard greiddi frá um æti og fisk, Petur Steingrund um tosk, føði og ávirkan á línufiskiskap, og Kristian Zachariassen greiddi frá um atburð hjá fiski mótvegis fiskireiðskapi. Tiltakið varð hildið í høl­ unum hjá Tvøroyrar Klubba. Vann 10.000 krónur: Jallur Poulsen vann lutakastið um fiskamerkini Á kunnandi tiltakinum hjá Fiskirannsóknarstovuni á Tvøroyri vórðu tríggir fyrilestrar hildnir um eitt nú æti, føði, fisk og atburð hjá fiski Mynd: Fiskirannsóknarstovan Gudmund Mortensen, reiðari, tekur vinnandi seðilin úr seðlarúgvuni. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, heldur ílatinum við seðlunum Mynd: Fiskirannsóknarstovan - Myndir, ið hava til­ knýti til skipini, hava áhuga, eins og frásagnir um hendingar av ym­iskum slagi saktans eisini kunnu vera áhuga­ verdar, sigur Olaf Olsen Fiskivinnusøga Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari hjá P/F Beta, er nú farin í holt við at savna til­far um virksemið hjá gomlu ”cubatrolarunum”, sum felagið rak í meira enn tríati ár. Í lýsing í bløðunum sigur hann, at felagið hevði verið takksamt, um fólk kundu lænt felagnum tilfar, sum er til taks. - Myndir, ið hava tilkn‡ti til skipini, hava áhuga, eins og frásagnir um hendingar av ymiskum slagi saktans eisini kunnu vera áhugaverdar, sigur hann. Í lýsingini sigur Olaf Olsen, at felagið hevur nøvnini á øllum manningunum, sum hava veirð við hesum skipum. Hagtøl Sosialurin veit, at P/F Beta eigur hópin av hagtølum, sum lýsa gongd, veiði og fiskaprísir, hjá hesum skipum í mong ár, og lítil ivi man vera um, at hagtølini hjá felagnum soleiðis munnu teljast millum tey bestu í landinum yvir henda partin av fiskiflotanum. Nógv tilfar er til skjals, og nú felagið er farið at lýsa eftir uppaftur meira tilfari um tíðina hjá ”cubat rolarunum”, er lítið at ivast í, at okkurt spennandi og áhugavert man fara at spyrjast burtur úr hesum. Savna tilfar um gomlu cubatrolararnar Nýtt og gamalt. Nýggj skip koma – og tey gomlu fara Mynd: Álvur Haraldsen