hósdagur 17. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 221 - 17. november 2005
Nr. 221 • hósdagur • 17. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Billard
Tíðindaskriv
Leygardagin varð fin
aluumfarið í 25 ára
jubileumskappingini hjá
Billardsambandi Føroya
spælt í Havn. Úrslitið gjørdist,
at Høgni Højgaard úr Havnar
Klubba vann kappingina.
Nr. 2 varð Njál Petersen
úr Klaksvíkar Billardfelag
og nr. 3 Max Rasmussen
úr Tvøroyrar Billardfelag.
Kappingin varð skipað sum
handicapkapping. Undan
finaluu mfarinum hevði
verið kvalifiseringskapping
í fýra av billardfeløgunum
kring landið.
Høgni Højgaard vann
jubileumskapping
Billard
Tíðindaskriv
Ikki bert í 1. deild hevur
Kaggin havt eydnuna við
sær. Eftir at Kaggin í 1.
deild vann 18-0 á Havnar
Klubba herfyri, endurtók 2.
deildarliðið hjá Kagganum
sama sigur móti Tvøroyrar
Billardfelag við at vinna
18-0. Heimir Ottoson var
bestur við 12,80 eygum í
meðal, meðan Jens Pauli
Petersen eisini frá Kagganum
gjørdist næstbestur við
11,40 eygum í meðal. Triði
maður á Kaggaliðnum var
Fríðbjartur Reinert við 8,53
eygum í meðal. Teir, ið
mannaðu liðið hjá Tvøroyrar
Billardfelag, vóru Rókur
Dimon, Páll Heri Nolsøe
og Jan Egil Johannesen.
Bestur av teimum var Páll
við 8 eygum í meðal. Jens
Pauli hevði besta umfarið,
124 eygu.
Støðan í 2. deild:
1 Havnar Klubbi 32 stig
2 Billardfelag
Kaggans
26 stig
3 Vágs Billardfelag 20 stig
4 Klaksvíkar
Billardfelag
8 stig
5 Tvøroyrar
Billardfelag
4 stig
Billard
Tíðindaskriv
1. deildarliðið hjá Kagg
anum tók nú um dagarnar
føroyameistaraliðið
úr
Havnar Klubba á bóli og
vann rætt og slætt tað ein
kann kalla kanónsigur.
Kaggin vann ikki minni
enn 18-0 á liðnum hjá Havn
ar Klubba, sum vann FM
heitið seinasta kappingarár.
Manningin á Kaggaliðnum
var Bjarni Skaalum, Jan
Müller og Steinbjørn í Dali.
Klubbaliðið var mannað
við Henrik Pedersen,
Niels Nielsen og Carsten
Hansen.
Einki vildi hjá Klubba
monnum á borðinum
hjá Kagganum. Henrik,
sum fyri stuttum vann
Haldor Holm Cup, fekk
ongantíð spælið at koyra,
tó at hann tapti tepurt
tveir av dystunum. Bjarni
Skaalum var bestur við
24,57 eygum í meðal,
meðan Jan Muller gjørdist
næstbestur við 22,20 eyg
um í meðal. Kaggin endaði
við tilsamans 21,28 eygum
í meðal, meðan Havnar
Klubbi hevði 17,30 eygu.
Henrik hevði besta umfarið
uppá 128 eygu.
Tað er greitt, at við
hesum sigrinum hevur
Kaggin fingið eina sera
góða byrjan, men tað eru
tilsamans seks umfør í
kappingini, so nógv kann
henda.
Kaggin kanónsigur
móti Klubba
Kaggin 2. deild
ruddaði borðið
Høgni Højgaard vann
um vikuskiftið stóru
jubileumskappingina hjá
Billardsambandinum
Mikukvøldið
vórðu seinastu
nøvnini funnin á
fótbóltstjóðum,
sum fara at vera
við í lutakastinum í
Leipzig fríggjadagin 9.
desember. Millum tey
32 londini eru seks,
sum ongan tíð áður
hava roynt seg í HM-
endaspælinum
HM-endaspælið
Jóannes Hansen/Jákup
Mørk
Fríggjadagin 9. desember
fer lutakast at vera í Leip
zig í Týsklandi um, hvussu
teir 32 luttakararnir í
HM endaspælinum næsta
summar skulu setast saman
í átta innleiðandi bólkar. Tá
fer eisini at verða greitt, hvat
mótstøðuliðið fer at verða
hjá týsku vertunum í fyrsta
dystinum, sum er settur at
vera 9. juni. Finalan verður
í Berlin 9. juli.
Mikukvøldið varð navn sett
á síðstu luttakararnar. Undan
undankappingini var tað greitt,
at Týskland fór at luttaka.
Týskland verður við, tí týskarar
fara at hýsa endaspælinum.
Í øllum undanfarnu HM
endaspølunum hevur heims
meistarin frá undanfarnu
kappingini verið sjálvskrivaður
luttakari. Heimsmeistarin
hevur ikki luttikið í und
ankappingunum.
Soleiðis hevur tað ikki
verið hesa ferð. Men
Brasilia, sum var best í
endaspælinum, sum í 2002
var í Japan og Suðurkorea,
hevur spælt seg í endaspælið
í Týsklandi.
Seks av teimum 32,
sum fara at luttaka í HM
endaspælinum í Týsklandi
næsta summar, hava ikki
áður verið við í endaspølum.
Talan er um Ukreina,
Trinidad/Tobago, Togo,
Fílabeinsstrondin, Angola
og Ghana.
Australia fer at taka lut
fyri aðru ferð. Fyrra ferð
in, at Australia royndi
seg í HM endaspæli, var í
1974, tá ið kappingin var í
Vesturtýsklandi.
Sveis tapti -
menn vann
Sæð við føroyskum eygum
var kanska serliga spennandi
at vita, hvussu leikur fór, tá
Sveis vitjaði í Turkalandi.
Sveis, sum var í okkara
undankappingarbólki, hevði
enn til góðar at tapa dyst í
undankappingini, og við
einum 2-0 sigri á heimavølli
skaptu teir sær eitt framúr
útgangsstøði undan trupla
dystinum í Istanbul.
Og eftir bara einum min
utti stóð uppaftur betur
til
hjá
alpulandinum.
Alexander
Frei,
sum
føroyska landsliðið neyvan
gloymir í bræði, fekk mest
sum alt fyri eitt møguleikan
av brotsteigarblettinum, og
hann var ósvikaliga tryggum
úr ellivu metrum.
Men turkar góvust tó ikki.
Seinastu 89 minuttirnar
gjørdist talan um eitt langt
álop, og spenningurin gjørd
ist eisini øgiligur. Eftir 52
minuttum hevði Turkaland
vunnið seg upp á 3-1, og
so skuldi bara eitt mál til,
áðrenn teir vóru á odda.
Sveis minkaði tó aftur
um munin, men tá Sanli
í seinasta minuttinum av
vanligu leiktíðini økti til
4-2, gjørdist talan um eina
seinastu desperatu roynd.
Tveir minuttir vóru farnir
av yvirtíðini, tá turkar
fingu gyltan møguleika við
frísparki úr 18 metrum, men
skotið brast í manngarðin,
og nærri enn tí sama komu
turkar ikki. Teir vunnu dystin,
men tað vóru spælararnir
hjá Sveis, sum fegnaðust, tá
dysturin var av.
Aðrastaðni í Europa
eydnaðist sum væntað
Spania og Kekkia at koma
víðari. Spania hevði trivaliga
5-1 leiðslu at dúva uppá, og
tí var 1-1 á útivølli móti
Slovakia ríkiligt hjá teimum.
Kekkia vann í Noreg 1-0
leygardagin, og mikukvøldið
var úrslitið aftur tað sama -
hesa ferð við Rosicky sum
málskjútta.
Teir 32 luttakararnir, sum
fríggjadagin 9. desember
skulu flokkast í átta bólkar,
eru hesir:
Europa:
Týskland
(vertur), Ukreina, Holland,
Ongland, Pólland, Kroatia,
Italia, Portugal, Svøríki, Ser
bia/Montenegro, Frakland,
Sveis, Kekkia og Spania.
Suðuramerika: Argent
ina, Brasilia, Ecuador og
Paraguay.
Asia: Japan, Saudi-Arabia,
Iran og Suðurkorea.
Norður- og Millumamer
ika: USA, Meksiko, Costa
Rica og Trinidad/Tobago.
Afrika: Angola, Togo,
Fílabeinsstrondin, Ghana
og Tunesia.
Oceania: Australia.
So er klárt til HM
Sveis megna›i ta›! Hóast li›i› fyri fyrstu fer› í hesi HM-undankappingini mátti lúta, so var 4-2 tapi› í Istanbul akkurát nóg miki›
hjá Sveis, sum vann fyrra dystin 2-0
Mynd: Reuters