Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2005 21 Borðtennissamband Før­oya verður í hesum døgum 25 ár. Ein partur av hátíðarhaldinum í hes­ um sambandi er ein stór jubileumskapping, sum verður í Eysturskúlanum um vikuskiftið. Byrjað verður kl. 9.30, og síðani verður hildið fram gjøgnum dagin. Millum annað við kapping fyri oldboys og -girls, sum verður kl. 12.00. Seinni um dagin verð­ur almenn móttøka á Lista­ skálanum, har millum ann­að Oyl-landsliðið verð­ ur heiðrað fyri framúr úr­slitini, sum tey fingu á Oyggjaleikunum í summar. Móttøkan í Listaskálunum verður klokkan 16. -mørk Jubileumskapping í borðtennis Kvinnurnar hjá Neistanum góvu ikki VÍF stórvegis møguleika, tá liðini hittust í gjárkvøldi Sunset-kappingin Jákup Mørk Tá liðini hittust í Vest­ manna í fyrsta lands­kapp­ ingardystinum, gjørdist talan annars um ein munandi meira spennandi dyst, enn tey flestu høvdu roknað við. Ta ferðina vann Neistin tepurt við trimum málum, eftir at VÍF leingi hevði havt gott tak á. Og ta søguna vildi Neisin ikki hava aftur mikudagin. Frá byrjan settu tær bláu seg væl og virðiliga á dystin, og tó at Ioana Rápa royndi at fylgja við í málskjótingini, so megnaði hon ikki heilt at fylgja hesum. Og tá Neistin so eisini setti skotsterka lámin út av spælinum, var ikki nógv eftir at gera hjá VÍF. Tær bláu togaðu seg alt meira frá, og sum seinni hálvleikur leið, gjørdist talan mest sum um stórsigur. Hesin hevur í fyrstu atløgu flutt Neistan ájavnt við Stjørnuna í oddinum á stigatalvuni, tó at tær bláu hava ein dyst fleiri. VÍF er við tapinum framvegis á fimta plássi í kappingini. Fakta um dystin Neistin-VÍF 28-17 (12-7) Málskjúttar Neistin: Ása á Neystabø 8, Mildrið Jacobsen 6, Nicoleta Radu Hansen 5, Annika Ljósstein 4(1), Kára á Dunga 2, Annika Thomsen 1, Rakul Augustinussen 1, Gunnvá Brockie 1 VÍF: Ioana Rápa 5(1), Finngerð Jensen 4, Sóley Mikkelsen 3, Jacklin Durhuus 2, Fríða Marjunardóttir 1 Brotskøst: Neistin 2, VÍF 2 Útvísingar: Ongar Dómarar: Hallur Danielsen & Petur Skeel Dahl Neistin-VÍF 28-17 (12-7): Ruddiligur Neista-sigur Mjølnir-SÍ 1-3 (23- 25, 23-25, 15-18, 21-25): SÍ vann í Klaksvík Talan gjørdist um sera tætta uppgerð, tá sørvingar vitjaðu í Klaksvík í meistaradeildini hjá monnum. Mett eftir dystunu higartil í kappingini, so var SÍ kanska favorittur. Men í gjárkvøldi var tó um reppið, at Mjølnir streyk avstað við stigunum. Bæði í fyrsta og næsta settinum vóru tað bara tveir bóltar á muni, og tá Mjølnir so tók triðja settið, varð spenningurin heilt stórur. Tað eydnaðist tó SÍ at køva hendan, tá teir í fjórða settinum fingu skapt eitt hol niður, og við 25-21 í hesum settinum vissaðu teir sær enn tvey sti, soleiðis at teir nú eru einsamallir á øðrum plássinum á stigatalvuni. -mørk Flogbóltsstøður - Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 6 6 - 0 18 5 13 12 2 SÍ 4 3 - 1 11 5 6 6 3 TB 4 2 - 2 8 6 2 4 4 Mjølnir 4 2 - 2 6 9 -3 4 5 ÍF 5 1 - 4 7 14 -7 2 6 KÍF 5 0 - 5 4 15 -11 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 5 5 - 0 15 5 10 10 2 SÍ 4 3 - 1 11 5 6 6 3 ÍF 5 2 - 3 10 11 -1 4 4 Mjølnir 4 1 - 3 6 9 -3 2 5 Nøvan 4 0 - 4 0 12 -12 0 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Stjørnan 8 7 - 0 - 1 230 144 86 14 2 Neistin 9 7 - 0 - 2 243 175 68 14 3 Kyndil 8 6 - 0 - 2 176 173 3 12 4 VB 6 5 - 0 - 1 160 106 54 10 5 VÍF 10 4 - 0 - 6 238 243 -5 8 6 StÍF 8 3 - 0 - 5 190 204 -14 6 7 Søljan 8 1 - 0 - 7 138 218 -80 2 8 Tjaldur 9 0 - 0 - 9 154 266 -112 0 Tað gekk harðliga fyri seg, tá dysturin millum Turkaland og Sveis var liðugur Fótbóltur Jákup Mørk FIFA-forsetin, Sepp Blatter, er sjálvur úr Sveis, og hann var ikki mjúkur at strúka, tá søgurnar fóru at ganga um tað, sum fyrifórst eftir dystin í Turkalandi. - Tað eru slíkar hendingar, sum gera meg í øðini. Tær hava einki sum helst at gera í fótbóltsheiminum, og tað er einki at ivast í, at talan verður um harðar revsingar, staðfesti FIFA-forsetin. »Helviti á jørð« verð­ ur ofta sagt um áskoð­ara­ fjøldina, sum vitjandi liðini hitta í Istanbul, og tað er einki at ivast í, at sveisku landsliðsspælararnir heldur enn gjarna vilja sleppa undan Turkalandi, tá luta­ kastið til komandi EM- und­ankappingini verður í januar mánaði. Tí tað, sum gekk fyri seg eftir dystin, var snøgt sagt bannað fyri børn. Sjálvandi fegnaðust sveis­isku spælararnir, tá dómarin hevði blást fyri seinastu ferð. Men tað gingu bert fá sekund, áðrenn teir sóust rennandi móti spælaratunlinum. Orsøkin var, at áskoð­ar­ arnir tá vóru í holt við at tveita alskyns lutir á vøllin eftir spælarunum, men hóast spælararnir komu undir heilt, var ikki trygt fyri tað. Talan gjørdist nevnliga um satt rok millum spæl­ ararnar hjá báðum liðunum. Og sambært sveisiska venjaranum, Jakob Kuhn, helt løgreglan seg heldur ikki aftur í bardaganum. Ringast stóð til hjá Aux­ erre-verjuspælaranum, Stephane Grichting, sum noyddist á sjúkrahúsið, eftir at verða sparkaður. Men eisini Johan Vogel (AC Milan), Benjamin Huggel (Frankfurt) og mál­mansvenjarin, Erich Burgener, fingu smærri løstir. Eftir dystin mátti sveisika landsliðið bíða í fleiri tímar í skiftirúmuninum, áðrenn tað varð mett ráðiligt hjá teimum at fara móti flogvøllinum. Enn er ikki greitt, hvørja revsing talan verður um. Boðini úr FIFA eru tó, at hetta skal vera greitt, áðrenn sjálvt HM-lutakastið verður tann 9. desember. Rok í Istanbul Litaviski landsliðs­ venjarin hevur givið VB-spælaranum loyvi at koma nakað seinkað til EM- undakappingina Landsliðsspælari Jákup Mørk Hesum hevur VB boðað frá á heimasíðu sínari. Hetta merkir, at Daiva Toumaite hóast alt fær møguleikan at spæla EM- undankappingardystir fyri Litava. Í fyrstu atløgu hevði hon annars givið avboð, tí hon við hesum hevði mist týdningarmiklu dyst­irnar móti Stjørnuni og Neistanum, men nú hevur venjarin sagt tað vera í lagi, um hon kemur mánadagin. EM-undankappingin verður spæld í Portugal í døgunum 21. til 27. november. Daiva sleppur at koma seinni Longu á veg í spælaratunnilin sóust turkiskir og sveisiskir spælarar í hornatøkum Mynd: Reuters