Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 221 - 17. november 2005 Havnar Framburðs­ felag skipaði herfyri fyri fundi um vara­ndi orku har vatn- streym- og vindorkumøguleikar skuldi umrøðast. Fundurin var hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin og møttu um 100 fólk. Kári Thomsen Framløgur vóru frá Klæmint Weihe, umboðandi SEV, Jóhan í Niðristovu frá fe­lag­ num Røkt í Vestmanna, Hans Christian Dam, stjóra í Fjarhitafelagnum, og Marita Hentze, verkfrøðingur og lærari á Tekniska Skúla, ið umrøddi streymorkuverk í Føroyum og uttanlanda. Einki nýtt frá SEV Klæmint Weihe legði fyri við gjøgnumgongd av ver­ andi orkuframleiðslu býtt á termiska orku, vatnorku og vindorku. Fyri tey, ið áður hava hoyrt framløgu Klæmints, var einki nýtt á skránni. Nomið varð við hvussu stór minking verður í CO2 útlátinum við sera kostnaðarmiklu vatnorkuútbyggingunum. Vístar vóru talvur, stabba­ myndir og hopur av tal­ yvirlitum, ið trupul kundu verða at fáa skil á hjá teimum, ið ikki frammanundan vóru hampuliga væl kunnað um orkuframleiðslu, orku- nýtslu og ávirkanir/útlát í náttúruna. Býtið millum oljunýtslu til upphiting, flutning og ravmagn er lítið og einki broytt, og útlátið av skaði­ ligum veðurlagsgassum gongur bert skeiva vegin. Sólorka Komið var inn á sólorku­skip­ anina, ið Vestmanna Skúli hevur fingið sett á tekjuna. Nevnt varð ikki at talan er um eina royndarverkætlan har dataloggari og telduforrit eru klár at seta til heimasíðu skúlans. Verkætlanin stendur í monokrystall sólkyknum og í ser-gjørdum kyknum ætlað vanligum dagsljósi. Àhugavert er tí at síggja hvussu stórur munur er á 840 sólartímum um árið í mun til umleið 4500 dags­ ljóstímum, fyriuttan tað, at útbúnaðurin og tøknin er sera hent í undirvísingarhøpi á framhaldsdeildum, HF- og studentaskúlum og tekn- iskum skúlum. Tó so, um ella nær nakar annar enn SEV sleppur at síggja og nýta sólorkuhagtølini er ilt at siga. Búskapur í vindorku kontra olju Nevnt varð at dieselorkan allarhelst kemur at verða út­bygd saman við meiri vatnorku í Vágum, Suðuroy, Norðurstreymoy, Eiði 2 og Norðoyggjum. At oljuprísurin hevur ávirkan á ravmagnsprísin er væl skilligt, men nevnt varð einki um hvussu støðan kann blíva um olja kemur upp á 100 dollar tunnan ella tvær ella tríggjar ferðir tað. Oljukostnaðurin økist í heilum, og, sum Klæmint nevndi, er eftirspurningurin øktur munandi í Asiatisku londunum samstundis sum framleiðslukapasiteturin ikki er førur fyri at nøkta tørvin. Klæmint gloyndi her at nevna at talið og vídd­in av oljufundum á ongan hátt stendur mát við tørvin á olju – og eisini tí økist prísurin við hækkandi eftirspurningi. Vindorka hevur tikið seg fram og virkar sera væl – burt­ursæð frá at nøgdin av ójavnu vindorkuni –sam­ bært SEV -ikki kann verða meiri enn uml. 25% av náttarframleiðsluni. Fund­ arluttakarar nevndu møgu­ leikan at lækka orkuprísin um náttina – sum flest onn­ur lond – og á tann hátt geva møguleika fyri at økja um náttarbrúkið – og procentpartin av vindorku. Vaskimaskinur nýta uml. 2 til 3 kilowatt pr. vask og er væl hugsandi at fleiri vildu vaska klæði millum kl. 12 á nátt og 6 -7 á morni til ein kilowatt prís á t.d. 60 oyru. Ravmagn kann eisini nýtast í stórum nøgdum til upphiting av vatni, frysting og turking. Eingin reaktiónin hómaðist frá SEV-stjóranum tó at henda leið er so uppløgd og løtt at seta í verk. Klæmint nevndi at vind­ orka í dag er búspaparliga skilagóð tá hugt verður eftir kostnaðinum á olju til ravmagnsframleiðslu. Sam­ bart fyrsta ávegis álitinum hjá Vinnumálaráðnum um orku var framleiðslukostnaðurin av vindorku í 2003 0,25 kr. pr. kilowatttíma, meðan kostnaðurin (sambart árs­ frágreiðing SEVs fyri 2003) var 0,33 kr. pr. kilowatt tíma fyri oluframleitt rav­ magn. Øllum kunnugt er olju­kostnaðurin í dag tví­ falt tí hann var í 2003, so búskaparliga kappingarførið er í dag meiri enn tvífaldað í vindorku-framleiddum rav­ magni. Àrinskostnaðir frá leiting, framleiðslu og nýtslu av olju eru ikki tiknir við, so ein trí- ella fýrafalding er væl hugsandi. Sum Preben Maegaard, stjóri fyri Nordvestjydsk Folkecenter for Vedvarende Energi, nevndi fyri tíð síð­an: Um vindorka ikki løn­ar seg ín Føroyum har vindorkunøgdin er tvífalt tí donsku, ja, so skilti hann ikki hví vindorka var so lønandi í Danmark. Vatnorkuútbyggingar Klæmint segði í stuttum frá teim vatnorkuútbyggingum, ið SEV hevur lagt í kortið. Tíðarætlan fyri samlaðu ætl­ anini varð ikki nevnd, men lukkutíð er helst talan um nógv nógv ár – og til tað tíð hava vind- aldu- streym- og sólorka og betra tøkni ment seg so nógv, at vit kunnu byrja at seta í stand aftur oyddu náttúruøkini m.a. Eiðis­vatn og Vatnsnesvatn í Suðri. Sambært Klæminti so skulu veldugar vatn­ orku­­útbyggingar fremj­ ast fyri uml.1,4 milla.kr. Kommunurnar skulu fram­ haldandi skuldarbindast og ravmagnskostnaðurin – við hækkandi oljukostnaði – fer at økjast munandi. Vágar Í Vágum ætlar SEV at byrgja Tjørndal og Kvígandal inni og bora samlitunnlar til áirnar, ið renna í Leitisvatn og Fjallavatn. Orkustøðin verður síðan bygd við Oyrar­gjógv. At Fjallavatn er friðað er Klæminti full­ komuliga líkamikið. Sum hann nevndi tað sjálvur á fundinum, verður tað eitt mál, ið serstakliga Yvir­friðingarnevndin skal avgera. Og støðuna hjá Yvir­ friðingarnevndini til SEV- útbyggingar kenna vit alt til frá Eiði 1 og 3. Borað verður fyrst og so søkt um loyvi aftaná. Og árinskanningar seinka bara málinum og kunnu gerast eftir at økið er sett undir vatn. Kostnaðurin sigst blíva 300 mill.kr. Sev- útbyggingar eru mestan tvífaldaðar tá alt er liðugt, so talið verður meiri sannlíkt 600 mill.kr. At Leitisvatn er álitið í fiskivinnu og húsarhaldum í Vágum er ikki Klæminti viðkomandi, so vágafólk eiga at gloyma fiskivinnuna og finna uppá okkurt annað. Suðuroy Suðringar kunnu (fyribils) síggja fram til at Kirkjuvatn framyvir verður tað náttúru­ økið tað allatíð hevur verið. Klæmint hevur slept hesu garrvillu ætlan til 166 mill. kr., ið skuldi framleiða tað tvær av myllunum (10 mill. kr.) í Vestmanna megna. Norðoyggjar Í Norðoyggjum verða allar áir tiknar frá Hipplingsdali til Áarskarð, og nýggj byrging gjørd um Breiðá har nýggj orkustøð verður bygd. Kostnaður 160 mill.kr., ið sum nevnt áður kann faldast við tvey. Framleiðslan verður áleið tað 3 myllur geva. Eiði2 Eiði 2 er framhald av Eiði 1 og 3 og fevnir um økið frá Svínáum suður til Gjógvará. Vatnið skal førast í tunnli norður til Eiðisvatn við ein­ um veldugum orkumissi við tað at hæddarmunurin verður góðar 100 metrar frá Gjógvará og norður. Allar stóru og vøkru áirnar frá Selatrað um Eysturoyarsillina og norður til Svínáir hvørva. Kostnaðurin verður sambært SEV 200 mill.kr. og framleiðslan 20 mill kW tímar. Kaldbak Við Kaldbak og Kaldbaksbotn er ætlanin at taka allar áir­ nar frá Høgadalsá, fram við Kaldbaksfirði og til áirnar í Mjørkadali. Byrging verð­ur gjørd um Týggjará við samlitunnili inn í Manna­fellsdal og víðari til Mjørkadal, og við veit eystur til Høgadalsá. Orkustøðin skal byggjast við áarósan innan fyri lands­vegin. Kostnaður sam­ bært SEV 160 mill.kr. og framleiðslan 12 mill. kW tímar. Norðuri í Dølum Norðuri í Dølum verður byrging gjørd um Herjardal við trimum samlitunnlum. Ein tunnil verður norður til Breiðá, ein til stóru ánna undir Malaknúki og ein suður til Nátagjógv. Frá byrg­ingini í Herjardali verður síðan gjørdur tunnil til Vatnið, ið longu virkar sum brunnur til Fossáverkið. Kostnaður 180 mill.kr. og framleiðsla uppá 18 mill kW tímar. Víkarvatn Nýggjasta ætlan SEVs er at taka Víkarvatn omanfyri Haldarsvík. Verkætlanin er ikki kend í smálutum, men við samanberingar við nakrar av áður nevndu út­byggingum, verður byrg­ ing gjørd um Víkarvatn ella Fossdal og samlitunnlar boraðir suður til Streymnes og norður til Brekká, ið er norðasti endi á Streymoy. Orkustøð verður allarhelst bygd millum Haldarsvík og Langasand. Kostnaður 350 mill.kr. og framleiðslan 42 mill.kW tímar. Sum skilst er talan um ovur­honds stórt inntriv í føroysku náttúruna. Okkara sera vøkru áir, fjallavøtn, smáir dalar, tjarnir og løkir hvørva. Úrtøkan er góð 120 mill. kW tímar til ein kostnað, ið væl kann koma upp á 2 milla.kr. Til samanberingar kann vísast á, at einans 14 vindmyllur hvør á 2000 kW generatormátti kunnu framleiða somu rav­ magnsnøgd. Kostnaðurin fyri 14 slíkar myllur er góðar 200 mill.kr. ella 1/10 part av tí SEV hevur í hyggja at binda komandi ættarlið uppá. Alduorkuverkið í Vágum Klæmint hevði bert 20 minuttir til sína framløgu, og fekk tí ikki stundir at siga nakað um alduorkuverkið, ið ætlandi skal byggjast í Vágum tætt undir Rituberg. Til hesa ætlan síggjast somu fyribrygdi í arbeiðs- og mannagongdum SEVs. Eigari av lendinum verður ikki eftirspurdur, og enn minni eftirkannað um Mið­ vágs kommuna vil viðmæla ætlanini. Sera stórur ivi er um ætl­ anin nakrantíð sær dagsins ljós. Enska felagið Wawegen er keypt av útlendskum fyri­ tøkum, og spyrjast kann tí um nýggi eigarin er áhugaður at seta hundratals millónir í eitt alduorkuverk í Føroyum. Spyrjast kann eisini hví enska stjórnin ikki longu hevur stuðla undir bygging av fleiri slíkum verkum fram við ensku vesturstrondini, ið hevur líka góðar og kanska betur umstøður enn økið undir Ritubergi. SEV vildi í síni tíð ikki ofra eina kónu til vind­ orku­menningina í Vágum, men skal nú trumla eina øðrvitisverkætlan ígjøgnum. Hví, kann spyrjast ? Tekniski førleikin er ikki til staðar í landinum og orkuúrtøkan verður illa nokk tað gamla myllan í Neshaga kann geva. Men hvat, grunnurin til førleikamenning kann brúkast til so nógv ørt. Pumpa vatn við vindorku Felagið Røkt í Vestmanna hevur gjørt uppskot til hvussu vindorka - á náttartíð - kann nýtast til at pumpa vatn upp í verandi byrgingar. Jóhan í Niðristovu legði fram sera áhugaverdu og væl gjøgnumarbeiddu verk­ ætlanina. Í stuttum er talan um at seta um 10 myllur upp afturat teim trimum, ið settar eru upp. Hugskotið er at gera tað møguligt at fáa meiri vindorku inn á ravmagnsnetið í dagtím­ unum, og síðan at skifta yvir til pumpur á náttartíð tá tørvurin á ravmagni er ov lítil at taka ímóti allari vindorkuni. Júst sum Klæmint segði á Orku- og Um­hvørv­is­ ráðstevnuni í 2002, ið Føroya Náttúruverndarfelag skipaði fyri, so kunnu fólk ella feløg seta so nógvar vindmyllur upp teimum lystir, men tey skulu bara ikki rokna við at sleppa inn á okkara net. Sama niðurlag bleiv lagt fyri Jóhan í Niðristovu. Pumpa vatn so gali tit vilja, men at gera nýtslu at útbúnaði hjá teimum (SEV), tað kemur ikki upp á tal. Fjarhiti frá Sundsverkinum Hans Christian Dam, stjóri í Fjarðhitafelagnum, hevði Orkufundur hjá Havnar Framburðsfelag Framhald á síðu 27 Kári Thomsen