hósdagur 17. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 221 - 17. november 2005
Góðu elskaðu Heðin og Hjalti
Hjartaliga tilukku við eitt ára degnum tann 18. nov. Vit elska
tykkum so nógv. Jesus pápi signi tykkum
Heilsan mamma og babba
HEILSANIR
Góða omma
Vit báðir ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum
tann 18. nov. Takk fyri at tú altíð ert so góð við okkum
Heilsan Heðin og Hjalti
Góða Súsanna
Tilukku við fimti
ára degnum. Sum
tú heldur tær væl.
Soleiðis er tað
helst tá man er
so forelskað og
arbeiðir saman við
góðdýrum.
Vit í VMR
Góða Jolina
Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum.
Heilsan hønurnar og ein steggi
Góði Páll Eirik
Hjartaliga
tillukku við 2 ára
føðingardegnum. Vit
elska teg.
Bestu ynskir frá
ommu og abba í
Havn
Góði gubbin
Hjartaliga tillukku við piparinum. tú mást hava ein góðan
dag.
Ynskja Ari og Bartal
um landið byrjaði at einskilja
minni problematiskar fyri
tøkur sum Føroya Banka og
Føroya Tele.
- Hvat viðvíkur Føroya
Banka, so er tað ikki mítt
borð. Tað hoyrir undir
Fíggjarmálaráðið. Men tað
er rætt, at tað er ikki so
kompliserað at fara undir
ta einskiljingina. Føroya
Banki hevur ikki brúk fyri á
sama hátt sum Atlansflog og
Føroya Tele einum aktivum
íleggjara, sum kann koma
við nógvum pengum, tá
brúk er fyri eini íløgu. Tað
hevur tí týdning, at vit fáa
ein sterkan aktioner, tá talan
er um Atlantsflog.
Hvat Føroya Tele viðvíkur,
so heldur landsstýrismaðurin
tað vera nógv meira kom
pliserað enn at einskilja
Atlantsflog. Tí har skal tú
til at taka støðu til ein sera
prinsipiellan
spurning,
nevniliga kervisspurningin.
- Vit hava brúkt sera nógva
tíð til at tosa um kervis
spurningin við Føroya
Tele, og úrslitið av tí varð,
at FT varð umlagt til eina
konsern í vár. Men skulu vit
til at selja FT ella konsernina
FT, so eru vit framvegis í tí
ivamálinum, at vit mugu
ansa eftir ikki at minka um
kappingarmøguleikarnar
tvs. útboðið av televeitarum
í Føroyum, tí at ein keypari
leggur seg á alt Føroya Tele
og harvið regulerar markn
aðin. Hetta merkir, at tú
skal gera eina sera neyva
gjøgnumgongd, hvussu tú
sleppur undan, at eitt ein
skilt Føroya Tele gerst eitt
privat monopol í mun til
tað tað er í dag, nærum eitt
alment monopol.
Bjarni Djurholm vísir
á metingar, sum siga, at
býtir tú Føroya Tele í tvey
og selur tænastupartin fyri
seg og kervispartin fyri
seg ella at landið varðveitir
kervispartin og síðani ger
eina virðismeting av hvørjum
sær, so eru kervivisparturin
og tænastuparturin minni
verd hvør í sær, enn um tú
seldi tað saman sum ein
blokk.
- Hví er tað so?
-Tí tann, sum keypir alt
saman, hevur eina styrki
mótvegis kappingarneytunum,
og tað merkir, at selur tú FT
sum eina eind og man selur
kervið við, so mást tú hava
eina regulerandi mekanismu,
sum kann forða fyri, at tað
ikki verður útviklað ein
monopolsstøða á netinum.
Vit mugu so eisini ansa eftir,
at vit ikki vera so regulerandi
frá almennari síðu via Fjar
skiftiseftirlitið, at man oyði
leggur møguleikarnar hjá FT
at útvikla seg.
Nettupp út frá hesi
sannroynd heldur lands
stýrismaðurin tað tí vera
beinleiðis skeivt at siga,
at tað er meira einfalt at
privatisera FT enn t.d.
Atlantsflog, tí að krevur
nevniliga nógv neyvari
avgerðir fyri , at tað kann
blíva til eina succes og ikki
endar í einum trupulleika.
Bjarni Djurholm sigur
víðari, at taka vit Atlantsflog,
so er tað eitt nógv einfaldari
felag, tí har eru heilt onnur
atlit galdandi. -Vit vilja, at
flogførini verða serviserað
í Føroyum, at arbeiðsmegin
umborð á flogførunum er
føroysk osfr. Tað eru viður
skifti, sum lættliga kunnu
vera við í eini sølu. Vil
eingin keypa við teimum
krøvunum, so er tað ein
nýggj støða. Tað er tí greitt,
at tað er nógv lættari at seta
krøv til sølu av Atlantsflog
og halda fast um ta succceina
enn FT.
Annars verður eisini arbeitt
við einskiljing av Føroya
Tele. Høvuðsspurningurin er,
hvussu vit kunnu selja FT
og samtíðis tryggja optimala
kapping, og at FT verður
selt soleiðis, at tað samtíðis
virkar optimalt. Tilgongdin
hevur verið fyrireikað í eina
tíð og fyrireikingin av søluni
er eisini byrjað soleiðis, at
uppskot kann vera lagt fyri
tingið innan 3. mars.
Bjarni Djurholm leggur
aftrat, at hann kann vissa
Føroya fóllk um, at ætlanin
er ikki at bróta nakað niður.
-Vit hava eitt endamál,
og tað er at byggja upp.
Atlantsflog er komið á eitt
vegamót, har tað skulu
gerast íløgur í nýggj flogfør
og hvørt av sínum. Landið
maktar tað ikki, tí tað skulu
brúkast pengar til so nógv
annað frá sjúkrahúsverki til
tunnilsgerðir, sosial endamál
osfr. so vit meta okkum ikki
hava pengar til at menna
Atlantsflog. Tað mugu onnur
gera.
Framhald av síðu 15