hósdagur 17. november 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 221 - 17. november 2005
Diabetes og fysioterapi
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Gjalda sjálvi
fyri royki
pausurnar
Á nógvum arbeiðspláss
um og skúlum er vanligt
at roykjarar halda saman
og fáa sær eitt hugnaligt
prát í roykirúmum, undir
trappum ella úti í garði
num.
Men nú skulu roykj
arar, sum eru í starvi hjá
Århus kommunu sj álvir
gjalda fyri sínar royki
pausur. Í øðrum komm
unum sum t.d. Brøndby
er als ikki loyvt at roykja
í arbeiðstíðini.
Tað eru ikki øll sum
eru so glað fyri herda
roykipolitikkin, men
eitt nú felagsskapurin
Kræftens Bekæmpelse
sær hetta sum ein stóran
fyrimun.
Kelda: Politikken
Í sambandi við at
altjóða diabetes
dagurin var 14.
november, skrivar
Leila á Lofti frá
Fysioterapi á Argjum
um rørslu sum við
gerðaramboð til
ávísar sjúkur, eitt nú
diabetes typa 2
Diabetes
Leila á Lofti
At tað er gott at røra seg er
onki nýtt, men tað nýggja
eru altjóða kanningarnar, ið
vísa á rørslu sum viðgerð
aramboð til ávísar sj úkur,
eitt nú diabetes typa 2, sum
eg skrivi um, nú altjóða
diabetesdagurin var 14.
november.
Typa 2 diabetes hevur
tað til felags við typu 1, at
blóðsukri er ov høgt. Blóð
sukrið verður stillað av hor
monum, har insulinið er tað
týdningarmesta.
Insulinið, sum verður
gjørt í búkspýtskirtlinum,
syrgir fyri at føra sukrið frá
blóðinum og inn í vødda- og
feittkyknurnar.
Typa 1 diabetes er eyðkend
við, at onki ella sera lítið
insulin verður gjørt, so har
er daglig insulinviðgerð
neyðug.
Typa 2 er eyðkend við
at insulinið ikki virkar nóg
væl á tær kyknur, sum skulu
upptaka sukrið frá blóðinum
og at ov lítið insulin veðrur
gjørt í búkspýtskirtlinum.
Tey góðu tíðindini eru, at
hetta kann broytast við fitt
av rørslu, sunnari mati og tí
neyðuga heilivágnum.
Hóast ein, ofta óvitandi,
hevur haft typu 2 diabetis
í langa tíð, ber til at betra
um støðuna við broyttum
lívstíli.
Tá eg nevni rørslu, er
tað øll rørsla, sum økir um
puls og andadrátt, men ikki
meira enn so, at tú alla tíðina
kanst tosa, sum til dømis tá
tú gongur heilt skjótt. Vit
kunnu brúka orðið ”íðkan
”.
Best er at fara til læknan,
áðrenn íðkanin byrjar, hetta
fyri at staðfesta um aðrar
sj úkur ella sj úkueyðkenni
eru, tað kann vera hjarta- og
æðrasj úkur, nervabruni ella
slitgikt.
Nervabruni ger, at ein ikki
følir eins nógv í fótunum.
Millum 40 og 70% av øllum
diabetikarum fáa onkuntíð
hendan trupulleikan, tá er
best at umgangast íðkanir, ið
tyngja niður á føturnar, (renn
ing og longri gongutúrar)
fyri at fyribyrgja sárum. Vel
tá heldur at svimja, súkla
ella set teg á eina rógvi
maskinu.
Læknin kann eisini senda
sj úklingin til fysioterapeut,
sum hjálpir einum ávegis.
Fysioterapeuturin kann
saman við tær finna út av,
hvar títt støðið er, tvs. testa
tína konditión, styrki og javn
vág.
Fysioterapeutarnir á
klinikkum í Føroyum hava
sáttmála við MFS , Megin
felag Sjúkrakass a Føroya .
Eftir hesum sáttmála ber
til at fáa venjingar individu
elt og í bólkum.
Av tí at boðberaskipanin
við lið og vøddar í undir
beininum oftani er niðursett,
er javnvágin ring. Hevur tú
ringa javnvág, so verður
gongulagið hareftir, og
vandin fyri fleiri skaðum
økist, eisini her ber til hjá
fysioterapeutinum at hjálpa
tær við at finna fram tær
venjingar, sum júst tú hevur
tørv á, eins og at ráðgeva um
góðar skógvar og møgulig
innlegg.
Fysioterapeuturin tekur
sær eisini av øðrum trupul
leikum í rørslulagnum, ið
gera at tað er pínufult at
røra seg. Vit hava nógv góð
amboð í amboðskass anum,
sum kunnu linna pínu og
økja liðanina.
Viðhvørt er tað nokk at
fáa hjálp til at finna útav, at
tann pínan, sum møguliga
er, ikki er vandamikil, at tú
kanst venja hóast alt.
Rørsluráð og hugskot:
- við hesum fyribyrgir tú stress, depression og angist
• Far til læknan
• Byrja varisliga. Tað takur 4-6 mánaðir at koma til
teir 30 min. dagliga, sum gera best nyttu
• Fá ein fysioterapeut at hjálpa tær í gongd
• Vigar tú ov nógv, er bæði súklan, svimjingin og at
ganga við stavum gott
• Styrkivenjing er góð, men ver ansin um blóðtrýstið
er ov høgt
• Skift aktivitetir sum t.d. urtagarðsarbeiði, støv
súgving, vaska gáttir og klæðir, ja, alt ger mun
• Brúka trappur - allastaðni
• Bilurin nýtist ikki parkeringsplássið nærmast
handlinum
• Gang í gangifelag
• Far til eitt av teimum mongu motiónstilboðunum í
kvøldskúlaregi
• Far til føroyskan dans
• Minst til at pulsurin skal upp
• Legg fjarstýringina til sjónvarpið burtur, so mást tú
reisa teg av og á
• Fá tær hund - hann má út fleiri ferðir um dagin
• Far saman við onkrum tú trívist saman við í
venjingarmiðstøðirnar
• Far ein góðan regntúr, og legg til merkis vælveruna
aftaná
• Í byrjanini kanst tú deila teir 30 min. til 3 ferðir 10
min. um dagin
• Hav altíð drúusukur ella juice við, tá tú fert
• Minst til gott á føturnar og hosur, ið ikki gnadda.
• Gleð teg yvir, at tú við rørsluni styrkir vøddar,
spengur, liðir og beinagrind
Kelda: www.fysio.fo