Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2005 31 Harry Potter og flammernes pokal Fríggjadag 18.11 kl. 00.04 kl. 16.30 kl. 19.45 og kl. 23.00 Leygardag 19.11 kl. 16.30 kl. 19.45 kl. 23.00 Sunnudag 20.11 kl. 16.00 kl. 19.15 kl. 22.30 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 TÍ‹IRNAR: Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Doom Fríggjadag 18.11 kl. 20.15 Leygardag 19.11 kl. 20.15 Sunnudag 20.11 kl. 19.45 A History of Violence Fríggjadag 18.11 kl. 22.30 Leygardag 19.11 kl. 22.30 Sunnudag 20.11 kl. 22.00 Walter & Trofast Fríggjadag 18.11 kl. 18.00 Leygardag 19.11 kl. 18.00 Sunnudag 20.11 kl. 17.30 UMMÆLI: KOMANDI FILMAR: Pedderson og Findus 3 - Nissemaskinen Fríggjadag 25.11 Frumsýning The Longest Yard Fríggjadag 25.11 Frumsýning HEIMSFRUMSÝNING ‒ Millum drekar og og onnur ódjór. Harry Potter Potter og Flamm­ernes Pokal er hin myrk­asti, hin mest spenn­andi og tann sum er best gjørdur av øllum filmu­num um Harry Potter UMMÆLI Kim Simonsen Í nýggja filmi­num »Harry Potter Potter og Flamm­ernes Pokal« byrjar filmurin við, at Harry hevur marr­una. Hann gleðir seg tó til heims­meistara­ skapið í Quid­ditch. Men hesaferð kem­ ur hin óndi Lord Volde­ mort (Ralph Fiennes), at oyði­leggja kepp­ingina við sínum yvir­gangi. Tá næmingarnir koma aftur til skúlan er eingin Quidd itch­kapping, men í staðin skal Hog­warts kapp­ast við tveir aðrar skúlar um Ganda­ steypið. Hendan kappingin er í trim­um pørt­ um og setir stór krøv til tey, sum eru við. Kapp­ingin er so vanda­ mikil, at næm­­ingar fyrr eru deyðir av at kappast um henda stóra ódeyðiliga heiður. Luttakarnir eru m. a. kvinn­­ur­nar frá franska skúla­num Beaux­baton, ið eru sera vakrar. Tær eru partvíst wilier, ið eru trøllkvinnur, ið kunnu rúna­­binda dreing­ir. Vinurin hjá Harry, Ron Weasley gerst sera hug­tikin av hesum fronsku dull­un­um, með­an vinkonan Her­mione Granger, ið helst er eitt sindur góð við Harry, dámar einki. Frá Bulgaria koma Durm­strang Skúl­in, ið hava hin besta quidd itch­ leikaran í heiminum Viktor Krum við sær. Hendan óføra ítrottamann kemur Her­mione tó at gerast eitt sind­ ur áhugað í saman við øllum hinum gentunum. Í lívsvanda Harry er ikki áhugaður í at luttaka í hesi vandamiklu kapping, men onk­ ur hevur gjørt tað so, at hann tó skal luttaka. Tí logandi steypið sigur tað, og hesin steypur kann ikki taka feil. Hetta ger, at hann við eitt er í lívs­­vanda og at øði kemur í hinar næm­­ingar­nar, ið halda at hann hevur svikað í kapp­ ingini. Eisini vinurin Ron gerðst í øðini. Nú eru Harry, Ron og Her­mione komin út yvir barna­árini, tey eru øll við at gerast vaksin og áhug­aði í hinum kyninum. Tey eru farin at skeldast og hormonini eru farin at gera um seg. At vinna á drekanum Fyrsta kappingin er at berj­ast við ein dreka. Harry vel­ur mest vandamikla drek­an. Beistið endar við at slíta seg leyst og fer at flúgva eftir honum kring allan skúlan. Hendan senan í filmi­num er ein hin mest dramat­iska og óhugnaliga. Eisini er hon sera gott gjørd og spenn­andi. Lærarnir á skúlanum eru banginir fyri at onkur vil gera seg inná Harry Potter, so tey fáa gandakallin Dund­er, ið bert hevur eitt eyga og eitt bein, at hjálpa við at verja Harry. Sum í øllum ævintýrum, so hevur Harry hjálparar sum ganda­ kallin Dunder, ið er ein ógvusligur og ljótur maður, men sera kønur í at berjast móti teimum, sum hava óndar ætlanir. Eisini Ron og Her­mione hjálpa Harry at loysa gáturnar, tí einki er sum tað sær út til at vera. Í næstu kappingini skal Harry svimja undir vatni í ein heilan tíma í Svarta Sjó­num. Har liva løgnar óhugna­ligar Grindy­ lowar, ið eru okkurt slag av hav­frúgv, hesi ævin­týr­djór, eru løgin og lokk­andi. Triða kappingin er tó hin mest vanda­­mikla. Her skulu tey fýra sum kappast um at vinna vegin fram í eini óenda­ ligari labyrint, ið er ein óhugna­ lig villini­borg, har tey øll verða gand­ aði. Kappingin endar við at onk­ur doyr, men hvør gjørdi hetta og hví? So er jólaball Harry hevur ikki bert trupul­­leikar av at skulu berj­ast við drekar og Grindy­ ­ low­ar, eldri næm­ing­­um, men eisini av gamla fígg­ind­an­um Volde­ mort (navn­ið merkir »vold« harðskapur, yvir­gangur og »mort« deyði). Hetta árið skal skúlin eis­ini halda eitt jólaball, so her er neyðugt, at Harry tekur seg saman og spyrja vøkru Cho Chang (Katie Leung), ið hann er áhugaður í, um hon vil við honum í ball. Hetta ræðir Harry, eins nógv og alt hitt tilsamans. Hin myrkasti filmurin Mike Newell (Fire Bryllupp­er og En Begravelse, Donn­ie Brasco og Mona Lisa Smile) hevur leik­stjórnað Harry Pott­er og Flammernes Pok­al, ið er hin fjórði Potter filmurin. Enn spælir 15 ára gamli Daniel Rad­cliffe leiklutin sum Harry Potter, 14 ára gamla Emma Watson er enn Hermione Granger, og hin 16 ára gamli Rupert Grint er aftur hesaferð Ron Weasley. Persónar sum hin býtti Draco Malfoy, og allir teir gomlu lærarnir eru við. Hesaferð eru tó nógv nýggj andlit, so sum Viktor Krum, Fleur Delacour, Cho Chang, ið øll eru hugtakandi. Millum tey vaksnu eru nógvir kendir leikarar, so sum Ralph Fiennes (Den engelske patient, Schindler´s Liste, Sun­shine, Spider og The Con­stant Gartner), ið spælir hin óndi Lord Voldemort. Brendan Gleeson (Troy, Brave­heart) er lærarin Dund­er. Miranda Richard­son (The Hours), er blað­kvinn­an Rita Skeeter. Robbie Coltrane er Hagrid. Sir Micha­ el Gambon (Den syngende Detektiv, Kokken, tyven, hans kone og hendes Elsker, Sleepy Hollow og Gos­ford Park) er Albus Dumble­dore. Gary Oldman (Leon, Det femte Ele­ment og Batman Begins) er Sirius Black. Dame Maggie Smith (A Room with a View, Richard III, Tea with Musso­ lini og Gosford Park) er professarin Minerva McGona­gall. Hesin filmurin er hin myrk­asti, hin mest spenn­andi og tann sum er best gjørd­ur haldi eg. Tá tað kemur til »special effects« er einki spart. Hesin film­urin er av og meiri óhugnaligur og spennandi enn hinir Harry Potter film­­arnir. Sjálvt um film­urin er hálvan triða tímar langur, so er ógjørligt at keða seg. Hetta er gott undirhald fyri allar pengarnar. Tí fær hann 5 stjørnur av 6. Um filmin: Harry Potter and the Goblet of Fire Harry Potter Daniel Radcliffe Hermione Granger Emma Watson Ron Weasley Rupert Grint Rubeus Hagrid Robbie Coltrane Lord Voldemort Ralph Fiennes Prof. Dumbledore Michael Gambon Sirius Black Gary Oldman Rita Skeeter Miranda Richardson Leikstjóri, Mike Newell. Eftir bók eftir J. K. Rowling. Aldursmark er 11 ár. Frum­framsýndur í Havnar Bio fríggjadagin 18. november. 157 minuttir. www.hpogflammernespokal.dk www.hpogflammernespokal.dk SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER. SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER. SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER. SVÆRE OG MØRKE TIDER VENTER. www.hpogflammernespokal.dk www.hpogflammernespokal.dk FORSALGET ER STARTET! www.doom-fi lmen.dk www.walterogtrofast.dk FRA SKABERNE AF FLUGTEN FRA HØNSEGÅRDEN Hin besti Harry Potter filmurin