fríggjadagur 18. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 222 - 18. november 2005
HAVNARVIÐUR
SKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nevndin í Tórshavnar
Havn, Havnarnevndin,
hevur eisini samtykt at
seta fýra fendarar á endan
á molanum í Havn.
Hetta verður gjørt til
tess at forða fyri, at stór
skip, ið koma á Havnina,
skulu fáa skaða av at bera
við molan, um tað skuldi
hent.
Trupult er at verja sjálvt
hornið á molanum uttan
fendarar, sum eru gjørdir
til endamálið.
Avgjørt er tí at seta fýra
fendarar á molan.
Arbeiðið kostar góðar
400 túsund krónur.
Flótibrýr til
útróðrarbátar
Tórshavnar Havn fer í
næstum eisini at útvega
tvær nýggjar bátabrúgvar
at leggja út á vestaru
vág.
‒Hetta verður fyrst og
frems t gjørt fyri at bøta
um ums tøðurnar hjá
teimum, sum burturav
liva av útróðri í høvuðs
staðnum, sigur Leivur
Hansen,
formaður
í
Havnarnevndini.
Sum er hava hesir menn
onki fast bátapláss .
Leivur Hansen sigur, at
ætlanin er at leingja »longu
brúgv« ‒ bátabrúgvin, ið
liggur tvørtur um vágna ‒
við teimum báðum nýggju
bátabrúgvunum.
Hetta skuldi givið pláss
til 14 stórar bátar.
Kostnaðurin fyri báta
brúgvar og útlegging er
góðar 500 túsund krónur.
Tryggari at ganga
á bátabrúgvunum
Tá tað frystur um veturin,
gerast flótibrúgvarnar sera
hálar.
Á brúgvunum er onki at
halda í, og er tí skjótt at
vera áhaldsin.
Havnarnevndin hevur
tí gjørt av at seta jarnverk
eftir miðjuni á øllum
flótibrúgvunum.
Nevndin hevur í hesum
sambandi tikið av einum
tilboði upp á uppseting av
galvaniseraðum jarnverki
uppá 150 túsund krónur.
Øll omanfyrinevndu
arbeiði verða fíggjað av
íløgukontuni hjá Tórs
havnar havn.
HAVNARVIÐURSKIFTI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
‒ Tað skal nú eisini bera
til hjá Norrønu at leggja at
undir havnarskrivstovuni
– ella inni í krókinum ‒ í
Havn, tá tað ikki eru líkindi
at leggja at á pláss inum við
Farstøðina.
Hetta sigur Leivur Hansen,
formaður í Havnarnevndini,
sum samtykti hetta fyrr í
vikuni.
Leivur hansen sigur, at
hetta eisini er atløgupláss hjá
nýggja Smyrli, og í hesum
sambandi hevur Tórshavnar
Havn dýpt og umvælt ramp
una har.
‒ Fyrsta dagin verður
farið undir at byggja ein
75 ts. pullart til tess at bøta
um ums tøðurnar at binda
skipini, soleiðis at eisini
Norrøna kann leggja at har,
tá tað verður hildið at vera
neyðugt, sigur hann.
Har stendur eitt petti eftir
av gamla molanum. Við at
stoypa nakað aftrat hesum
pettinum er møguligt at brúka
hetta sum fundament til tann
nýggja stóra pullartin.
Arbeiðið verður mett at
kosta 100 túsund krónur.
Skálanevndin skipar
mánakvøldið fyri
borgararfundi um
ætlanin at gera eitt
fríøki við Prestá á
Skála
FRÍØKI
Eftir at hava fingið økið
við Prestá til endamálið frá
eigarunum, gjørdi seinasta
komm
unustýrið í Skála
komm unu av at fara undir
at gera fríøki úti við Prestá.
Síðan samanleggingina við
Runavíkar komm
unu er
arbeiðið lagt yvir í Skála
nevndina, sum so hevur
arbeitt víðari við málinum.
- Nú er komið so langt
áleiðis, at lýst verður til
kunnandi borgarafund í
skúlanum á Skála mána
kvøldið 21. novemb er,
klokkan 19.00, sigur Skála
nevndin í tíðindaskrivi.
Tað er ein rættiliga stór og
umfatandi ætlan, sum er sett
út í kortið. Ætlanin er at gera
økið til eitt savningarstað í
hesum sera vakra og hugna
liga umhvørvi við sjóvar
málan, har møguleiki verður
at skipa fyri tiltøkum av
yms um slagi.
- Av tí, at verkætlanin er
so umfatandi, er ætlanin at
gera eitt sindur í senn, og í
summ ar er ætlanin at byrja at
planta, at hampa um gøtuna
út á Berjarheygg, og at gera
gomlu brúnna um Prestá,
sigur Skálanevndin.
Á fundinum mánakvøldið
verður greitt frá allari
ætlanini. Tá fer Tumm
as
M. Jacobsen at greiða
frá heildarætlanini og fer
hann millum annað at
leggja fram eitt uppskot,
sum arkitektar gjørdu í
2002. Tróndur Leivss on,
frá Skógrøkt landsins,
verður við á fundinum í
sambandi við ætlanina um
planting, og Símun V. Arge,
fornfrøðingur, verður eisini
við á fundinum í sambandi
við tey fornminni, sum eru
í økinum.
Og tað er ikki so lítið,
sum er knýtt at økinum.
Prestá liggur í elsta parti
num av bygdini; kirkja
stóð har í sínari tíð, gamli
bóndagarðurin stóð skamt
har frá, sýslumaðurin helt til
har og so búði Ormur bóndi
eisini í sama grannalagi. Tí
er hetta bæði eitt vakurt og
eitt søguligt øki, sum bygdin
nú fær sum savningarstað
undir opnum himli.
Á fundinum verður høvi
hjá fólki at tekna seg sum
stuðul hjá hesi verkætlan,
sum fyri ein stóran part er
ætlað at verða framd við
sjálvbodnum arbeiði. Skála
nevndin ætlar at skipa fyri 2
ella 3 arbeiðsdøgum næsta
summ ar, og annars kunnu
fólk hvør í sínum lagi ella
í sm ærri bólkum vera við at
gera økið til.
Hóast ein verkætlan er
til taks merkir tað ikki, at
alt longu er lagt í fastar
karmar. Tí verður høvi hjá
fundarluttakarunum at koma
við góðum hugskotum til
ætlanina við Prestá.
Skálanevndin, sum skipar
fyri borgarafundinum mána
kvøldið, vónar, at bygda
fólkið tekur væl undir við
ætlanini, og at nógv møta
upp til henda áhugaverda
fund, sum verður í Skála
skúla klokkan 19.00.
Næmingarnir á tón
leikabreytini framføra
sjómanssangir, gamlir
kærleikssangir og løg
hjá m.ø. Jim Reeves,
Cliff Richard og Beatles
konsert
tíðindaskriv
Skúlarnir í Runavík og á
Toftum hava í felag eina
tónleikabreyt. Síðsta skúla
ár høvdu næmingarnir á
breytini einar tríggjar al
mennar framførslur.
Eisini í hesum skúlaári
num er ætlanin, at næm
ingarnir skulu venja seg
til at upptraðka fyri fólki,
og tí fara teir at hava
tvær framførslur í fim
leikahøllini í skúlanum
á Glyvrum, nevniliga týs
kvøldið 22. nov. og miku
kvøldið 23. nov. - bæði
kvøldini klokkan 20:30.
Týskvøldið er mest ætlað
innbodnum, og tí má ein
tryggja sær atgongumerki
framm anundan. Næming
arnir eru spentir til tiltakið,
og tað hevði glett teir, um
fólk stukku inn á gólvið.
Á skránni eru gamlar
sjómansvísur og gamlir
kærleikss angir t.d. ”Det
var en lørdag aften” og
”Hør min sang, du klare
aftenstjerne”, og so sangir,
sum vit hava hoyrt Jim
Reeves, Cliff Richard,
Elvis Presley, Beatles og
ABBA syngja.
Fimleikahøllin verður
stásað upp til tiltakið,
og áhoyrararnir sita til
borðs undir framførsluni
og fáa ein drekkamunn
og ein kakubita. Tað kost
ar bert 30 kr at koma
inn, og til ber at bíleggja
sær atgongumerki á tlf.
220958.
Molin í Havn verður »bjálvaður«
Næmingakonsert á Glyvrum
Talan verður um tvær framførslur, sum næmingakórið hjá
skúlunum í Runavík og Toftum fer at hava
Fríøki við Prestá á Skála
Norrøna inn í krókin
Tá tað ikki viðrar hjá Norrønu at leggja at inni við Bursatanga, skal hon í staðin leggjast í krókinum undir skipafelagnum