fríggjadagur 18. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
7
Í Hvalba hava nakrar
konur tvinnað hugna
liga samveru og neyð
hjálp saman
Bindiklubbur og
neyðhjálp
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tær hava tað hugnaligt
saman. Tær fáa tosað um
leyst og fast. Men so fáa
tær eisini gjørt sítt íkast
til at hjálpa upp á neyðina
og fátækradømið, har tað
trongir til í londum, har tey
ikki eru so væl fyri, sum her
hjá okkum.
Bindiklubbar eru heilt
vanligir allastaðni, men í
Hvalba hava tey gjørt eitt
heldur óvanligt slag av
bindiklubba, har tey bæði
hugna sær og fáast við
neyðhjálpararbeiði, sum
kemur væl við onkustaðni
úti í heimi.
Hvørt hóskvøld møta tær
trúliga upp í bindiklubba og
tað hava tær gjørt nú í eini
fýra ár. Viðhvørt hava fólk
at smírast, tá ið tosað verður
um bindiklubbar, tí mangan
verða teir lagdir undir at
vera meiri sleygiklubbar enn
nakað annað.
Men í hesum føri skal
orðið bindiklubbur takast
heilt bókstaviliga, tí her
verður sanniliga bundið,
bæði stórt og smátt.
Men tær binda ikki uppá
seg sjálvar.Tær binda heldur
ikki uppá børn og ella omm u
børn. Nei, tey binda upp á
púra fremm
and børn og
vaksin í fjarskotnum londum,
sum tær aldrin hava sæð fyrr
og sum tey neyvan nakrantíð
koma at hitta.
Alt, sum tær binda, verður
nevniliga sent til India og í
Rumenia. Tey tynru pløggini
verða send til India, har tað
ikki er so kalt, men tað
tjukka, ullinta, verður sent til
Rumenia, har tað er reiðiliga
kalt um veturin.
Byrjaði av tilvild
Tað var nokk so tilvildarliga
at alt hetta byrjaði.
– Tað byrjaði við at Mira
Olsen og Kamm
a Vang
tosaðu saman í telefon um
leyst og fast, sum tær gera
viðhvørt.
Tá kom prátið eisini inn
á neyðina og elendigheitina
ymsastaðni í heiminum.
– Vit høvdu sæð okkurt
í sjónvarpinum um tað
ómetaliga fátækradømið
onkustaðni úti í heimi og tá
fóru vit at tosa um, hvussu
hjálparleysar, vit føldu okk
um, tí hóast vit fegnar vildu
hjálpt, vistu vit ikki, hvussu
vit skuldu bera okkum at.
Tær høvdu hoyrt um, at
tað sótu bólkar av konum
norðanfyri og bundu pløgg
til at senda til triðja heimin
og so fóru tey at tosa um,
antin hetta kundi verið nakað
at roynt í Hvalba eisini.
Tær samdust so um at seta
eitt uppslag upp í handlinum
við Bakkhús fyri at vita, um
nakar hevði áhuga fyri at
hjálpa til.
– Tað vóru fleiri, sum
meldaðu seg til. Í fyrstuni
vóru vit einar 14-15 konur,
men síðani eru nakrar falnar
frá og og nú er bara tann
harða kjarnan eftir.
Mira sigur, at kortini
skal sigast, at tann eina av
teimum, Sólgerð Midjord,
hevði longu tá í nøkur ár
sitið og bundið til neyð
hjálpararbeiðið í nøkur ár
og tað var tí sjálvsagt, at
hon eisini kom við í hendan
bólkin.
Sum at binda
dukkuklæðir
Í fyrstuni hittust tær í
skúlanum ávís kvøld, men
tær samdust skjótt um, at
tað var best at sita í einum
staði og binda, tí so slapst
undan at rudda alt til viks
hvørja ferð.
Síðani hava tær trúliga
hitst heima hjá Miru hvørt
hóskvøld, men so skiftast tær
um at hava okkurt afturvið
einum drekkamunni.
Alt, sum tær binda, verð
ur sent til Havnar, har ein
bólkur samskipar hetta slag
ið av neyðhjálp og tey syrgja
so fyri, at alt kemur fram á
rætta stað.
Í Føroyum er tað ein kvinnu
bólkur undir Rotary, sum
kallast „Innerwheel”, sum
tekur ímóti øllum pløggunum
og síðani sendir tey til India, har
alt verður sent til felagsskapin
hjá Móðir Teresu.
Í India ganga hesi hjálp
arfólki úti um næturnar og
býta teppi og klæðir út til
tey neyðstøddu og sumt fer
eisini á tey barnaheim, sum
tey hava har yviri.
Tey siga, at tað skortar ikki
upp á vælvild, tá ið vørur
skulu sendast avstað. Tað,
sum verður sent til Havnar,
tekur Berg Transport við
fyri onki og Strandferðslan
hevur eisini flutt ókeypis
fyri okkum.
Men tað er ikki altíð líka
bíligt at flyta út í heim og tí
hava tey eisini eina bússu,
har tey savna saman til
farmagjaldið út í verðina.
Tað, sum verður sent úr
Føroyum, verður sent til
Danmarkar, har alt verður
avgreitt víðari. Tilsamans
eru tað túsundtals pløgg og
teppi, sum verða sent.
Og tað er ikki hissini,
sum verður bundið, heilt frá
smáum barnahúgvum og til
stór teppi.
Hvussu nógv verður bund
ið, veldst um hvussu nógv
tógv tey hava.
Men tey, sum samskipa
innsavningina, biðja eisini
um ávís pløgg og tey senda
eisini uppskriftir viðhvørt.
Eitt, sum tey hava lagt til
merkis, er, at pinkubørnini
í India geva orðinum pinku
børn ein heilt annan týdning,
tí tey eru av sonnum ordiliga
smá.
– Tað er sum at binda
dukkuklæðir, men tey siga,
at soleiðis skal tað vera, tí
tey leggja dent á, at hetta
er støddin, sum tey passa,
hvussu ótrúligt tað soenn
ljóðar, sigur Mira Olsen.
Taka fegnar
ímóti tógvi
Klæðini til pinkubørnini
skulu vera úr bumm ull, tí
tað egnar seg betri.
Men bumm ull er ikki so
lætt at fáa fatur á hjá teimum,
sum sita og binda.
Og at fáa fatur á tógvi
at binda burturúr, eru ein
kunstur fyri seg.
– Har er Sólgerð numm ar
eitt at fáa fatur á tógvi. Hon
kennir nógv fólk og er altíð
úti um seg eftir tógvi og hon
kemur javnan við heilum
sekkjum, sum hon hevur
savnað saman. Men vit heita
eisini á fólk, sum rudda út,
um ikki at tveita tógv burtur,
tí alt kann brúkast og kemur
til nyttu, sama, hvussu lítið
tað er og eisini uppafturrikin
pløgg.
So tey, sum hava tógv liggj
andi, sama hvussu lítið tað er,
kunnu altíð sleppa av við tað til
hendan bindiklubban í Hvalba,
har tað verður tikið ímóti tí við
størsta takksemi.
Tað, sum tey binda, verður
sent avstað uppundir jól og
tey kunnu fáa nógvar stuttligar
løtur at hyggja eftir, hvat hvør
hevur fingið burturúr, sigur
Mira Olsen.
Hon sigur, at tey eru
fullgreið yvir, at hetta, tey
binda og senda avstað, er
bara ein dropi í havinum.
– Men tað er so ein dropi
og allir dropar gera mun. Og
tað er í hvussu so er okkara
vón, at onkur verður glaður
fyri hetta.
– Og samstundis hava
vit tað sera hugnaligt. Og
treyðugt so- vit fáa sam
stundis eisini loyst verðins-
situatiónina, so tað er ikki so
galið, sigur Mira Olsen.
Hetta er ein dropi í havinum -
men kanska onkur fær gleði av tí
Tað er ein ordilig rúgva, sum tær avrika í bindiklubbanum í Hvalba og tað verður alt sent til onkran, sum trongir meiri til tað enn tær sjálvar. Frá vinstru eru tær
Kirstin Næs, Petrina Gudmundarson, Birgit Nielsen, Petra Ellendersen, Signeva Jensen, Kamma Vang, Sólgerð Midjord, Mira Olsen og Kristina Vang