Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 222 - 18. november 2005 - OK, dreingir. Nú er slutt við at slappa av. Kom, vit seta stólarnar til viks. Og so byrja vit. Eg seti tónleikin frá, og so byrja vit fimleikin – kom, eitt-og-tvey-og- trý! Teir 9 menninir eru til reiðar, og leggja beinanvegin til brots, tá tónleikurin byrjar. Hóast onkur teirra gongur til 90, so eru teir allir farnir aftur á skúlabonk í Parkinson-skúlanum á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi Parkinson Orð/myndir: Snorri Brend Klaksvík: - Kom, skulu vit ikki taka ein ordiligan rokk­ ara í dag?! Tað var kanska ikki júst ein slík áheitan, ein væntar at hoyra frá einum manni sum gongur til tey 80 árini. Ser­liga ikki frá einum manni, sum hevur fingið ta lemjandi sjúkuna við navni­ num Parkinson. Og serliga ikki, tá umstøð­ ur­nar kanska ikki júst eru til slíkan tónleik og kanska tílíkan larm. Vit eru nevniliga stødd inni í einum av venjingarrúmunum, sum eru ein partur av fysi­urgisku viðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 9 mans, ein ergoterapeutur, ein fysioterapeutur og ein blaðmaður. Teir 9 eru allir ættaðir hig­ani. Kennast allir meiri ella minni frammanundan. Í so lítlum samfelagi vita nógv nógv um nógv. Men tað er kortini eitt, sum hesir menn­inir ikki hava vitað um hvønn annan: Sjúkuna, teir allir líða av. Tað er júst henda sjúkan - ella fylgjurnar av henni, sum hava savnað teir sam­ an henda mikudagin í hesi vikuni. Ella - fyri at siga sum er: Tað er hvørki sjúkan ella fylgjurnar sum savna hesar menninar, men viðgerðin av hesi herviligu sjúku. Teir eru allir í roynd og veru farnir aftur á skúlabonk. Ikki frammanfyri borð, blýantum, lesi­bókum og lærara. Men í hes­um venjingarhølinum, har teir fáa møguleika at kunna seg um ta sjúkuna, teir hava fingið. Hvussu teir við einfaldum venjingum kunnu halda pínuni niðri og rørslunum uppi. Og hvussu teir kunnu halda sjúkuni niðri og humørinum uppi. Síðst, men ikki minst er hetta ein skúli, sum skal læra hesar tilkomnu menninar um, hvørjir møguleikar sum finnast fyri at kunna liva eitt virðiligt lív, hóast teir allir hava Parkinson—sjúkuna. - Ja, kom so dreingir. Nú er slutt við at slappa av. Kom, vit seta stólarnar til viks. Og so byrja vit. Eg seti tónleikin frá, og so byrjar fimleikurin, sigur fysioterapeuturin Bena­ dicta. Løtu seinni byrjar seinna­ partsfimleikurin á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi fyri hesar 9 menninar. Tað er ikki lætt at síggja, at onkur teirra er farin at ganga móti teimum 90. - Kom on – eitt-og-tvey- og-trý, og so svinga vit til høgru, ja eitt-og-tvey-og- trý. Lýdnir fylgja teir boð­ un­um frá Benadictu. Teir vita, at hon hevur skil fyri slíkum. Hon og hinar báðar í team’inum vilja bara teimum tað allarbesta. Stjórar og arbeiðsmenn Her frammanfyri mær standa 9 mans í góðum árum. Tað er ikki lætt at síggja á øllum teirra, hvørja sjúku likam teirra ber. Hetta hava verið menn, sum virkaðu undir ymiskum korum og ymiskum stigum í samfelagnum. Her eru all­ir bólkar í samfelagnum um­boðaðir í einum og sama rúmi. Allir við somu lagnu. Nú eru teir eitt. Her er m.a. ein lærari, ein bóndi, ein sosialráðgevi, ein reiðari og ein skipari. Menn sum hava staðið við ábyrgd, men sum aldur og sjúka nú hava noytt aftur á skúlabonk. Hóast hesar umstøður so hevur hetta als ikki tikið lívs­mótið frá teimum. Ikki einum einasta teirra. - Hetta er eitt ótrúliga gott tilboð, vit her hava fingið. Her er alt sum skal til. Og satt at siga, so gleði eg meg til hvørja ferð vit skulu møt­ ast. Hetta her, hetta er ordi­ liga well!, sigur ein teirra. Ein annar brýtur hann av: - Ja, og eisini eg. Eg havi faktiskt ikki sovið í nátt, so spentur var eg!! Harður skúli Klokkan er um at vera eitt. Teir hava verið saman síðani kl. 10 í morgun. Teir hava gjørt ymsar rørsl­ ur. Í morgun hava teir gjørt venjingar við kustaskafti, eins og teir hava gingið við stavum. Hava gingið og hava stríðst, men hava samstundis havt góðar stundir til at hugna sær saman. Ein drekka­munnur er altíð góð­ ur ein slíkan fyrrapart, har teir kunnu tosa um tað sum fyri­ferst í tí dagliga. Og har teir kunnu siga hinum frá, hvussu henda lemjandi sjúkan hevur ávirkað teir og teirra lív. - Eg haldi, at tað er neyð­ ugt at koma saman á henda hátt. Vit práta um felags ting, og eg haldi at tað hevur nógv at betýða fyri meg. - Eg kann ikki svara tær, hvat er best við øllum tí vit eru ígjøgnum. Hvat eg skal velja …? Tja, tað er ringt. Eg haldi at alt er líka gott, og alt er okkum at gagni! Hetta er ein góður skúli og eitt gott tilboð til okkum! Kaffisteðgurin gongur alt, alt ov skjótt, tí nú eru teir tríggir “lærararnir” - sjúkrarøktarfrøðingurin Katrin, fysioterapeuturin Bena­­dicta og ergotera­peut­ urin Martha - eftir teimum aft­ur. Einki við at sita og sløsa dagin burtur. Teir eru farnir aftur í skúla - Parkinson- skúla. Og tí ræður at fáa sum mest burtur úr tíðini. Klokkan gongur so alt ov skjótt, og skal skráin fyri henda mikudagin ná­ast, so má herjast á aftur, tí á mid­ degi eta teir ein døg­urðabita saman. Hetta er eitt neyðugt av­­ brot í tí annars strævnu dags­­skránni. Ein góður døg­ urða­biti er ikki at forsmáa, serliga ikki tá hann verður latin úr hondunum á teimum dugnaligu fólkunum í køki­ num á sjúkrahúsinum. Teir hava júst fingið sær seinasta bitan av hesum góða døgurðabitanum. Nú hevði sofan verið góð. Men nei, — einki við at leggja seg aftur á í sofuni til ein døg­ urðaslang. Her er heldur eingin sofa til taks. Her er undirvísing á skránni. Hørð undirvísing, men kortini gevandi fyri teir allar. Humørið upp - sjúkan niður Parkinson- sjúkan Symptom: Rysting, stívleiki í musklum, seinar og trekar rørslur og trupulleikar við balansuni. Sjúkan er ymisk frá einum persóni til annan, og er treytað av, hvussu leingi ein hevur havt sjúkuna. Orsøk: Orsøkin til sjúkuna er ókend. Symptomini koma fyri ein stóran part av, at sjúklinginum vantar eitt ávíst organiskt evni í heilanum – dopamin. Viðgerð: Sjúkan kann viðgerast, men ikki lekjast. Viðgerðin við heilivági kann í stóran mun avmarka symptomini og hækka lívsdygdina hjá sjúklinginum. Sjúkan styttir ikki longur um lívið. FAKTA Vanligt hevur verið við skúlum fyri fólk við serstøkum sjúkum, t.d. skozofreniskúla og ryggskúla. Her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur ein brotið púrasta upp úr nýggjum við hesum serstaka skúlanum fyri Parkinson- sjúklingar. Hetta má tí metast sum eitt pilot-prosjekt, har ein hevur møguleika at heysta dýrabarar erfaringar í viðgerðini av hesum málbólkinum. Parkinson-skúlin byrjaði 28. september og heldur fram til 3. desember. Fæst játtan, so verður tilboðið helst endurtikið komandi ár. Talan er eisini um eitt spennandi samstarv innan ymiskar fakbólkar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein fysioterapeutur og ein ergoterapeutur hava sett sær fyri at geva hesum sjúklingum eitt gott, spennandi og neyðugt tilboð. Endamálið við hesum Parkinson-skúlanum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er at menna hesar menninar likamliga, sálarliga og sosialt. Alt ávirkar hvørt annað, og alt er treytað av hvørjum øðrum. Her er talan um eina ringrás - eina góða ringrás! Tvørfakligt samstarv Gott er at gera tær røttu rørslurnar. Soleiðis kann ein halda bæði pínuni og sjúkuni niðri. Lætt er at gera hesar rørslur, tá ordiligur rokktónleikur er afturvið