Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2005 9 Klokkan er nú farin nak­r­ar fáar minutt­ir yvir eitt. Øll eru klár - hesir 9 garp­arnir, fysio­terapeuturin Bena­dicta og ergo­ terapeuturin Martha Venjing Venjingarhølið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur alla út­gerðina, ið krevst til ein slíkan skúla. Amboð og aðra útgerð til hett a, og sjálvandi eisini ein kraftmiklan ghett o­ blastara. Tí utt an góðan tón­ leik er ikki lætt at gera takt­ fastar rørslur. Benadicta kemur við tveim­­­um fløgum, hon hevur valt til høvið. Tað sær út til at ta klassiska skal eiga hesa løtuna. - Nú, Benadicta, letur í ein­um. Hvat bjóðar tú í dag? Kanst tú ikki koyra ein rokkara á - ein ordiligan ein?! Hon svarar brosandi aft­ ur, at teir skulu nokk fáa góð­an tónleik. Og rætt er: Fyrsta lagið byrjar varisliga við violinum og øðrum streingjaljóðførum. Hmmm, so bleiv altso eingin rokkur í dag, meðni. - Komið nú, allir samlir. Lat okkum fyrst ganga eitt sindur runt á gólvinum. Lat meg nú síggja, hvussu væl tit klára tað í dag! Teir seta allir í gongd við at ganga runt í hølinum. Tón­ leikurin er framvegis utt an nakran serligan rokk—dám, men so við eitt broytist hann: Ein trumma kemur inn, og løtu seinni ruggar rokkurin hesar 9 menninar runt á gólv­inum. Hett a er neyvan tann tónleikurin nakar teirra lurtar eftir heima við hús. Men í dag - nú teir eru farnir aftur á skúlabonk - kemur hann til sín rætt . Tað er í roynd og veru lætt at gera rørslur til henda góða og livandi tónleikin. - Ja, eg veit at tað er hart at skula gera slíkar rørslur beint aftaná at tit hava etið døgurða. Men vit royna eina løtu aftrat. - Kom nú svinga vit við armunum. Lat okkum gera eitt 8-tal. Allir samlir! Kom nú - eitt- og-tvey-og-trý. Grøn evja Benadicta hevur nú hildið á eina góða løtu. Nú sæst á monnum, at teir hava hug til eina broyting í skránni. Eingin teirra klagar, men hon sær at rørslurnar gerast heldur tungar. Teir verða nú bidnir at finna sær stólarnar fram aftur. Meðan henda íðkanin er farin fram hevur Martha sitið og arbeitt í tí stilla. Úr eini spann hevur hon tikið eitt pett i av grønum og mjúkum deiggi. Henda grøna evjan - ella hvat ein nú skal kalla slíkt - er koyrd niður í plastikk­ bikør. Eitt lítið sindur í hvørt bikarið. Her er eitt bikar til hvønn teirra. Nú skal tann ergotera­peut­ iski parturin á skránna. Væl sleppa teir at sita niðri, men nú skal farast til verka við hondunum. Teir fara allir fúsir til verka. Martha hevur biðið teir um at taka deiggið úr bikarinum, men tað er ikki sum at siga tað. Onkur roynir at rista tað úr. Onkur slær bikarið niður á lærið fyri at fáa deiggið út, men einki hjálpir. — Nei, nei. Einki við at snýta, dreingir. Einasti máti at fáa deiggið út uppá er við at taka tað við fingrunum. Eg veit at tað er svert. Men tað ber saktans til. Nú gekk betur hjá teimum flestu, og løtu seinni hava allir utt an tann eini maðurin fingið deiggið úr bikarinum. Hann roynir at trýsta á bikar­ ið, men lítið hjálpir. Deiggið vil ikki úr. Martha hevur gott tol, og tað hava hinir eisini. Hon letur hann arbeiða við hesum eina løtu, og leggur honum síðani lag á. Og so við eitt er henda fyrsta uppgávan loyst. Bollar og kleynur Allir mans eru til reiðar, hvør við sínum deiggjklumpi í hond­ini. Nú skal deiggið eltast, knoðast ella knúgvast. Navnið spillir onki deiggj. Alt verður gjørt fyri venj­ ingina. - Hett a er sum at elta deiggj til bollar. Sami fram­ gangsmáti, men brúki endi­ liga báðar hendurnar saman, sigur hon. Teir leggja allir til brots. Elta grønu evjuna eina løtu. Sohvørt teir elta hana gerst hon bleytari og bleytari, og ta einu løtuna minnir tað meiri um gerð av bróstsukri enn bollum. - Nú, hinir gomlu, sigur ein teirra. - Hvussu er hett a? Tað er annað lívið at elta deiggj til bollar heima í køkinum hjá tykkum sjálv­um, enn hett a grøna evnið, ikki? - Jú, sigur ein annar. - Men mær dámar nú betri at gera kleynur! - Men, sigur ein triði. - Mær dámar allarbest at eta bollarnar! Allir bresta út úr at flenna, nú næsti maður kemur við eini nýggjari søgu um ein til­burð, sum honum hevði verið fyri. Soleiðis gerst ein bolli til fleiri bollar. Og soleiðis gerst ein søga til fleiri søgur, alt meðan tíðin rennur avstað, utt an at nakar teirra ansar tí. Lang-fing-fang Nú er tíð at gera eina aðra venjing við deigginum. Tað skal leggjast niður á tummilin, og síðani skulu hinar fýra fingrarnir skift­ ast um at trýsta niður í deigg­ið. Teir eru ikki meiri enn byrj­aðir, tá næsta søgan er á skránni: Hesaferð um navnið á fingrunum. - Ja, tað er so trupult við nøvnunum á fingrunum. Eg gloymi altíð, hvussu teir eita á føroyskum. Hvussu var tað nú tað var?, spyr Martha. Ein teirra er skjótur at svara: - Tað eitur altso ikki peiki­ fingur ella slikkepot, soleiðis sum vit lærdu tað í skúlanum. Á føroyskum eitur tað nevni­ liga ikki peikifingur, men fremstifingur. Hygg bara í orðabókina! - Og tað eitur heldur ikki ringfingur á føroyskum. Men lekifingur - ella bara næstaftasti fingur, sigur tann eini. Ein annar er skjótur at svara til: - Tit, vita tit, hvussu tjóvur eitur á kinesis­kum? Líkt er til at eingin veit rætt iliga. - Jú, tað eitur lang-fing. Og ein politistur eitur sjálv­ andi lang-fing-fang! Slíkur humor kemur væl við hjá hinum. Teir bresta allir út úr at flenna, og gloyma enn einaferð, hví teir eru her savnaðir her. Skemtið fær teir at gloyma at teir hava hesa herviligu sjúkuna. 1. deild móti 2. deild Klokkan er nú farin nakað av hálvgum tvey, men tað er einki sum bendir á tær báðar, Benadicta og Martha, ætla at sleppa teimum so. Nú kemur triðja og sein­ asta venjingin í dag: Eitt bólt­ spæl, har teir verða býtt ir upp í tvey lið, ið kappast skulu móti hvørjum øðrum. Hvør teirra fær ein bólt í hondina, og á miðjum vølli liggur ein annar bóltur, sum skal fáast inn um markið hjá mótstøðuliðnum. Eydnast tað gevur tað mál í hinum endanum. - Nú hava vit ein havnar­ mann millum okkum í dag. So hett a verður ein dystur millum høvuðsstaðin og okk­­­um í Klaksvík - kanska HåååååBæææ móti KÍ, skemt­­ar ein teirra. Ein annar er ikki samdur við honum: - Eg veit ikki, vit taptu so syngjandi móti tykkum seinast. So hett a er nokk meiri ein dystur millum tvey ójøvn lið - kanska sum millum 1. deild og 4. deild hjá KÍ! Tær báðar gera klárt, og so verður dysturin bríkslaður í gongd. Summir við stórum bóltum, og aðrir við smærri. Og væl gongur at raka henda lítla bóltin í miðjuni. Bólturin ferðast úr einum enda í hin, og tað gongur ein góð løta til annar parturin fær mál. Teir eru tó ikki meiri enn komnir yvir hett a, tá er bólturin komin inn um mark teirra megin. Javnleikur. Martha boðar nú frá, at dystur er lokin og at úrslitið gjørdist 1-1. Menn setast móð­ir niður aftur á stólar sín­ar. Teir turka sveitt an av pann­uni og anda djúpt. Hesa løtuna, sum dysturin vardi, høvdu teir heldur ikki stundir at hugsa um at teir eru sjúkir. Her eru allir eins. Allir eru teir í sama báti. Stavar - Nå, men nú er klokkan so mikið nógv, at eg haldi at vit gevast fyri í dag. Verður veðrið gott fríggjadagin kom­ andi, so fara vit út at ganga við stavum. - Havið tað so gott , all­ir samlir. Vit síggjast fríggja­ dagin kl. 10, siga Martha og Benadicta við ein munn. Ein og ein fara teir avstað. Onkur má ringja eftir bili. Onkur ætlar at ganga til hús í góðveðrinum. Og tann triði bjóðar einum teirra at koyra við sær. Bilurin stendur í garð­inum. Aftur í dag høvdu teir ein góðan dag saman. Tríggjar ferð um vikuna eru teir møtt ­ ir her so trúfast - frá kl. 10 til 14. Nú sleppa teir so til hús. Kanska onkur fer beina leið á sofuna. Men tað hevur hann so allar orsøkir til. Hett a hevur verið ein harð­ ur dagur. Men kortini ein góð­ur dagur. Og fríggjadagurin, hann verð­ur skjótur! Sum at elta deiggj til bollar Manningin seinasta mikudag var henda: Sjúkrarøktarfrøðingur: Katrin Nielsen (burturstødd) Ergoterapeutur: Martha Reyðberg Fysioterapeutur: Benadicta Ellingsgaard. Brúkarar: Jákup Fredriksen, Hákun Lützen, Sámal Christiansen, Sámal Mikkelsen, Dánjal Nielsen, Birni Hansen, Karl Martin Klein, Páll Østerø og Anfinn Justinussen. Manningin Teir sita so fittir og knoða grøna deiggið. Tað verður hvørki til bollar ella kleynur, men til hentar venjingar hjá hesum báðum monnunum við Parkinson Bóltspælið fær allar 9 at gloyma at teir hava eina lemjandi sjúku. Her ræður um at fáa tann ein bóltin yvir um mark hjá mótstøðuliðnum. Her er eingin munur á sjúkum og frískum – allir eru teir sum ein