Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 18. november 2005 Sum tíðin gongur koma alt fleiri avdúkingar um leik­lutin hjá teimum nýkonservativu í USA í álopinum á Irak. Eisini verður alt meira avdúkað um leiklutin hjá teimum nýkonservativu í teimum innan- og uttan­ríkispolitisku broytingunum, sum eru hendar í USA, síðan George W. Bush gjørdist forseti. Teir nýkonservativu hava ta áskoðan, at heimurin er býttur sundur í tey góðu og tey óndu. Meðan Sovjet enn var til, mettu teir nýkonservativu hetta stórvveldi um aðalumboð fyri tað ónda í heiminum og nýttu teir heitið Óndskapsins imperium um Sovjetsamveldið. Tá so múrurin fall og Sovjet fall, tóku tey nýkonservativu heiðurin av hesum søguligu hendingum, hóast allar serfrøðingar siga, at Eysturblokkurin fall orsakað av upploysingini innanífrá. Tá Sovjet og øll tess sameindu vóru fallin høvdu teir nýkonservativu ongar fíggindamyndir eftir, og í Clintontíðini høvdu teir lítla og onga ávirkan á am­erikanskan innan- og uttanríkispolitikk. Men hetta skuldi skjótt broytast. Hendingarnar í Afghanistan og seinni 11. september umframt gongdin í muslimska heiminum sum heild gav teimum nýkonservativu nýggj­an vind í seglini. Hóast USA virkið hevði stuðlað Saddam Hussein í krígnum við Iran bæði við vápnum og venjingum, so varð nú knappliga vent í holuni, og Saddam gjørdist ein meginfíggindi hjá teimum nýkonservativu. Teir settu sær fyri at fáa Saddam burtur og harvið fáa ræðið á olju Iraks, ið er hevur stóran týdning fyri USA. Bert eitt kríggj kundi loysa hendan politiska og búskaparliga trupulleika. Sum øllum kunnugt eydnaðist henda strategi, og tí stendur USA í dag upp undir báðar armar í trupulleikum í Irak. Menn eru av álvara farnir at tala um eitt nýtt Vietnam. Nú kann eingin harmast um, at ein harðrendur einaræðisharri sum Saddam verður tikin av ræði, men hinvegin má ein øtast yvir tað hykl, sum her gongur fyri seg, al tann tíð júst teir nýkonservativu hildu lív í hesum sama einaræðisharra í áravís. Til hesa myndina hoyrir eisini, at USA í stóran mun við sínum nýkonservativa innan- og uttanríkispolitikki sjálvt hevur skapt ella eigur týðandi leiklut í vaksandi muslimsku fundamentalismuni. USA stuðlar teimum harðendu arabisku einaræðislondunum, sum kúga fólkið og eyðræna oljuríkidømið. Einki verður gjørt fyri at broyta samfelagsbygnaðin og tær skipanir, sum so at siga klekja yvirgangsfelagsskapirnar. Hartil kemur so tann syndarligi standurin innanlendis í USA, har tey ríku støðugt gerast ríkari, meðan tey fátøku gerast fátækari. Rættartrygdin er út av lagi, deyðarevsingin er á hædd við Iran, og at kalla alt tað, ið hoyrir ein­um nútímanssamfelag til av vælferðartilboðum til borgararnar trýtur. Hetta er dapurt, og atburður teirra neokonservativu er skelkandi. Tað er bert ein vón, og hon er, at Demokratarnir vinna valini, ið næsta ár verða til kongressina. Tað hevði kanska kunna fingið USA at vent vandakósini. Og eitt aftrat: tað má ikki henda, at teir neokonservativu eisini fáa valdið í am­erikanska hægstarætti. Bara demokratar og liberalir republikanarar kunnu forða fyri tí. DAGSINS MEINING Sosialurin Skelkandi tíðindi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Finnur Helmsdal Vit eiga at takka fyri, at vit eiga hann, og hann er sanniliga enn ein orsøk til, at vit eiga at biðja faðirvár og takka so hjartaliga fyri, at hann er okkara millum. Jú, eg meini við trístjørnaða reportaran hjá Útvarpinum. Hann er so gløggur, ja, sum eingin annar. Hóast orðaskiftið um vektgjaldið vardi tveir og ein hálvan tíma, so legði trístjørnaði tilmerkis, at andstøðan kvetti ikki í tvey hesar samfullu tíggju korterini. Hvat fáa hasir andstøðutinglimirnir løn fyri? At sita og tiga, meðan teir tríggir anstøðuflokkarnir tosa í fýra ymiskar ættir um mál, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum helt sam­ gongan var fult samd um. Ja, var tað rætt, so skuldu allir í anstøðuni verið trekt­ir fyri 2 1/2 tíma í løn hósdagin, og kanska skuldu teir í samgonguni fingið tað frádrigna oman á sína løn. Løgið, at allir í anstøðuni skuldu velja at tiga ein og sama dag, í einum máli, har teir annars hava so nógv upp á hjartað. Eg veit, at teir hugsa nógv um umhvørvið. At teir vita, at nýggir dieselbilar ikki dálka meira enn bensinbilar, og so slettis ikki teir, sum hava fingið ísett partikulfiltur. Teir í andstøðuni vilja tí, at teir reinu dieselbilarnir ikki eiga at verða revsaðir við hægri vektgjaldi. Eg veit, at teir halda, at hýruvognar skulu sleppa nógv lættari í veggjaldi, enn teir gera í dag. Eg veit, at teir halda, at bilur, sum bert brennir rapsolju, skal gjalda millum lítið og einki í vegskatti, og at tað er blóðskeivt, at slíkur bilur skal rinda eins nógv í veggjaldi, sum ein dies­ elbilur ger í dag. Eg veit eisini, at lands­stýris­ maðurin er samdur við rættiliga nógvum av tí, sum andstøðan meinar um hendan spurningin. Hví fjandin siga tey tað so ikki. Hví nýta tey ikki høvi til at bera hetta fram undir 1. viðgerðini av lógaruppskotinum um vekt­ gjald. Hví tagdu tey øll 11. Ella var tað soleiðis, at andstøðan var kanska mest aktiv í orðaskiftinum í tinginum hósdagin, men at trístjørnaði ikki legði tað tilmerkis? Trúgvi ikki, at trístjørnaði kann hava mist ella ikki hoyrt tað, um andstøðan segði okkurt. Men OK. Kanska hava tey í andstøðuni sagt okkurt, men var tað so fátæksliga býtt og tí ikki vert at endurgeva. Álvaratos, tað er og verður mær ein gáta, at leiðslan í Útvarpi Føroya letur trí­stjørn­ aða sleppa at endurgeva eitt einasta orðaskifti. So tend­ ensi­øsur og út um alt mark subjektivur. Nevnda orðaskiftið endurgav trístjørnaði soleiðis, at hann tagdi alla andstøðuna fullkomiliga burtur og royndi so at geva einum klandri millum tríggjar sam­ gonguflokkar ein seriøsan dám. Er fremsta uppgáva hjá public service stovni ikki at endurgeva soleiðis, at lurtarin ella hyggjarin fær eina so sanna og objektiva mynd av støðuni, sum tilber? Eg sigi bara, trístjørnaði er ein trí­stjørn­ að kúla. Eg siga bara, farvæl Sofus. Trístjørnaði reportarin Fyri P/F Faroe Seafood Meinhard Jacobsen, stjóri Fyrst av øllum tillukku við kummuleringsavtaluni. Hetta tók langa tíð, men er nú loksins komið undir land, soleiðis at vit verða líkastillaðir við eitt nú norðmenn og íslendarar innan hetta økið. Gleðiligt er eisini, at tað ljóð­ar, at vit skulu líkastillast við Ísland hvat viðvíkur rá­vøruhandli tó manglar at hesi viðurskifti verða for­ m­ali­sera. Men út frá tí, ið løgmanður segði, eftir vitjanini í Íslandi, so má roknast við, at frá nýggjár 2005/2006 so eru hesi viðurskifti í rættlag. Tá ið vit nú skulu líkastillast við okkara grannar, so vendir eisini tankin inneftir á tær skipanir, ið eru virkandi í Føroyum. Hví eru hesar ikki líka fyri allar? Her verður serliga hugsað um skipanina við flutningsstuðli frá landingarmiðstøð og til endastøð, har firðir og sund skilja. Her verður ein ójavni gjørdur og hevur verði gjørdur líka síðan flutningsstuðulin byrjaði. Hetta evni hevur fleiri ferðir verið nevnt í fjølmiðlunum. Men í Føroyum verður einki gjørt fyri at javnstilla luttakarnar í kappingini. Høvuðsreglan er, at fiskurin, sum verður landaður á eini góðkendari landingarmiðstøð, og síðani fluttur haðani á nýtslustaðið yvir firðir og sund, fær flutningsstuðul til hetta. Her kemur so missjavnin. Sí eftirfylgjandi principilella dømi : Eitt skip landar á land­ ing­armiðstøðini hjá Beta í Runavík, fiskurin verður send­ur suður til Vágs til virk­ingar. Hesin fiskur fær flutningsstuðul. Sami fiskur verður landaður á landingarmiðstøðini hjá Faroe Seafood Runavík, fiskurin verður sendur suður til Vágs til virkingar. Hesin fiskur fær ikki ikki flutningsstuðul. Heilsufrøðisligu krøvini til landingarmiðstøðirnar eru tey somu. Fiskimálastyrið tulkar eina landingarmiðstøð øðr­ vísi enn Heilsufrøðisliga Starv­stovan. Tað er her, at mismunurin verður gjørdur. Her er tulkingin soleiðis, at um landingarmiðstøðin hevur annað virksemi, so sum at framleiða fisk, so fæst ikki flutningsstuðul til fisk fluttan frá hesi landingarmiðstøð. Hetta er beinleiðis kappingar­ avlagandi og hoyrir ongastaðni heima, at øll ikki eru líka fyri lógini. Fyrispurningurin til løgmann er: Veit løgmaður um henda mismun?? Er løgmaður samdur í, at mismunur skal praktiserast alt eftir hvørjir luttakararnir eru?? Hvørji tiltøk verða framd í hesum sambandi?? Nær verða hesi tiltøk framd?? Við vón um skjótt svar. P.S. Um løgmaður vil hava meira at vita um praksis við flutningsstuðuli, er hann vælkomin at venda sær til okkum beinleiðis. Opin fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard løgmann