Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2005 11 Fær Jóan Petur Dav­ id­sen, yvirlækni, eina ávaring, fer hann at klaga leiðsluna á Landssjúkrahúsinum Landssjúkrahúsið Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Fær Jóan Petur David­ sen, yvirlækni á Lands­ sjúkrahúsinum eina ávaring, fer hann at klaga leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Tað ger hann nú púra greitt í einum brævi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Jóan Petur Davidsen hevur verið leiðani yvirlækni á skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. Men í sambandi við ar­beiðs­steðgin hjá Starvs­ mannafelagnum, kom hann upp á tvørs av leiðsluni á landssjúkrahúsinum, tí sjúklingar vórðu lagdir undir skurð, hóast leiðslan hevði boðað frá, at viðgerðirnar skuldi avlýsast. Tað endaði við, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætl­ aði bæði at siga hann frá sum leiðandi yvirlækna og sum yvirlækna yvirhøvur. Seinni mátti leiðslan kort­ini ganga í seg sjálva aftur, so endin var, at Jóan Petur Davidsen varð settur frá sum leiðandi yvirlækni, men varðveitti starvið sum vanligur yvirlækni. Men hinvegin fekk hann eina ávaring frá leiðsluni. Men hesa ávaringina góð­ tekur hann ikki. Àvaring er meiningsleyst Í einum skrivi til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum stað­ festir Kristian Andreasen, sakførari hjá yvirlæknanum, at grundarlag er ikki fyri at geva honum eina ávaring. Og fær hann eina slíka fer hann ikki at góðtaka hana, men fer at kæra málið. Sakførarin vísir á, at einasta orsøk til at Jóan Petur Davidsen verður uppsagdur sum leiðandi yvirlækni, er framferð hansara undir arbeiðssteðginum og upp­ sagnin hevur onki við hans­ ara læknaliga gerning at gera. Tí kann hann ikki fáa eina ávaring, fyrrnn kanning er gjørd. Men heldur leiðslan fast um ávaringina, hevur yvirlæknin sjálvur rætt til at krevja eina slíka kanning. Sakførarin heldur eisini, at leiðslan kann ikki bæði siga hann upp sum leiðandi yvirlæknaog geva honum eina ávaring. At siga hann upp er tann meiri víðgongda avgerðin og tí kann hann ikki eisini fáa eina ávaring. – Tá ið hann er uppsagdur sum leiðandi yvirlækni, er tað meiningsleyst eisini at geva honum ávaring. sigur sakførarin og verður hildið fast um ávaringina, verður tað sostatt kært. Sakførarin leggur afturat, at felagið fyri serlæknar er púra samt í hesi avgerð. Noktar at taka ímóti eini ávaring – Tað er meiningsleyst at geva Jóan Petur Davidsen, yvirlækna, eina ávaring, sigur sakførari hansara og tað er Serlæknafelagið púra samt í 30 tons av brúktum klæðum Reyði Krossur: Fyri trimum vikum síðani skipaði Reyði Krossur fyri innsavning av klæðum kring alt landið, saman við FK-handlunum. Hósdagin vórðu 30 tons av góðum brúktum klæðum og nakað av skóm send víðari til systirfelagsskapin í Danmark. Har skulu fólk hjá Reyða Krossi síðani skilja tey sundur, í m.a. klæðir, sum skulu verða klár at senda til øki har náttúruvanlukkur henda. Her rýma fólk ofta frá húsi og heimi uttan at fáa klæðir við sær, ella til neyðhjálparsendingar í fátækra økjum. Higartil í ár hevur Reyði Krossur sent 80 tons av klæðum. Sb. Føroyska rentan kann hækka Á europeiska fíggjarmarknaðinum hoyrast nú gitingar um, at europeiski miðbankin hevur í hyggju at hækka stuttu rentuna úr 2,00% í 2,25% í desember mánaði. Hetta verður staðfest í seinastu útgávuni av Útlit og Rák, sum Kaupthing júst hevur sent viðskiftafólkum sínum. Fyri føroyingar vil ein slík hækking eisini merkjast, tí rentan her heima er beinleiðis tengd at europeisku rentuni. Kaupthing skrivar eisini, at fleiri umboð hjá miðbankanum hava lagt stóran dent á, at bankin er til reiðar at hækka rentuna, so skjótt sum tekin eru um hækkandi prís- ella búskaparvøkstur. Men nakra veruliga staðfesting verður talan so neyvan um fyrstu fýra mánaðirnar. -mørk Skálavík: Fólk í Skálavík og á Sandoynni annars skulu nú venja seg við, at tað nú ikki longur eitur vegurin við síðuna av bygdarhúsinum ella eystanfyri tey og tey húsini. Skálavík hevur nevniliga, sum tann fyrsta bygdin í Sandoynni, fingið nøvn á tær 18 gøturnar í bygdini. Hesar adressurnar eru allar góðkendar og skrásettar í Landsadressuskránni. Sb. Gøtunøvn í Skálavík Vetrarferðsla: Ein upp­ gerð sum vegadeildin hjá Landsverki hevur gjørt fyri seinasta vetur vísir, at 98 hálkudagar vóru í Eysturoynni ta ársins tíð. Uppgerðin vísir, at fyrsti kavadagurin var 24. Oktober í 2004 og at seinasti kavadagurin var 18. Mai í ár. Íalt vóru 104 hálkudagar seinasta vetur, upplýsir Landsverk. Mest av kava var í des­ ember um jóltíðir, tá nógvir dagar vóru við liggjandi kava. Nógvur kavi var eisini mesta partin av januar mánaði. Hetta ávirkar sum vera man eisini ferðsluna. Yv­ir­litið vísir nevniliga, at 95 hálkudagar vóru á Streymoynni, 72 í Norð­oyggj­ um, 70 í Vágum, 64 í Suðuroy og 58 á Sandoynni. Veturin 1992/93 vóru 135 hálkudagar og veturin 2002/03 63 hálkudagar. Sb. Flest hálkudagar í Eysturoynni