fríggjadagur 18. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
23
Sørvágs
kvinnur í
Trongisvági
Tveir dystir eru á skránni í
bestu flogbóltsdeildini hjá
kvinnum um vikuskiftið.
Serstakliga tykist talan
at verða um áhugaverda
uppgerð, tá SÍ kemur á
vitjan hjá TB.
Júst
hesi
bæði
liðini
dystaðust
seinasta vikuskiftið í
finaludystinum í FK-
kappingini. Tann dystin
vann TB, men talan var um
fyrstu veruligu finaluna,
sum SÍ hevur spælt, og tí
er einki at ivast í, at tær
vilja leggja nógv fyri, nú
tapið skal hevnast.
Hin dysturin er millum
KÍF og Mjølnir.
-mørk
5-mannafar
til Knørrar
felagið
Heimasíðan hjá Havnar
Róðrarfelag,
www.
drekin.fo, veit at siga,
at høvuðsstaðurin fær
spildurnýtt 5-mannafar til
komandi kappróðrarár.
Tað er Róðrarfelagið
Knørrur, sum letur hetta
smíða, og kemur felagið
soleiðis at hava umboðan
í trimum bátastøddum
komandi kappingarár.
Framman undan hevur
felagið
Knørr
og
Jarnbard.
Jannie Dam Jacobsen,
formaður í Knørri, sigur
við heimasíðuna, tey
ætla sær at hava tríggjar
manningar til bátin, sum
Sámal Hansen hevur
smíðað.
-mørk
Ciezlewicz
aftur til
Liverpool
Herfyri var ungi VB-
spælarin,
Adrian
Ciezlewicz,
á
venjingaruppihaldi í enska
stórfelagnum, Liverpool.
Eftir øllum at døma vóru
teir í Mersyside-felagnum
sera væl nøgdir um tað,
sum teir sóu. Teir hava í
øllum førum biðið um, at
spælarin kemur til felagið
eina ferð afturat.
Jákup í Stórustovu,
umboðsmaður, váttar
eisini, at so er, men hann
dugir ikki við vissu at
siga, júst nær Adrian fer
aftur til Onglands.
-mørk
Við longdum sáttmála
við Alex dos Santos
og tilgongd av Hanusi
Thorleifssyni úr
Skála tykist B36 hava
styrkt sær um vinstru
síðuna á liðnum
B36
Jákup Møk
Hóast meistarar, so tykist
B36 ikki hava nakrar ætlan
ir um at liggja á teirri løtu
síðuni, tá tað ræður um
fyrireikingar til komandi
kappingarárið.
Av fráfallið eru givni Allan
Mørkøre og nú seldi Ingi
Højsted einastu spælararnir,
sum við vissu ikki verða
við aftur næsta ár. Sylla er
komin til felagið úr ÍF, og í
aðrar mátar er mest sum víst,
at restin av hópinum heldur
fram. Einasti útlendingurin,
sum tó við vissu eisini verður
við komandi ár er Alex dos
Santos. Hann varð eisini kos
in sum ársins B36-spælari
av viðhaldsfólkunum, og tí
er einki at siga til, at hesi
vórðu fegin, tá formaðurin
á ársveitsluni kundi boða
frá, at partarnir høvdu gjørt
nýggjan tvey-ára sáttmála,
áðrenn spælarin fór til
Brasilia.
Og nú er so eisini greitt,
at nýggjur maður kemur á
vinstra miðvallarborð. Talan
er um 19 ára gamla Hanus
Thorleifsson av Skála. Hóast
sín unga aldur, so hevur hann
seinastu tvey árini verið
mest sum fastur partur av
góðu Skála-avriunum.
Hanus til B36
Hóast unga aldurin, so hevur
Hanus Thorleifsson verið
fastur partur á sterka Skála-
liðnum, har hann fyri tað
mesta hevur røkt plássið á
vinstra miðvølli. Nú verður
tað so við - og ikki ímóti -
B36, at hann skal kappast
VB og Sumba
ganga saman
aftur
Á eykaaðalfundi í
VB hóskvøldið var
stórur meiriluti fyri,
at tað eisini næsta ár
skal samstarvast við
Sumba
FÓTBÓLTSSAMSTARV
Jóannes Hansen
Í ár vóru tey saman. So vildu
vágbingar taka sundur aftur,
og nú bendir alt aftur á, at
sumbingar og vágbingar
eisini næsta ár fara at vera
felags um fótbóltsliðini í
tveimum teimum ovastu
deildunum.
VB heimasíðan - vb1905.
fo - veit at siga, at á triðja
VB eykaaðalfundinum í
tvær vikur varð hóskvøldið
stórur meiriluti fyri at taka
samstarvið við Sumba upp
aftur. 41 atkvøður vóru fyri,
og trettan vóru ímóti.
Síðani eykaaðalfundin,
sum var fyrr í vikuni, hev
ur leiðslan í VB verið í sam
bandi við Sumbiar Ítrótt
arfelag, sum alla tíðina hevur
verið hugað í, at samstarvið
skuldi halda fram. Sam
bært VB
heimasíðuni
verður útgangsstøðið fyri
samstarvinum avtalan, sum
hevur verið galdandi í farna
ári, men onkrar broytingar
skulu gerast í avtaluni. Hes
ar skulu fáast upp á pláss
av nevndunum, áðrenn
samstarvið formliga verður
undirskrivað.
Nýggjur formaður í fót
bóltsnevndini hjá VB er
Erhard Joensen. Hann varð
hóskvøldið valdur í staðin
fyri fyrrverandi formannin,
sum arbeiðir í Danmark.
Nú skifta
deildirnar
navn
Eftir øllum at døma broyta
fótbóltsdeildirnar navn frá
komandi kappingarárið at
rokna. Sambært skránni,
sum FSF hevur latið feløg
unum til árliga fundin, sum
verður nú leygardagin, so
tykist hetta í øllum førum
vera eitt av evnunum.
Undir »Broyting í kapp
ingarreglum fyri fótbólt«
stendur at lesa, at hesar
millum annað snúgva seg
um Formula-deildina, 1.
deild, 2. deild o.s.fr.
Tað fær illa merkt annað,
enn at heitini á deildunum
ætlandi skulu broytast
samsvarandi teimum broyt
ingum, sum eru sæddar
uttanlands.
So er spurningurin, hvørt
tað fer at eydnast FSF at fáa
feløgini at góðtaka hetta.
Sum skilst, so hava feløgini
verið nakað firtin um, at
býtislykilin av Formula-inn
tøkunum enn ikki er greitt
ásettur. Sagt verður, at á
fundinum í vár - tá sponsor-
avtalan varð góðtikin - var
semja samstundis um, at
endaligi býtislykilin seinni
skuldi ásetast í samráð við
feløgini.
Fleiri feløg siga tó, at
tey ikki eru tikin upp á
rað, men at tey hava fingið
útgoldið 25.000 kr. hvør.
Altso íalt 250 tkr. - svarandi
til helmingin av árligu
stuðulsupphæddini.
-mørk
---
Innanhýsis
mál skulu
eisini telja
Tað er eitt FIFA-krav, at
reglugerðirnar hjá ymsu
fótbóltssambondunum
kring knøttin nú skulu
standardiserast.
Hetta
soleiðis at FIFA - og í seinasta
enda ítróttardómstólurin í
Lausanne - altíð hava eins
ljóðandi reglur at halda
seg til, tá trætumál skulu
avgerast.
Tað inniber millum ann
að, at broytingar eisini
verða gjørdar í føroysku
kappingarreglunum. Ein av
hesum broytingum verður,
at frá komandi kappingarári
skulu mál skotin á útivølli
vektast tyngri, um tað
stendur á jøvnum millum
lið í stigum.
Sum er staðfesta føroysku
reglurnar, at stendur á
jøvnum í stigum, eru stig
í innanhýsis uppgerðum
avgerandi. Stendur eisini á
jøvnum her, verður samlaði
málmunurin avgerani. Altso
telur málmunurin í innahýsis
dystum ikki við í hesum -
og tíansheldur mál skotin á
útivølli.
Verður hetta rættað, er
hetta tó eisini í størri sam
svari við ætlanina handan
verandi reglugerð. Tá varð
broytingin serliga ætlað
yngru deildunum, har tað
fleiri ferðir er komið fyri,
at tvey javnt sterk lið enda
á sama stigatali. Hetta tí
tey vinna á øllum hinum
liðunum, og so kanska
vinna hvør sína innanh‡sis
uppgerð - ella spæla báðar
javnar.
Í uppskotinum varð dentur
tá lagdur á, at tað í slíkum
førum neyvan var ítróttarliga
rætt, at avgerðin skuldi tak
ast út frá, hvørt annað liðið
hevði vunnið 3- ella 10-0 á
onkrum av veikaru liðunum,
og tí skuldu innanhýsis upp
gerðir teljast fyrst. Í lóg
artekstinnum varð tó eitt
mistak, sum førdi til, at
hetta bert kom at fevna um
stig í innanhýsis dystum.
Ein avgerð, sum varð til
dómsnevndarviðgerðar
bert tvey umfør áðrenn
kappingarlok, tá VB og HB
vóru ájøvn í stigum. Og so
var upprunaliga ætlanin við
lógartekstinum brádliga ikki
galdandi longur.
Hetta er tó ongan tíð broytt
á aðalfundum síðani, men
við nýggju FIFA-reglunum
er nú líkt til, at mistakið
verður rættað.
-mørk
---
Kringvarps
sáttmálin á
skránna
Sum vit hava skrivað áður,
so hevur tað elvt til stóra
misnøgd, at Kringvarpið
higartil hevur sýtt fyri at
nýta sponsornøvn í ítrótt
arsendingum sínum. Eitt nú
hevur hetta verið staðfest, tá
Hond- og Fótbóltssambandið
hava gjørt stuðulsavtalur um
navngeving av kappingum.
Hetta hevur fingið FSF til
at »blokera« samráðingum
um nýggjan sáttmála millum
ÍSF og Kringvarpið. Verandi
sáttmáli er sagdur upp til 1.
januar, og FSF hevur sett
sum ófrávíkiligt krav, at
skulu teir vera við, so vilja
teir treyta sær, at »røttu«
heitini verða brúkt. Hartil
hevur staðfestingin frá ÍSF
verið, at teir gera ikki ein
sáttmála, uttan so at hesin
er kollektivur. Tað vil siga
at øll sersambondini kunnu
góðtaka hendan.
Higartil hava nakrir fundir
verið millum ÍSF og Kring
varpið, og við tann seinasta
av hesum vóru umboð fyri
FSF eisini við.
Kunning um gongdina í
málinum er sett á skránna,
nú feløgini og FSF hava
fund. Og roknast kann við,
at FSF her vil lodda dýpið,
um feløgini framhaldandi
eru samd um at halda eins
fast um kravið.