Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 222 - 18. november 2005 Nr. 222 • Fríggjadagur • 18. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Tað gekk skjótt fyri seg, tá Birmingham legði seg eftir Inga Højsted. Teir vildu hava spælaran til Onglands, og tað fingu teir eisini Ingi Jákup Mørki Gjøgnum alt árið - og ser­ liga eftir góðu UEFA-Cup avrikini - vóru fleiri feløg, sum sýndu Inga Højsted ans. Nógvir fyrispurningar vóru um royndarvenjingar, men í fyrstu atløgu valdu Ingi og umboðsmaður hans­ara, Jákup í Stórustovu, at bíða. Men tá Birmingham kom inn í myndina, vildu teir hava, at hetta skuldi ganga skjótt fyri seg, staðfestir Jákup. Sum so Birmingham als ikki inni í myndini, fyrr enn Føroyar tann 8. oktober spældu útidyst móti Ísrael. Har vóru umboð fyri enska felagið til staðar, og tá fyrstu trý korterini vóru av, høvdu hesi sæð nóg mikið. - Teir ringdu til mín í hálvleikinum, og boðini vóru stutt og greið. Teir vildu hava Inga til felagið - og tað skuldi vera skjót­ast gjørligt. Nakra royndarvenjing varð als ikki tosað um, staðfestir Jákup í Stórustovu. Og umboðsmaðurin fegn­­ ast annars um, at Ingi nú hevur tikið hetta risa-stóra fetið inn í Premier League. - Tað vísir eisini, at Ingi er serstakur. Eftir skaðarnar í Arsenal vóru mong, sum hildu tað vera eitt afturstig, at hann kom aftur til Før­ oya. Men hevur - eins og Súni Olsen - prógvað, at tað væl ber til at koma heim, fyri síðani aftur at seta kós úteftir. Og sum so er tað eisini hóskandi, at tað júst er Ingi, sum er fyrsti føroyingurin, sum veruliga kemur í Premier League. Hann var jú eisini tann fyrsti, sum kom til eitt enskt felag sum lærlingur, so í so máta er ringurin nú liðugur, heldur Jákup. Teir ringdu í hálvleikinum Sjálvur sáttmálin hjá Inga Højsted við Birmingham er býttur í tvey. Sáttmálin, sum verður undirskrivaður mánadagin, bindur í fyrstu atløgu spælaran til felagið fram til 30. juni. Men gongst eftir vild, so hevur Birmingham optión upp á trý ára sáttmála. - Tað er jú eingin loyna, at Ingi hevur verið nógv skaddur. Tað veit felagið sjálvandi eisini av, og tí vilja teir ikki binda seg alt ov langt longu nú. Men allir smálutir í einum komandi trý-ára sáttmála eru greiddir, so um Ingi ikki er alt ov óheppin, so verður nýggjur sáttmáli undirskrivaður, tá summarið fer at nærkast, sigur Jákup í Stórustovu. -mørk 30. juni + trý ár Komandi arbeiðsgevarin hjá Inga hevur nakað so óvanligt sum eina kvinnu í stjórastólinum. Í Birmingham er tað nevnliga Karren Brady, sum situr í stjórastólinum, og tað hevur hon gjørt nú í nøkur ár. Upprunaliga var hon fyrsta kvinna, sum sat í slíkum starvi í Onglandi, men nú eru tó einstakar aðrar eisini komnar á somu hill. Eitt kuriosum í hesum sam­bandi er annars, at Karren er gift við fót­ bólts­spælaranum, Paul Pescisolido. Hann spældi eitt skift við Birmingham, men tá hann ikki megnaði at vinna sær pláss í álopinum hjá liðnum, hevði frúan bara eitt at gera. Hon selda mannin hjá sær til Derby! Men hóast hetta, so gongur hjúnarlagið fram­ vegis væl. Karran og Paul eru lukkuliga gift, og saman hava tey tvey børn. -mørk Sterk kvinna í Birmingham Báðir vóru teir væl hýrdir. Ingi Højsted og Jákup í Stóru­ stovu, sum nú á øðrum sinni herja á Ongland. Hesa ferð í Premier League Mynd: Jens Kristian Vang Emile Heskey, Nicky butt og Mikael For­sell verða millum kom­ andi liðfelagarnar hjá Inga Højsted. Mána­dagin skrivar hann undir sáttmála við Birmingham City, har fyrrverandi Manchester United liðskiparin, Steve Bruce, nú er venjari Premier League Jákup Mørk So er stóri dreymurin veru­leiki. Sjálvur var Ingi Højsted fyrsti føroyingurin, sum fekk snoddað til enska fótbólt, tá hann í 2001 gjørdi lærlingasáttmála við Arsenal. Ein slóð, sum Johan Troest Davidsen og Christian Restorff Mouritsen síðani hava fylgt í ávíkavist Everton og Manchester City. Men hesa ferð er talan ikki um lærlingasáttmála. Ingi Højsted hevur nevnliga gjørt fulltíðar yrkissáttmála við Birmingham í ensku Premier League, og soleiðis skal hann á jøvnum føti við allar aðrar spælarar í felagnum dystast um eitt pláss millum teir fyrstu ellivu. Lønina vil hann ikki tosa um, men sambært umboðsmanni hans­ara, so man hon ikki vera heilt av leið. - Vit fara sjálvandi ikki at siga nøkur tøl. Men gongur tað væl hjá Inga á vøllinum, so kemur hetta øllum pørtum til góðar, ljóðar staðfestingin frá Jákupi í Stórustovu. Tá hann sum bara 15 ára gamal skrivaði sátt­mála við Arsenal, var ein av yvirskriftunum her í blaðnum, at Ingi í veruleikanum helt við Manchester United. Tí kann tað kanska tykjast stuttligt, at tað nú er fyrrverandi Man U- liðskiparin, Steve Bruce, sum skal gera av, hvørt Ingi kemur á besta liðið ella ikki. Men hetta tykist tó ikki vera nakað, sum nú meira vaksni Ingi hevur hugsað nakað serligt um. - Eg kenni sum so ongan í felagnum, men teir munnu væl allir vera sum spælarar flestu, ljóðar óimponeraða svarið. Og heldur ikki tykist hann hugsa nakað stórvegis, tá tosað verður um, at Nicky Butt kann gerast miðvallarfelagið hjá sær. Men hinvegin vildi tað helst verið ein miðvøllur, sum sjálvt Roy Keane hevði havt eina ávísa virðing fyri í nærdystum. Bíðitíðin kann vera frustrerandi Tað hevur frá nógvum síð­um verið roknað sum giv­ið, at tíðin hjá Inga í føroyskum fótbólti mest sum var upp á lænta tíð. Hetta var eisini nakað, sum Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, sum rekur besta B36-liðið, ásannaði á tíðindafundinum. - Soleiðis sum Ingi hevur spælt í ár, so var tað nokk bara ein spurningur um tíð. Ikki minst eftir útidystin móti FC Midtjylland, tá flestu miðlarnir skýrdu hann at vera besta mann á vøllinum. Tað haldi eg eisini staðfesti, hvussu stórar kvalitetir Ingi hevur sum spælari, og tí vistu vit av, at hann mest sannlíkt fór uttanlands aftur. - Hinvegin, so vil eg samstundis takka Inga fyri tíðina, sum vit hava havt hann. Bæði í yngru deildum, og ikki minst í ár, har hann var ein týðandi partur av liðnum, sum gjørdist føroyameistari. Bæði sum spælari, og ikki minst sum menniskja hevur hann verið sera týdningarmikil. Og tí gleðast vit um hetta stigið hjá honum, hóast vit sjálvandi vita av, at hetta eisini er ein stórur ítróttarligur missur fyri felagið, staðfestir Kristjan á Neystabø. Og sjálvur tykist Ingi eisini vera fegin um hetta árið, sum hann nú aftur hevur havt í B36. - Tá eg kom aftur, so vildi eg fyrst og fremst sleppa at spæla dystir aftur. Eg hevði verið nógv skaddur, og tí ráddi fyrst og fremst um at koma ígongd. Og at tað hevur gingið somikið væl, kann eg bara fegnast um. Eg havi eisini bitið meg fastan á landsliðnum, og havi at kalla einki sum helst merkt til skaðan, sum áhaldandi plágaði meg í Arsenal. - Hinvegin hevur málið alla tíðina verið, at eg skuldi sleppa uttanlands aftur. Serliga síðani summar­ steðgin hava gitingarnar um tína framtíð verið nógv­ar. Hev­ ur tað ikki verið frustr­erandi til tíðir? - Tað er jú altíð soleiðis, at tað tekur tíð, tá slík mál skulu avgreiðast. Men talan hevur verið um hampuliga nógvar fyrispurningar, og tí hevur tað í løtum verið heldur frustrerandi. Hinvegin havi eg sjálvur bara roynt at verið tolin og arbeitt hart, staðfestir hann. Skal á liðið Í fyrstu atløgu er talan um sáttmála fram til 30. juni, og innan hesa tíð skal Ingi so sannføra um, at hann er ein maður, sum Birmingham kann fáa gagn av í framtíðini. Hetta kann kanska leggja eitt trýst á spælaran, men sjálvur tykist Ingi vera full­ greiður um, hvørji mál hann ætlar sær at røkka komandi sjey mánaðirnar. - Eg ætli mær at vinna pláss á Premier League liðn­ um. Sjálvandi verður tað ikki lætt, tí har eru jú nógvir um boðið. Men tað er jú tað, sum er endamálið við hesum. Og í øllum førum skulu teir so síggja, at eg kann styrkja um hópin. Og so leggur hann afturat, at hóast mongu skaðarnar, so var tíðin í Arsenal ótrúliga lærurík í so máta. - Eg lærdi ótrúliga nógv tey árini. Sálarliga búnast tú nógv, tá tú fer avstað somikið ungur, og eisini kropsliga og fótbóltsliga havi eg lært heilt nógv. Somikið nógv, at eg ivist ikki eina løtu í, at hendan tíðin hevur gjørt meg til ein nógv betri spælara, enn eg annars hevði verið. Føroyskt stál í Premier League So er dreymurin veruleiki. Birmingham City og Premier League bíða eftir fyrstu føroysku fótatraðkunum Mynd: Jens Kristian Vang