Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 222 - 18. november 2005 21 Guðs skaparverk, og vit eru tí úrslit av tí. Happingin av einum minniluta er eitt mannaskapt problem. Kaj Leo Johannesen, sambandsflokkurin, Kaj Leo atkvøður fyri Í sambandsflokkinum at­ kvøða tinglimirnir eft­ir egnari sann­føring í etisk­um málum. Kaj Leo fer at atkvøða fyri, tí hann gongur 100% inn fyri mannarættindasáttmálanum hjá ST og vil tillaga okkara lóggávu eftir hesum. Vit vita jú eisini, at hetta málið fer at koma uppaftur støðugt, inntil tað er komið í gjøgnum. Hann er vaksin upp í kristnu siðalæruni, og dugir ikki at síggja hvussu hetta skuldi undirgrava hana, og hevur heldur ongan áhuga í at undirgrava hana. Hann er av teirri sannføring, at poli­ tikkur og religíon ikki skulu blandast. Tá henda lóg varð viðtikin í Danmark, atkvøddu fólkatingslimirnir hjá Kriste­ lig Folkeparti blankt. Tað er týdningarmikið ikki at lata kenslurnar fara upp at gartera í hesum máli. Hetta snýr seg bara um happing av samkyndum og ikki annað. Kaj Leo viðgongur tó, at hann ikki ætlar sær at slíta nakra samgongu fyri hetta mál, men samgongan hevur í skrivandi stund ikki nakra ætlan um at atkvøða saman í hesum máli. Kári P. Højgaard, sjálvstýrisflokkurin, Kári atkvøður ímóti Hann heldur, at tað er ein trupulleiki at fara og lóggeva fyri serstakar bólkar á henda hátt, men er ímóti allari happ­ing. Men hann kennir hvørki til happingina, ella til hvat man leggur í kynsliga sannføring. Hann heldur, at hinir bólk­ar­nir, sum eru nevndir í lógini, skulu skiljast sum gene­rellar viðmerkingar. Hann heldur, at alt hetta málið er øgiliga keðiligt fyri tey, ið hava eina aðra kyns­ liga sannføring, tí tey eru sett ovast á breddan á hendan hátta. Eg haldi, at tey skulu sleppa at liva í frið. Eg vil ikki gera tílíkt, at eyðmerkja tey sum ein serstakan bólk og kasta ljós á tey. Kristian Magnussen, javnaðarflokkurin, Kristian atkvøður fyri Kristian ætlar at atkvøða fyri. Hann dugir ikki at síggja pro­ blemið í at góðkenna hetta objektivt sæð. Man má rokna við, at homoseksuell eru marginalisera í einum lítlum samfelag sum okkara. Men hann veit ikki hvussu ein tílík lóggáva hjálpir. Hann sigur tó, at hann ongar ætl­anir hevur um at slíta sam­ gonguna yvir hetta mál, um tað skuldi gjørst aktuelt Kristian dugir ikki at síggja, hvussu hetta skuldi undir­minera Føroyar sum krist­ið samfelag. Summi síggja hetta sum fyrsta stig í stríðnum fyri víðari rætt­ indum. Men Kristian sigur, at prinsipielt dugur hann ikki at síggja nakran trupulleika í, at samkynd sleppa at arva hvør annan. Men tíðin skal ivaleyst mýkja hetta eitt sind­ ur meira. Lisbeth L. Petersen, sambandsflokkurin, Lis­beth hevur enn ikki avgjørt hvat hon atkvøður Lisbeth sigur, at hon einki hevur í móti samkyndum. Men hevur okkurt ivamál um viðmerkingarnar hjá upp­­skot­stillarunum til upp­ skotið. Men hon ætlar at fylgja við í viðgerðini av máli­num, og síðan fer hon at taka endaliga støðu. Marjus Dam, sam­ bandsflokkurin. Marius atkvøður ímóti Marjus Dam ætlar at atkvøða ímóti uppskotinum. Marius heldur ikki, at nakar skal diskriminerast. Men sigur, at tey longu eru vard av lógini. Hann sigur, at hendan typan hevur altíð verið í okkara samfelag, og hann dugir ikki at síggja, at tað er neyðugt at koyra eina serparagraf í lógina fyri at verja tey. Tey kenna seg kanska happaði, men t.d. tá ráðstevnan var, pástandi eg, at tey koyrdu fram á ein harligan hátt, sum provokeraði onnur. Spurn­ing­ urin er, um tey ikki happaðu religiøsar minnilutar, sigur Marjus. Hann heldur, at tey homo­ seksuellu hava útnevnt seg til martyrar, og at tað skal begrunda, at tey verða vard av lógini. Fólk kunnu sakt­ ans liva í Føroyum vegna seksuella orientering. Mál­ið verður felt, orsaka av nógv­ um av tí sum fer fram innan hatta økið, har man t.d. vil inn í kirkjuna at giftast. Jørgin Niclasen, fólkaf­lokkurin, Jørgin atkvøður ímóti Jørgin sigur, at flokksins støða er, at tey atkvøða ímóti, eing­in skal ivast í, hvør støð­ an hjá fólkaflokkinum er. men eingin tinglimur verður noyddur, at atkvøða á ein ávísan hátt. Orsøkin til, at Jørgin ætl­ ar at atkvøða í móti er, at hann ikki heldur, at man skal nevna serstakar bólkar í lógini um happing, men best hevði verið at tikið all­ ar bólkar úr. Hann sigur, at í honum er borið, at man diskriminerar ikki fólk, líka mikið um tað snýr seg um húðarlit ella hárfarvu, og hatta við kynsligari sann­ før­ing er ikki nakað, sum hann hevur hugsað um áð­ur, men heldur ikki, at tey vera happaði í løtuni. Hann held­ ur, at politikarar fáa nógv meira útyvir seg, og áttu kanska heldur at verðið skriv­ aðir inn í lógina. Henrik Old, javn­aðar­ flokkurin. Henrik vil ikki siga, hvat hann atkvøður. Henrik sigur, at hann ong­ an­tíð svarar tílíkum spurn­ ingum áðrenn atkøtt verð­ ur. Karsten Hansen, tjóð­veldisflokkurin, Karsten atkvøður ímóti Karsten fer at atkvøða ímóti, hóast hann ikki heldur, at nakar eigur at happa nakran annan. Men heldur, at man heldur átti at gjørt eina gene­ rella happingarlóg, sum t.d. eisini tók hædd fyri teimum, sum eru illa fyri sosialt. Hann sigur, at hann ikki blandar seg í, hvussu einstaklingar liva. Men hetta málið snýr seg um at koma víðari, og hetta hóskar ikki til hansara kristnu sannføring. Jesus sigur, at tú skalt ikki synda meira. Karsten sigur, at hvørja ferð hann skal at­kvøða um eitt mál, so ger hann tað útfrá sannføringini, at hann atkvøður fyri tí, sum rætt er, og hesuferð er hansara sannføring, at hann skal atkvøða ímóti. Poul Michelsen, fólka­flokkurin. Poul atkvøður fyri uppskotinum Poul er í løtuni staddur í Est­landi, og tað bar ikki til at fáa fatur á honum. Hann hevur tó gjørt greitt í øðrum miðlum, at hann er av tí sannføring, at tað ikki skal vera loyvt at happa fólk orsakað av teirra kynsligu sannføring, og tí ætlar hann ikki at atkvøða saman við restini av Fólkaflokkinum. Óli Breckmann, fólka­flokkurin. Óli atkvøður ímóti Óli heldur at tíðin er komin at seta eina striku í sandin. Henda aggresiva ideologiin er ein fýratrinsrakkett, sum endar við einum sirkusi av prestum og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sundurlesingin og børnum, sum gerast hvørkikyn. Hann sigur, at eingin ivi skal vera um, at hann hevði hopa at sloppið undan hesum. Men nú tað endiliga skuldi dragast inn á tingsins borð, so skulu tey fáa ein framman á. Óli heldur, at hesar ideolog­ isku aggresiónirnar eru so pínligar, og tað er keðiligt at fáa tað stungið upp í nøsina á hendan hátt. Hann hopar, at málið spælir av uttan at særa ov nógv. Honum dámar als ikki hetta slagið av lóggávu. Hetta er tankapoliti - Hevur tú loyvi at hugsa okkurt, men ikki at siga tað? og um tú sigur tað, skalt tú straffast fyri tað? Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldisflokkurin, Páll hevur ikki avgjørt, hvat hann sk­al atkvøða. Eg havi vanliga greiðar mein­ ingar um flest øll mál, men eg veit satt at siga ikki, hvat eg skal halda í hesum føri, sigur Páll. Hetta er bert triðju ferð, at hann hevur ivast í einum máli, síðan hann kom á ting. Talan er her um týdningarmiklar áskoðanir, sum traðka upp ímóti hvør aðrari. Hann hevur hugsað nógv um málið, men er ikki komin til nakra niðurstøðu enn. Páll vónar, at hann verð­ ur klókari, aftan á viðgerðina av málinum. Hann sigur ann­ars, at hann kundi hugsa mær at vita, hvat Jesus hevði atkvøtt. Vilhelm Johannesen, javnaðarflokkurin. Vilhelm atkvøður fyri Hann hevur fyrr lagt hetta mál fyri tingið, og ætlar sær eisini at atkvøða fyri hesu­ ferð. Orsøkin er ein­føld, hann ynskir, at tað skal verða javnstøða millum før­ oy­ingar. Kjartan Joensen, fólka­ flokkurin. Kjartan atkvøður ímóti Kjartan ætlar at atkvøða ímóti við flokkinum. Hann sigur, at fyri at skera tað út í papp, er tað heilt greitt, at hetta uppskot er ein roynd at gera tað ónatúrliga natúrligt. Um ætlanin er, at Finnur Helms­dal skal sleppa at gifta seg við einum manni, og Annita við einum kvinnu, so er hetta so langt úti, at hetta skal fáast av borðinum sum skjótast. Hann skilur ikki tjóð­veldisflokkin. Hvat er hetta fyri ein republikkur, har fólk av sama kyni ganga í skrásett parlag og krevja kirkju­víglslu? Tað er heilt fantastiskt, at hetta er tað, man vil bjóða.Tað finnast ikki orð fyri hvussu langt úti hetta er sigur Kjartan Jaspur Vang, sam­ bandsflokkurin. Jaspur atkvøður ímóti Hatta er eitt viðkvæmt mál, sigur Jaspur, ið er iv­ ing­arsamur, um tað er rætt at lóggeva um ein bólk av menniskjum, sum eru ac­cepteraður flokkur. Við at lóggeva fyri hesum minni­ luta, bólkar man hesi fólk sum minniluta, sum krevur vernd. Útpeikar tey sum veik­an bólk. Tað er annars ikki mín fatan av teimum. Eg minnist ikki nøkur ítøki­ lig dømir um mismun og happing, í størvum ella rætt­ indum annars. Eitt annað aspekt eru manna­rættindini. Her verður tali, skrivi og trúarfrælsu av­bjóða. Her kann gerast ein konflikt millum átrúnarliga rættin og kynsliga rættin. Har­umframt heldur Jaspur, at tað eru so nógv ár liðin, síðan lógin kom í Danmark. Tíðin er kanska farin frá at lóggeva á hesum økið, vit eru ikki so langt aftan fyri Danmark. Tríggir eru ikki spurdir Tíanverri fingu vit ikki fat­­ur í Olavi Enomoto úr sambandsflokkinum og Sverra Midjord og Andri­as Petersen úr javn­aðar­flokk­ inum. mkynd móti happing og mismuni av prestum og ættleiðing. Hetta endar í einum kaos við sundurlesingin og børnum, sum gerast hvørkikyn. Bill Justinussen ræðist, at Bíblian skal gerast ólóglig og Kjartan Joensen fer eft­ir manninum, og gerst sera persónligur ímóti upp­ skotstillarunum. Hóv­­liga neisíðan byggir á hugs­anina um, at tað er galið, at taka serligar bólkar framum aðr­ ar, og at øll happing átti at verið ólóglig. Men av hesum er eingin, ið hevur beinleiðis ætlanir um at broyta lógina, soleiðis at hon í staðin fyri at umfata verandi bólkar um­fatar øll. Nógv føra fram, at sam­ kynt ikki vera happaði, með­an Gerhard Lognberg hev­ur erligastu orsøkina, og sigur,at hann hevði enda í Skansanum um henda lóg­ gáva var galdandi. Á ja síðuni eru tað manna­ rættindini, ið eru berandi argu­menti - tolsemið móti sínum medmenniskjum og ynski um líkarætt. Kaj Leo Johannesen vil hava føroysku lóg­gávuna at samsvara við altjóða mannarætt. Annita á Fríðriksmørk heldur, at skulu vit vera eitt sjálvstøðugt land, mugu vit vísa øllum okkara borgarum, at pláss er fyri teimum. Aðrar røddir, sum tann hjá Tórbjørni Jacobsen minna á, at hetta bert snýr seg um happing, og ikki um nakað annað. At døma eftir nøkrum av svarunum kann kjakið gerast heitt í tinginum, tá avgerin skal takast, um føroyingar frameftir skulu hava loyvi til at happa og gera mismun á fólki vegna kynsliga sann­ føring.