fríggjadagur 18. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 222 - 18. november 2005
Alfred Olsen,
sambandsflokkurin.
Alfred atkvøður ímóti
Alfred fer at atkvøða ímóti,
tí hann metir, at næstan eing
in happar tey samkyndu.
Tí sær hann ikki orsøk til
at gera tílíka lóggávu. Tey
samkyndu høvdu t.d. stevnu
herfyri og høvdu frítt at fara
allastaðni.
Harafturat byggir føroyska
samfelagið á kristnu hugsjón
ina, um at maður og kvinna
eru karmur um heimið og
fyri børnini. Tílík lóggáva er
ikki samanberilig við hesa
hugsjón, heldur Alfred.
Alfred heldur, at hetta
uppskotið kann føra til, at
man ger teimum samkyndu
størri mein. Hann sigur, at
vit eru ein kristin tjóð og
taka tí hond um øll - tað er
grundsjónarmiðið, tí er hetta
ikki neyðugt. Hann sigur seg
ikki fýlast á tey samkyndu
og heldur seg ikki happa
nakran.
Anfinn Kallsberg,
fólkaflokkurin.
Anfinn atkvøður ímóti
Annfinn fer at atkvøða
saman við flokkinum. Tey
hava saman tikið tí støð
una at atkvøða ímóti upp
skotinum. Anfinn heldur
slíka lóggávu vera ein óvana.
Fólkaflokkurin er ímóti allari
happing, men heldur ikki, at
man skal lóggeva fyri hvønn
bólk í sær.
Annfinn vísir til Jørgen
Niclassen, sum er formaður
í tingbólkinum, fyri aðrar
viðmerkingar.
Annita á Fríðríks
mørk, tjóðveldis
flokkurin. Annita
atkvøður fyri
Annita á Fríðríksmørk er
ein av uppskotstillarunum.
Hon sigur, at orsøkin til,
at tey stilla uppskotið, er
at viðurskiftini hjá teimum
samkyndu ikki eru nóg góð,
sum er. Alt ov nógv almenn
signal koma, sum siga, at tað
ikki er rætt at vera samkynd.
Tey samkyndu hava ikki
sama møguleika fyri innivist
í samfelagnum sum hinkynt.
Ein tjóð, sum vil teljast mill
um heimsins bestu, kann
ikki nokta teimum sam
kyndu grunnleggjandi rætt
indi. Í noktani liggur eitt
afturhildni, sum ger, at man
ikki kann gerast besta tjóð í
heiminum, sigur Annita.
Tolsemið ímóti øllum
bólkum er týdningarmikið.
Tí er eisini neyðugt at vera
til reiðar at lurta eftir hinum
sjónarmiðunum,
sigur
Annita.
Bill Justinussen,
miðflokkurin. Bill
atkvøður ímóti
Bill atkvøður ímóti uppskoti
num, tí hann er ímóti at lata
hurðina upp fyri teimum
avleiðingum sum henda lóg
gáva hevur við sær. Tú fert
ikki longur at hava loyvi
at siga tína meining um
henda lívsháttin, og vísir
til gongdina í hinum Norð
urlondunum. Hasin bólkurin
fer at krevja, at aðrar lógir
koma á tingborðið. Tá fer
tað ikki at bera til at viðgera
málini nóg væl, tí tú hevur
eina ákæru hangandi yvir
tær, sigur Bill.
Tað at kunna úttala seg
og siga sína meining eisini
við teimum orðum, sum
Bíblian brúkar, er eisini ein
mannarættur, ið miðflokkurin
ikki vil skerja Her er talan
um eina lóggávu, har ein
bólkur fær rættindi framum
aðrar bólkar, sigur Bill.
Bill sigur, at miðflokkurin
fyrst og fremst ikki víðkað
rættindini hjá samkyndum, tí
hvat verður tað næsta? Skrá
sett parlag? Ættleiðing av
børnum? Vit venda okkum
ímóti levnaðinum ikki ímóti
teimum samkyndu, sigur
hann.
Edmund Joensen,
sambandsflokkurin.
Edmund hevur ikki
tikið støðu enn
Tingformaðurin Edmund
Joensen hevur ikki tikið
støðu í hesum máli enn.
Hann sigur, at hann satt at
siga, ikki hevur sett seg nóg
væl inn í málið enn. Tí ætlar
hann at fylgja viðgerini og
síðan at taka støðu. Hann
minnir á, at hann er ein part
ur av eini samgongu og tí
eisini má taka støðu út frá
hesum.
Finnur Helmsdal,
tjóðveldisflokkurin.
Finnur atkvøður fyri
Finnur Helmsdal er saman
við Annitu á Fríðriksmørk
uppskotstillari. Hann sigur,
at hann heldur, at vit øll
eiga at vera líka fyri lógini,
óansæð hvørji vit eru. Hetta
mál snýr seg um rættindi,
og ikki um hvat eg haldi um
homoseksuell, sigur Finn
ur.
Hetta uppskotið snýr seg
bara um greinina um dis
kriminering. Men persónliga
hevur Finnur einki í móti, at
man fer víðari. Fyri hansara
skuld mugu samkynd fegin
hava somu rættindi, sum hin
kynd. Sum er hava tey t.d.
ikki loyvið at giftast og liva
kærleikan út á hendan hátt.
Finnur er ikki bangin um,
at hetta kann undirgrava
kristna samfelagið. Hann
sigur, at her er ein munur á
fólki, sum grunnleggjandi
snýr seg um, um man held
ur, at Bíblian er skrivað
av Gudi ella av monnum.
Finnur trýr, at hon er skrivað
av monnum og vísir á, at
bulurin í kristindóminum er
humanisman. Hin bólkurin
heldur, at Bíblian er skrivað
av Gudi, og hesi fólk forsaka
humanismuna, tí hon ikki
passar heilt inn.
Gerhard Lognberg,
javnaðarflokkurin.
Gerhard atkvøður
í móti
Gerhard Lognberg sigur, at
hann fer øgiliga erliga og av
hjarta at trýsta á neiknøttin.
Tá hann skal atkvøða. Hann
sigur, at um man byrjar við
hesið lóggávuni, so verður
endin, at man fer víðari.
Hann sigur somuleiðis, at um
hendan lógin var galdandi, tá
hann skrivaði síni lesarabrøv
í summar, so hevði hann
enda í Skansanum.
Hann heldur, at um man
vendur málinum á høvdið,
so hótti Amnesty við at
skriva rapportir um hann, tá
hann í sambandi við, at tey
samkyndu høvdu ráðstevnu,
gav sína meining til kennar.
Tey søgdu, at hann hevði
gjørt seg inn á tey samkyndu.
Her gjørdu Amnesty seg inn
á meg, sigur Gerhard.
Hann heldur ikki hetta
snýr seg um mannarættindi.
Vit eiga ikki at venda okkum
burt frá bíbliuni, tað gera vit
alt ov nógv av. Eg vil heldur
hava bíbliuna sum rættisnór,
sigur Gerhard.
Heðin Zachariasen,
fólkaflokkurin. Heðin
atkvøður ímóti
Heðin atkvøður við fólka
flokkinum ímóti uppskoti
num. Hann sigur, at motiva
tiónin fyrst og fremst er tann,
at man ikki skal taka ein bólk
og gera serlógir fyri hann.
Men Heðin er eisini bangin
fyri, at hetta koyrir víðari og
endar við gifting av fólki av
sama kyni og ættleiðing av
børnum. Hann metir ikki,
at hetta er ein nátúrligur
lívsháttur, at kvinna livur
við kvinnu og maður við
manni. Hetta er ein roynd at
gera tað ónatúrliga náturligt,
sigur Heðin.
Heidi Petersen, tjóð
veldisflokkurin.
Heidi atkvøður fyri.
Heidi sigur, at hon ongantíð
hevur hildið, hetta evnið verið
serliga áhugavert. Kynslívið
hoyrir privatlívinum til. Hon
hevur t.d. ongantíð hoyrt
fólk presenteraði sum hin
kynt. Hon heldur, at tað er
sjálvsagt, at man skal hava
rættindi at hava sín seksuali
tet uttan at verða happaður.
Heidi er als ikki bangin,
fyri at henda lóggáva skal
undirgrava Føroyar sum
kristið samfelag. Hon heldur
at tað er syndarligt, at man
verður skýrdur ikki at vera
rætttrúgvandi, um man ikki
vil, at fólk skulu happa ein
minnilutabólk.
Hon vísir á, at við kær
leiksboðnum í nýggja testa
menti, skrivaðu vit nýggjan
sáttmála við Guð. Hon kenn
ir, tað sum sína skyldu at
tryggja, at minnilutabólkar
ikki verða happaðir. Hetta
áttu øll kristin at ynskt.
Hon heldur eisini, at skulu
Føroyar gerast sjálvstøðugar
er týdningarmikið, at polit
ikarar vísa fólki hvat teir
standa fyri og siga við tey,
at her er eisini pláss fyri
teimum.
Hergeir Nielsen, tjóð
veldisflokkurin. Her
geir atkvøður ikki fyri
Hergeir atkvøður ikki fyri
hasum uppskotinum, og hev
ur annars onga viðmerking
um hví.
Rói Egholm, tjóð
veldisflokkurin.
Rói atkvøður fyri
Eg atkvøði sjalvandi fyri upp
skotinum. Eg haldi at tað er
syndarligt, at tað skal koma
til hetta, at man noyðist at
gera tílíka lóggávu. Hetta
átti at verið heilt natúrligt,
at vit ikki happaðu hvør ann
an. Tað vísir seg, at teir býir,
ið hava flest moskeðir og
homoseksuel, eru tey mest
kreativu støðini.
Eg síggi ikki hetta sum
ein vanda fyri Føroyar sum
kristna tjóð. Kristindómur
er persónligur millum meg
og várharra. Eg taki mær av
mínum trúarlívi og tak tú
tær tínum. Eg haldi, at tað
siðbundna Føroyar gongur út
uppá at taka sær av hvørjum
øðrum.
Jákup Mikkelsen,
fólkaflokkurin. Jákup
atkvøður ímóti
Jákup atkvøður við flokki
num og heldur ikki, at tað er
rætt at gera eina tílíka lóg fyri
ein minnilutabólk, hann er
sannførdur um at hetta bara
hevur eitt siktið, og tað er at
viðurkenna homoseksualitet.
Hann heldur ikki at talan er
um happing av samkyntum.
Tað at hava eina meining um
homoseksuellitet er ikki at
happa fólk, tað er ikki at
gera mannamunm á fólki.
Jenis av Rana, mið
flokkurin. Jenis
atkvøður ímóti
Høvuðsgrundgevingin fyri
at Jenis atkvøður ímóti hes
um er, at Bíblian er greið
viðvíkjandi homoseksuali
teti, og hann ynskir at fylgja
Bíbliuni. Man kann ikki siga
við Jesus, at man vil liva
við honum, men ikki eftir
hansara leiðreglum.
Jenis heldur heldur ikki, at
henda lóggávan er til frama
fyri tey umleið 400 fólkini,
sum kenna seg drigin at
fólki av sínum egna kyni.
Eini 4-5% av teimum eru
aktiv og militant, og man
hjálpir ikki teimum nógvu
við at lurta eftir teimum
militantu. Eini 80-95% av
teimum samkyndu ynskja at
verða sett í frælsið. Í teimum
londunum har man hjálpir
teimum, eru tey glað, tá tey
verða frelst burturúr tí.
John Johannessen,
javnaðarflokkurin,
John atkvøður fyri
John sigur, at sjálvandi fer
hann at atkvøða fyri. Tað er
náturligt at verja minnilutar.
Sum javnaðarmaður kanst tú
heldur ikki góðtaka happing
av minnilutum. Hann sær
hetta bara sum eina dagføring
av mannarættindum í før
oyskari lóggávu. Hetta snýr
seg ikki um religión, men
um happing. Eg dugi slettis
ikki at síggja, hvussu tað at
lóggeva ímóti happing, kann
vera í móti kristnari trúgv.
Harafturat tími eg slettis ikki
at kjakast út frá religiøsum
sjónarmiðum.
Tórbjørn Jacobsen,
tjóðveldisflokkurin,
Tórbjørn
atkvøður fyri
Tórbjørn ætlar sær at
atkvøða fyri uppskotinum,
tí at tað er ein konstateraður
veruleiki, at ein partur av
fólkinum, hevur hug at liva
saman við sínum egna kyni.
Hetta hevur fingið partar av
meirilutanum í samfelagnum
at fremja eina ávísa happing,
og hetta málið snýr seg bara
um, at eingin hevur rætt til at
happa ein minniluta.
Tórbjørn sær ongan vanda
fyri, at vit undirgrava kristna
samfelagið við at samtykkja
tílíka lóggávu. Vit eru øll
Løgtingslimir vilja ikki tryggja sam
15 av teimum løg
tingslimunum, ið
Sosialurin hevur
tosað við, ætla sær
ikki at tryggja við
lóg, at samkynt ikki
verða happað ella
verða fyri mismuni,
tá málið kemur til
atkvøðugreiðslu
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í dag var fyrsta viðger í løg
tinginum av uppskotinum
hja Annitu á Fríðríksmørk
og Finni Helmsdal um at
seta orðini kynsliga sannfør
ing inn í tí sokallaðu rasismu
paragrafina, soleiðis at tað
gerst ólógligt, at happa og
gera mismun orsaka av kyns
ligar sannføring.
Viðgerin byrjar ov seint til
at hon fæst við í dagsins blað.
Men tað stendur longu greitt,
at tað verður sera torført at
fáa hetta mál góðkent. Av
teimum tinglimunum, sum
vit hava fingið fatur á, ætla
14 sær at atkvøða ímóti, 10
ætla sær at atkvøða fyri, 1
ætlar sær ikki at atkvøða
fyri, og 4 hava ikki tikið
støðu enn, ella vilja ikki
siga sína støðu fyrr enn í
Tinginum, 3 tinglimir hava
vit ikki fingið fatur á.
Eitt sirkus av prestum
og ættleiðing
Í samrøðunum við ting
limirnar hevur tað staðið
greitt, at hetta er eitt mál,
har nógvar kenslur og nógv
ræðsla er bundin at. Á nei
síðuni eru nógv bangin
fyri, at hetta er fyrst stig
ímóti skrásettum parlagi,
kirkjuvígslu av samkyndum
og møguleikanum fyri at
ættleiða børn. Óli Breck
mann sigur t.d, at hetta er
ein fýratrinsrakkett, sum
endar við einum sirkusi