fríggjadagur 18. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
19
- Á Postverki Føroya
er motivatiónin
ógvuliga vánalig í
løtuni. Tað er mis
stemningur, og
trivnaðurin liggur á
einum lágum støði.
Vit hava havt eina
akkordskipan øll
árini, sum hevur virk
að væl, men nú kenna
vit tað, sum um vit
verða dupultkekkaði,
sigur Sunleiv Høj
gaard, formaður í Før
oya Postfelag
Postverkið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í eina tíð hava tey, sum
starvast á Frímerkjadeildini
hjá Postverki Føroya, verið
noydd at stempla, og seinni
eru so stempulklokkur eisini
komnar á høvuðsdeildini á
Óðinshædd.
Hetta hevur eingin havt
nakað ímóti.
Postboðini, sum arbeiða út
frá Óðinshædd, hava verið
undantikin hesi skipan, men
frá 1. november er eisini
álagt teimum at stempla.
Hóast leiðslan sigur, at post
boðini ikki verða avroknaði
eftir klokkuni, er nýggja
skipanin ikki fallin í góða
jørð hjá limunum í Føroya
Postfelag.
Eitt haft
Sunleiv Højgaard, sum er
postmaður í Saltangará og
formaður í Føroya Postfelag,
sigur, at postboðini kenna
stemplingina sum eitt haft
um beinini.
- Vit hava havt eina akkord
skipan í mong, mong ár, og
hendan skipan hevur virkað
væl.
Hann sigur, at akkordskip
anin hevur verið galdandi
heilt aftur um tíðina, tá ið
Postverk Føroya varð yvir
tikið.
- Akkordskipanin hevur
verið ein gularót, har postfólk
í stóran mun hava kunnað
lagt sær arbeiðsdagin til rætt
is. Tey hava eitt nú brúkt tíð
at skilja postin kvøldið fyri
og eru soleiðis sloppin fyrr
út fyrr um morgunin. Hetta
hevur samstundis gjørt, at
tey, sum fáa postin, hava
fingið hann fyrr um dagin.
Sunleiv sigur, at akkord
skipanin hevur verið prakti
serað soleiðis, at hon gongur
yvir eina longri tíð - og við
uppteljing yvir eina longri
tíð. Á henda hátt hevur
borið til at roknað út, um
arbeiðsdagurin hjá einum
postboði er passaligur, ov
langur ella ov stuttur – og
um hús skulu leggjast aftrat
ella takast burtur av.
Mistrivnaður
Hann vísir á, at hóast leiðsl
an sigur, at postboðini ikki
verða avroknað eftir klokk
uni, hevur nýggja skipanin
ført við sær, at motivatiónin
er ógvuliga vánalig í løt
uni.
- Skipanin, har tú verður
dupultkekkaður, hevur skapt
misstemning, og trivnaðurin
liggur á einum lágum støði.
Sunleiv sigur, at Postfelag
Føroya hevur kannað eftir,
um leiðslan hevur rætt til at
seta hesa skipan í verk.
- Vit hava skilt, at tað hev
ur hon, men eg haldi ikki,
at leiðslan hevur tikið hædd
fyri tí misstemningi og mis
trivnaði, sum hetta hevur
skapt millum limir okkara.
Hann leggur aftrat, at post
boðini hava havt eina skipan
øll hesi ár, sum hevur virkað
væl, men nú kenna tey tað,
sum verða tey dupultkekkaði
í sínum arbeiði.
Sáttmálin
Tað eru ikki bara postboðini,
sum eru limir í Føroya Post
felag, men postfólk sum
heild, og Sunleiv leggur
ikki fingrarnar ímillum, tá
ið hann sigur, at trivnaðurin
á Postverki Føroya sum
heild er ógvuliga vánaligur
í løtuni.
- Líkt er til, at leiðslan
gongur sáttmálanum ov
nær á fleiri økjum, og hetta
hevur elvt til, at trivnaðurin
á postverkinum sum heild er
ómetaliga vánaligur í løtuni,
sigur formaðurin í Føroya
Postfelag.
Hann vísir, at arbeiðshug
urin rættiliga hevur verið dal
andi seinastu tíðina.
- Tað eru fleiri orsøkir til
hetta, men høvuðsorsøkin er,
halda vit, at leiðslan gongur
sáttmálanum ov nær – og alt
ov ofta hevur hug at leypa
sáttmálan um, sigur Sun
leiv.
Harmast
Hann sigur, at leiðslan hevur
lovað bata, soleiðis at trivn
aður aftur kann fáast innan
dyrnar á postverkinum, men
hann fýlist á, at alt ov lítið
ber á tað borðið.
- Vit halda heilt avgjørt, at
nýggja skipanin, sum varð
sett í verk 1. november, ger
meira skaða enn gagn fyri
stovnin, sigur Sunleiv Høj
gaard, sum annars harmast
um gongdina og mistrivnaðin
sum heild á sínum egna
arbeiðsplássi.
Sunleiv Højgaard, formaður í Føroya Postfelag:
Trivnaðurin
er ómetaliga
vánaligur um
alt postverkið
- Vit halda heilt avgjørt, at
nýggja skipanin, sum varð sett
í verk 1. november, ger meira
skaða enn gagn fyri stovnin,
sigur Sunleiv Højgaard,
formaður í Føroya Postfelag,
sum annars harmast um
gongdina og mistrivnaðin
sum heild á sínum egna
arbeiðsplássi
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vil vilja hava at
vita, nær fólk eru
í tænastu, og vit
vilja eisini hava at
vita, nær tænasta
verður veitt okkara
viðskiftafólkum,
sigur Bergur í Garði,
postverksstjóri
Postverkið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stjórin á Postverki Før
oya, Bergur í Garði, sigur,
at starvsfólk á Frímerkja
deildini hava stemplað í nøkur
ár, og tá ið partur umsitingini
og giro-virkseminum varð
flutt á Óðinshædd, var tað
nattúrligt, at hesi fólk hildu
fram við somu skipan.
- Síðan eru øll tey, sum
vit rópa tey vanligu skriv
stovufólkini, komin undir
somu skipan, og nú at enda
eisini postboðini og tey, sum
eitt nú fáast við at skilja
post.
Tænastan
Bergur í Garði vísir á, at
hóast postboð nú eisini
skulu stempla, er gamla
akkordskipanin framvegis
galdandi.
- Postboðini arbeiða undir
eini akkordskipan, sum er
ellligomul og ikki dagførd.
Tey møta til arbeiðis, gera
sín post lidnan og eru liðug
tá ella tá. Stempul-skipanin
ávirkar soleiðis ikki teirra
arbeiði og løn.
Postverksstjórin sigur,
at tað, sum leiðslan vil við
stemplingini, er, at øll skulu
vera undir somu skipan.
- Vil vilja hava at vita, nær
fólk eru í tænastu, og vit
vilja eisini hava at vita, nær
tænasta verður veitt okkara
viðskiftafólkum.
Hann heldur, at hetta er
ein náttúrligur partur av upp
gávuni hjá stovninum.
- Tað hevur týdning fyri
Postverk Føroya, nú grund
arlagið er broytt, at vit vita,
nær vit veita okkara við
skiftafólkum tænastu.
Bergur sigur, at stempul
klokkan soleiðis einki hevur
við lønarviðurskiftini hjá
postboðunum at gera, tí
hesi arbeiða sum nevnt undir
akkordskipanini.
Hann ásannar, at hetta er
ein skipan, sum eisini snýr
seg um vunnin rættindi.
- Nakað annað er so tað, at
vit hava biðið um at fáa hesa
skipan, sum gongur so nógv
ár aftur í tíðina, dagførda.
Avleiðingar
Stjórin vísir á, at nú Postverk
Føroya arbeiðir undir heilt
øðrum fyritreytum – og
leingi hevur verið undir polit
iska luppinum, er neyðugt,
at leiðslan hevur fingurin á
”pulsinum”.
Spurdur, um hann skilir,
at trivnaðurin á Postverki
Føroya, soleiðis sum formað
urin í Postfelag Føroya sipar
til, er vánaligur, sigur Bergur
í Garði:
- Jú, eg skilji væl, at tann
ótryggleiki, sum hevur
valdað um postverkið í so
langa tíð, hevur havt sínar
avleiðingar – bæði fyri
starvsfólk og leiðslu. Tað er
altíð keðiligt, tá ið ting leingi
liggja í ógreiðu.
Bergur í Garði vísir á, at
Postverk Føroya leingi hevur
verið til viðgerðar á politiska
leikpallinum.
- Hetta hevur havt sín
kostnað, bæði fyri tey, sum
arbeiða innan stovnin og
tey, sum hava dagligu leiðsl
una á stovninum, sigur post
verksstjórin.
Ótryggleikin hevur havt sín kostnað
- Eg skilji væl, at tann
ótryggleiki, sum hevur valdað
um postverkið í so langa tíð,
hevur havt sínar avleiðingar –
bæði fyri starvsfólk og leiðslu.
Tað er altíð keðiligt, tá ið ting
leingi liggja í ógreiðu, sigur
Bergur í Garði, postverksstjóri