fríggjadagur 18. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 222 - 18. november 2005
Atlantic Airways
varð stovnað fyri at
menna flogferðsluna
í Føroyum, heldur
enn fyri at tjena
nakrar krónur
her og nú, og skal
sammetast við eina
lívæðr í tí føroyska
vegakervinum,
sigur Hans Hansen
flogovasti, sum ávarar
staðiliga ímóti at
avreiða felagið.
FLOGVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Flogovastin hjá Atlantic
Airways, Hans Hansen,
ávarar staðiliga ímóti at
lata felagið privatisera;
hann grundgevur við at tal
an er um “eina lívæðri í tí
føroyska vegakervinum”
og eina funktión sum er
grundleggjandi fyri menn
ingina í samfelagnum undir
komandi árum. Meðan hann
vísir á at Atlantic hevur stað
ið seg óvæntað væl í flog
vinnuni og hevur bygt upp
ein dyggiligan kapital bæði
hvat viðvíkur tí vitanarliga
og tí fíggjarliga, so kallar
hann tað “óðamannaverk” av
føroyingum at avreiða hetta
undir páskoti av at talan
er um eitt og hvørt vanligt
handilisligt felag.
“Hetta er álitið í tí føroysku
loftferðsluni og felagið má
mennast víðari út frá hes
um,” segði Hans Hansen.
“Tað er óðamannaverk
at selja felagið nú og tað
hevði verið katastrofalt fyri
menningina í føroyskari flog
vinnu; okkara flogvegis sam
bandi við útheimin hevði
upp á sikt verið skert aftur
í sjeytíárini.”
Flogovastin meinar at At
lantic Airways eigur fyrst
og fremst at verða varðveitt
á føroyskum hondum, helst
sum eitt alment partafelag,
av tí at okkara samfelag er
so lítið sum tað er og einki
vanligt kommercielt felag
vil hava áhuga í at geva tí
føroyska almenninginum
eina tænastu ið kann saman
berast við ta vit nú fáa og
kunnu fáa framyvir við ver
andi skipan.
Hann vil samstundis vera
við at útbyggingin av Vága
Floghavn saman við komandi
føroyskari luttøku í felags
euro peiskum flogferðslu
samstarvi við fríari kapping
fer at gera tað enn meira
týðiligt hvønn týdning At
lantic hevur fyri Føroyar: vit
koma at síggja størr i flogfør
í Vágum og flogfeløg sum
einans síggja lønsemi í at
flúgva fullsett millum Vágar
og Keypmannahavn, og
sum ongan áhuga vilja hava
í at stríðast við at menna
fram nýggjar flogrutur til
Íslands, Stóra Bretlands og
aðrastaðni við Føroyum í
miðdeplinum. Men Atlantic
kemur at standa seg væl í
kappingini, um tað fær frið,
og einki annað felag fer at
megna at taka tann føroyska
marknaðinum frá teimum;
hinvegin fer Atlantic at fáa
fyrimunir av at sleppa upp í
kapping aðrastaðni.
“At vit eru kappingarfør,
varð aftur staðfest tá vit her
fyri vunnu enn eina kontrakt
í norsku oljuvinnuni,” segði
Hans Hansen. “Flúgvingin
fyri frálanda vinnuna er
vorðin er týðandi partur
av inntøku grundarlagnum
hjá felagnum, og hetta er
ein ábending um okkara
styrki.”
Bjargar sjúklingum
“Vit tosa um annað og meira
enn eitt vanligt handilsligt
felag,” segði hann. “Atlantic
Airways varð stovnað fyri at
menna flogferðsluna í Før
oyum, heldur enn fyri at
tjena nakrar krónur her og
nú, og skal sammetast við
eina lívæðr í tí føroyska
vegakervinum — felagið er
fólkaogn, hevur vaksið seg
sterkt og er væl konsoliderað
við kapitali og kunnskapi;
tey virðir sum her eru bygd
upp mugu bara ikki fara til
einkis við eini skallutari
avreiðing.”
Flogovastin afturvísir alt
tos um at skattafíggjaður pen
ingur úr landskassanum má
til fyri at Atlantic Airways
skal kunna útvega sær
neyðugan kapital til víðari
menning.
“Felagnum nýtist ongan
fíggjarligan styrk úr lands
kassanum.
Bankarnir
standa í kø fyri at fáa
sleppa framat við tilboðum,
og virðið á felagnum er
ídag tríggjar ferðir størr i
enn tað á til dømis Cimber
Air. Vit hava miðvíst bygt
upp eitt virðismikið know-
how, men hetta er nakað
sum má halda fram. Eingin
trúði okkum tá vit søgdu at
vit fóru at fáa ein stab av
føroyskum flogskiparum;
hetta fór í besta føri at taka
eini tjúgu ár, varð sagt. Men
vit megnaðu upp á fimm
ár at fáa eitt sterkt lið av
føroyskum flogskiparum, og
vit eru framvegis í ferð við
at byggja upp ein føroyskan
yrkiskunnleika innan flog
vinnu. Bróta vit nú hetta
niður við at selja felagið av
landinum, so eri eg bangin
fyri at menningin hjá okkum
verður av ongum.”
Sum eitt annað dømi um
fyrimunin og týdningin av at
hava okkara egna flogfelag
nevndi Hans Hansen tað at
flúgvarin yvirnáttar í Vágum
- ikki í Reykjavík ella Keyp
mannahavn; nakað sum
fleiri ferðir hevur bjargað
føroyskum mannalívum.
“Tá á stendur kann tað
vera heilt avgerandi at vit
hava eitt flogfar sum stendur
tilbúgvið í Føroyum. Eg havi
fleiri ferðir verið vitni til at
lív á føroyskum sjúklingi
er bjargað av hesum; tá so
lítið av tíð hevur verið til
taks at um flogfarið fyrst
skuldi komið til Føroya úr
útlondum áðrenn farið kundi
verið úr Vágum, so gjørdist
ov seint til at bjarga lívinum
á sjúklinginum.”
Flogovastin, ið á flogmáli
verður nevndur ‘Director
Operations’ avvarðar vegna
felagið mótvegis loftferðslu
myndugleikum; Hans Han
sen hevur flogið 4000 Føroya
túrar, ið er fleiri ferðir meira
enn nakar annar; hann hevur
tikið lut í leiðsluni hjá
Atlantic ígjøgnum 14 ár og
hevur verið við til at byggja
felagið upp til tað tað er í
dag.
Hann segði at hann kendi
seg noyddan at loysa frá
tungubandinum nú, eftirsum
at leiðslan í Atlantic tykist
at hava fingið “munnkurv”.
Verður felagið nú selt, segði
hann, so vil hann ikki vera
við longur.
“Eg havi roynt at sagt mína
hugsan men tað kennist sum
um at alt hetta vit hava at siga
verður tagt burtur. Fólk hava
eftir øllum at døma fingið
munnkurv, men nú kann eg
ikki tiga longur.”
“Lat meg leggja afturat at
tað hevur verið ein heiður at
hava verið við til at byggja
hetta felagið upp, men tað
er sera hugstoytt at síggja
alt á veg til niðurbrótingar;
hendir tað sum nú er stungið
út í kortið, so vil eg ikki vera
við longur.”
Flogovastin hjá Atlantic: Fleiri mannalív
bjargað av at flogfør hava støð í Føroyum
Hans Hansen hevur verið við Atlantic
tey seinastu 14 árini og hevur flogið
fleiri Føroya-túrar enn nakar annar.