fríggjadagur 18. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
17
fóru av pallinum, var tað
so sanniliga eisini uppá sítt
pláss at kalla teir favorittar.
Teirra tónleikur er ógviliga
stílreinur. Teir spæla eitt
nútímans slag av teen/punk/
rock sum vit kenna tað frá
bólkum sum Grenn Day. Tó
haldi eg meg hoyra eitt ávíst
persónligt “touch” í The
Dreams, og tað frøði mítt
hjarta. Teir eru heilt einfalt
klassi! Teir virka sum um
teir eru í góðari venjing, smá
lutirnir sita væl, og um man
skal tosa um ein bólk við
altjóða “apeal”, so munnu
The Dreams verða eitt av
okkara bestu boðum uppá
tað.
Moja er sokallaður super
bólkur. Tey hava føroyskar
heimsstjørnur sum manning,
og tískil vóru tey mett at verða
ein upplagdur kandidatur at
vinna seg í tjóðarfinaluna.
Og tey skuffaðu ikki.
Orkestrið svingaði sera
væl, og sangarinnurnar
sungu sera væl. So hetta
burdi verið “piece of cake”
hjá teimum. Og tað var tað
eisini. Uttan at fáa nakað í
kók, spældu tey seg trygt
inn í tjóðarfinaluna. Sjálvur
haldi eg, at løgini vóru eitt
sindur 80´araslig, so eg loyvi
mær at ivast í, um hetta er ein
bólkur, ið vit skulu rokna við
fer at vinna seg allan vegin
til London. Tað var ógviliga
trygt og pent, og gjørdist
meir ella minnið ófarligt. Eg
saknaði eitt sindur av einum
broddi, sum gav tónleikinum
ein greiðari samleika.
Singer/songwriter stílurin
verður nógv spældur fyri tíð
ina. Og Lív Hansen er spælur
tónleik frá tí traditiónini.
Hennara framførðsla var
ógvuliga intim. Lív tekur
seg væl út á pallinum, og
hon hevur okkurt yvir sær,
sum ger at ein trýr uppá tað
ið hon sigur. Hennara bleyti,
eymi tónleikur er væl skriv
aður, og hon syngur teir
eisini sera væl og inniligt.
Orkestreringin av fyrsta
lagnum var tíðanverri ikki
góð. Bólkuri spældi alt ov
hart uppímóti hennara rødd,
og hetta ørkymlaði ikki sørt.
Tó gjørdu teir (saman við
ljóðmanninum) alt gott aft
ur í næsta lagi. Hetta er eitt
einastandandi lag, nokk tað
besta á kvøldinum! At Lív
ikki var vald at koma víðari,
irriterar meg, tí at hon er
eitt ordans talent, sum so
sanniliga hevði kunna tikið
plássið hjá onkum av hinum
bólkunum í tjóðarfinaluni.
Synarchy
eru
ein
rokkbólkur, sum bara koyrur
frameftir. Ljóðið hjá teimum
er milt sagt rótut og órudd
iligt, men teir eru stuttligir at
upplivað, og teir hava nógv
uppá hjarta. Men teir spæla
ikki serliga væl, og burdu
hugsa meiri um samanspæli,
tí tað hevði lyft teirra tónleik
á eitt heilt annað støðið. Eg
hevði ilt við at hoyra løgini
fyri larmi. Og tað kann ikki
vera meiningin, ha?
At enda kom ein nýggjur
bólkur á pallin. Bólkurin
Non Sence er av Eiði, og
teir spæla rokk. Stílurin
var rættiliga difusur – teir
leita helst enn eftir tí rætta
soundinum, men tað hoyrdist
á teimum, at teir hava
potentiali til at gerast góð
ir. Teir spæla sum ein trio,
og tað er rættiliga torført at
fylla ljóðmyndina út sum
ein trio, og eisini krevur tað
ótrúliga nógv av teimum ein
støku tónleikarunum. Men
tað sá ikki út til at nerva Non
Sence, sum bara koyrdu á.
Og teir gjørdi tað fínt.
Nú var bara eftir at fáa
at vita hvør ið var komin
víðari, og hvør ið ikki slapp
at luttaka í tjóðarfinaluni.
Teir flestu bólkarnir vóru
upplagdir, og tá ið vit fingu
at vita at Lama Sea, Týr,
Frostbit, The Dreams, Moja
og Synarchy komu víðari,
var tað ikki eitt so øðiliga
stórt yvirraskilisi. Tó haldi
eg persónliga at Lív Hansen
skuldi átt tað eina plássið.
Eg gleði meg at hoyra meira
frá henni.
Javnstøðan hevur tað gott
Hóskvøldið vóru 12 bólkar á pallinum. Og ofta hevur
verið kjakast um, at tað eru ov fá konufólk sum spæla
tónleik í Føroyum. Men í gjár upplivdu vit nakað deiligt.
6 kvinnur vóru á pallinum og sungu. Laila Hansen,
Barbara Carlsen og Vanja Justinusen sungu í Moja,
Lív Hansen syngur sjálvandi við Lív Hansen, Torfríð
Arnfríðardóttir syngur í Purpur og Carla Martha Josen
ius syngur í Frostbit.
Felags fyri allar kvinnurnar er, at tær allar syngja.
Vónandi fara vit skjótt at síggja tær spæla uppá bass,
trummur ella gittar.
Mynd: Ning
Mynd: Ning
Mynd: Ning
Mynd: Ning
Myndir: Ning