fríggjadagur 18. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 222 - 18. november 2005
Fyrsta innleiðandi
umfar í Gbob kapp
ingini gjørdist eitt
lunkað upplivilsi,
sum ikki bjóðaði
okkum nakrar
einastandandi fram
førslur. Lama Sea,
Moja, Frostbit, The
Dreams, Týr og
Synarchy vóru bólkar
nir, sum spældu seg
til rættin at luttaka í
tjóðarfinaluni leygar
kvøldið
Tónleikakapping
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Mentunarhúsið var heldur
deyðligt í gjár. Har var ikki
gjørt nakað serligt burturúr
at prýða hølini, og fólk
tóktust ikki ordiliga at vita,
hvussu tey skuldu uppføra
seg. Har mátti líka sum
ein kollektivur dialogur
til, áðrenn stemningurin
loysnaði eitt sindur, men ásk
oðarafjøldin kom ongantíð
upp á hæddirnir, sum hesir
bólkarnir hava uppiborðið.
Generelt var ljóðið rættiliga
óruddiligt, men tað gjørdi
ongan bilsnan, tí bólkarnir
høvdu ikki nakrar ljóðroyndir
áðrenn konsertina.
Heilir 12 bólkar luttóku í
kappingi í gjár, og eg fari at
royna at skriva eitt lítið brot
um hvønn teirra.
Fyrsti bólkur á pallin var
Purpur. Tey lýsa teirra tón
leik sum kristnan, melodi
øsan rokk, og tað er heldur
ikki langt við síðunar av.
Tó kann ein kjakast um tað
melodiska elementið, tí mín
uppfatan av teirra tónleiki er
at melodiirnir eru at finna í
gittarlinjunum heldur enn í
sanglinjunum.
Tá ið hugsað verður um,
at bólkurin var stovnaður í
2005, kunnu vit siga at teirra
framførsla var ók. Har var
ikki nógv hjá dómarinum
at fara eftir, tí at tey høvdu
ikki so nógv “egið” í sínum
tónleiki. Men Purpur spældi
fínt, og gav okkum eina fína
byrjan uppá eitt spennandi
kvøld.
Og so komu stóru favo
rittarnir á pallin. Nógv
vænta sær nógv av Lama
Sea, og hetta er merkisvert
tá ið hugsað verður um, at
bólkurin ikki er so gamal.
Lama Sea komu brestandi
inn í okkara tónaverð til
undanfarna Prix Føroyar,
og úrslitið gjørdist at teir nú
mugu røkja favorittrolluna.
Um teir vóru nervøsir at
byrja við, veit eg ikki, men
teir vóru rættiliga spakir í
fyrstuni. Teir løgdu heldur
friðarliga út, men útloystu so
orkubumbuna í okkara andlit
við næsta lagnum. Teir eru
feitir at hyggja at, tí teir hava
eina tjekkaða “her komi eg”-
atitydu. Og so er tónleikurin
eisini heilt ótrúliga stuttligur
og hendingarríkur at lurta
eftir. Teir komu væl frá
teirra framførðslu, sjálvt
um eg onkuntíð saknaði eitt
sindur meir av konsentratión
í spælingini. Har vóru nakrir
smærri feilir, og onkrar pass
agir sótu ikki so væl, sum
man kundi ynskt sær.
Almost Perfect er ein
trio. Teir fingu eina langt frá
Almost Perfect byrjan, við at
oyðileggja tann eina gittarin.
Hetta seinkaði teirra fram
førðslu nakað, men skjótt
kom ein gittarleikari og bjóð
aði sær at lána teimum sín
gittara. Men so komu teir í
sving, og hetta var ein fitt
framførðsla av friðarligum
tónleiki. Tað var trupult hjá
teimum at spæla “tight”,
tí tónleikurin var so mikið
friðarligur, at áskoðarirnir
hoyrdist minst líka væl sum
teir. Teir spældu bara eitt
lag, men har var materiali
til nógv løg í hesum eina, tí
at har vóru so nógv ymisk
stykkir.
Hjalti í brynju
Vanligi gittarleikarin hjá Týr
er Terji Skibenes, men hann
var sjúkur í gjár, og tískil
mátti maður koma í manns
stað. Og loysnin gjørdist
legendariski Hjalti Joensen.
Týr góvu Hjalta eina brynju,
og so bumbaðu teir tónleikin
í 5. gear. Teir spældu bara
eittans (langt) lag, og tað var
“Ramund hin unge”. Ljóðið
var ørkymlandi hjá Týr, tí at
tú hoyrdi bara gittararnar frá
pallinum, og tað er nógv ov
spakuligt. Men so við og við,
gjørdist ljóðið frægari, og tá
kundi tú betur konsentrera
teg um tónleikin. Týr var
fyrsti bólkurin sum spældi
ordiliga væl. Teir eru væl
samanspældur (hóast Hjalti
bara er avloysari), og teir
hava eitt heilstoypt konsept,
sum er ógviliga polerað.
Hjalti hevur tó ein heilt annan
stíl enn Terji Skipenes. Hann
hevur eitt rundari, bleytari
ljóð, men hóast tað so var
hann ein perfektur avloysari.
Tað var ongin ivi um, at Týr
skuldu aftur á pallin leygar
kvøldið.
Frostbit er ein bólkur úr
Eysturoynni. Og sum eg
havi verið inni á áður, so
er tað ein bólkur sum tók
Clickhaze´ianska ljóðið til
sín. Tey spæla hetta slagið
av tónleiki, har tú skalt
flóta omanfyri skýggini og
droyma teg inn í ørkymlandi,
vakrar støður. Fyri meg,
eru Frostbit alt ov nógv
inspireraði av bólkunum
norðanífrá. Tú hoyrir alt ov
nógv elementir úr Cickhaze
tíðini, og hetta er keðiligt, tí
hendan kritikkin fingu tey
eisini til undanfarna Prix.
Kanska vilja tey ikki flyta
seg frá hasum mátanum at
spæla uppá, og tað er eisini
fair, men tey mugu arbeiða
uppá at finna okkurt egið í
tónleikinum, tí sum nú er,
er tónleikurin og lindið alt
ov pátikið. Tey spæla ann
ars útmerkað, men har var
onki sum skaraði framúr hjá
teimum. Melodiirnir vóru
bygdir á laaaaangar sang
strofur, og hetta gjørdist sera
troyttandi í longdini.
TME skrivaðu søgu. Tað
er ein bólkur úr Hvalvík,
og tað er ikki á hvørjum
degi, at vit upplivað tónleik
haðani. Tað hoyrdist at tón
leikurin var rættiliga fersk
ur, og hevði havt gott av
at fingið nakrar vikur aft
urat í venjingarhølunum.
Men tað er at frøðast um,
at hvalvíkingar eru fanir at
blanda seg á føroyska tón
leikapallinum.
Og so komu The Dreams
á pallin. Frammanundan
vóru teir skýrdir at verða
favorittar at vinna seg í
tjóðarfinaluna, og tá ið teir
Global Battle of the Bands:
Favorittarnir vunnu