fríggjadagur 18. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
15
Fyrr í mánaðinum
byrjaði polendinurin,
Maciej Jan Kaminski
í starvinum sum
patologur á Lands
sjúkrahúsinum. Hann
hevur áður starvast
sum slíkur í Polen,
men er nú farin til
verka í Føroyum
Patologi
Snorri Brend
Ein av uppgávum hansara
verður at byggja upp ta tæn
astuna, sum tann patologiska
deildin ikki hevur kunnað
gjørt til fulnar í eina tíð.
Neyðugt hevur tí verið
at sent allar royndirnar av
landinum, til Rigshospitalet
í Danmark. Men hetta verður
ikki neyðugt so leingi aftrat,
nú hesin patologurin er farin
til verka.
Landssjúkrahúsið hevur
havt – og hevur framveg
is – eina avtalu við Rigs
hospitalet um hesar kanning
arnar. Henda avtalan verður
galdandi í eina tíð aftrat,
meðan tann føroyska deild
in so líðandi fer at taka yvir
hetta arbeiðið.
Endamálið er eisini at
stytta um svartíðina uppá
royndirnar, sum higartil hava
verið sendar til Danmarkar,
upplýsir Tummas í Garði,
læknastjóri.
Samstundis verða møgu
leikar skaptir fyri at gera tað
fakliga umhvørvið á Lands
sjúkrahúsinum betri, eins
og gjørligt verður at taka
uppaftur arbeiðið at gera
obduktiónir.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
NØVN Í VIKUNI
Leygardagin 19. november
letur Optikbúðin í Havn upp
í nýggjum bygningi í Bøgøtu
5.
Optikbúðin lat fyrstu
ferð upp í Bøgøtu 2 í 1988,
seinni varð flutt í Bøgøtu 4,
og nú letur handilin so upp í
nýggjum bygningi í Bøgøtu
5.
Húsini eru í tveimum
hæddum, her hvør hæddin
er umleið 90 fermetrar +
loftið, ið er 60 fermetrar,
tey skulu nýtast sum bæði
handil og bústaður. Húsini
eru bygd á økið, har bakaríið
í Horni var fyri nógvum
árum síðum.
Tað eru Una og Poul
Einar Kruse, sum eiga og
reka Optikbúðina. Móttøka
verður í handlinum leygar
dagin frá kl. 12-15.
Týsdagin 15. nov. læt
listaframsýningin
“Spírandi list” upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru næmingar í
Tórshavnar Kvøld– og
Ungdómsskúla,
ið hava hesa sølu
framsýningina
Framsýning
Lena R. Guttesen
Barbara Tausen
Fyri sættu ferð hava næm
ingarnir í Kvøld– og Ung
dómsskúlanum eina felags
framsýning í Smiðjuni i
Lítluvík.
Talan er um næmingar
nar hjá Randi M. Gunnars
dóttir, sum hava hesa sølu
framsýningina. Hetta er ein
spennandi framsýning við
mongum ymiskum evnum.
Randi er annars úr Havn, og
uttanum listaheimin starvast
hon sum stuðulspedagogur.
Tey, sum eru við á fram
sýningini
eru:
Marita
Christoffersen, Anna Maria
Nyby, Louisa Fjalsbak, Vera
Bjørgvin, Ólavur Thomsen,
Anna Hansdóttir, Ada í
Líð, Per Poulsen, Kristin
Thomsen, Poul Justinussen,
Jacobina Hansen, Anna
Maria Frederiksen, Marita
Eriksen, Ingrid Gregersen,
Eigil Lyngsø, øll úr Havn,
Sigvard Steffensen, Bergfríð
Augustinussen, Rúna Olsen,
Arnbjørn Christiansen úr
Kollafirði, og Eydna Lucia
Abrahamsen og Soffía Við
Stein úr Fuglafirði.
Framsýningin er opin til
og við 23. november, allar
dagar frá 14-18.
Tøkk
Hjartans tøkk fyri samkenslu og stóra hjálp, tá ið
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Hemming Petersen
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum mongu, sum komu inn á gólvið og
tykkum, sum á ein hvønn hátt hjálptu við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Sára, John, Birgir, Àsmund og Elsa
Tøkk
Eg vil á henda hátt hjartaliga takka øllum
tykkum mongu, sum mintust meg á 30 ára
starvsdegnum.
Ein serlig tøkk til Stranda Missiónshús.
Gud signi tykkum øll.
Kærar heilsanir
Niels Jacob Nielsen, trúboðari
Starvsfólkini í Optikbúðini, f.v.: Annika Hjaltalin, Rósmari Hellisdal, og Una og Poul Einar
Kruse. Elvira Thomsen vantar á myndini
Optikbúðin í nýggjum handilshølum
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:
Næmingar við søluframsyning í Smiðjuni
Maciej Jan Kaminski er til arbeiðis á patologisku deildini.
Hann skal byggja upp ta tænastuna, sum deildin ikki hevur
gjørt í eina tíð
Mynd: Jens Kr. Vang
Polskur patologur uppá pláss
Klaksvíkar kommuna:
Framsýning um
Blithsome og Coraliu
Tíðindaskriv
Í sambandi við at tað eru liðin 70 ár síðan Coralia bjargaði
manningini á Blithesome, hevur Klaksvíkar býráð sett sær
fyri at gera eitt tiltak til at minnast hesa hending.
Býráðið hevur keypt modellini av bæði Blithsome og
Coraliu og hevur heitt á Óla Olsen, sjómansskúlalærara,
um at skipa eina framsýning og annars greiða frá um
hendingina.
Dávur Davidsen úr Tjørnuvík verður eisini við, og fer
hann at avdúka modellini av Coraliu og Blithesome. Sang
bólkurin Vitin syngur.
Eftir tiltakið verður boðið kaffi í býráðshøllini. Síðani
verður bókin hjá Dáva Davidsen: Dávur í Tjørnuvík, seld í
kunningarstovuni; og ber til at fáa bókina signeraða av Dáva,
sum er 94 ára gamal – Hann er einasti eftir á lívi, sum var
við til tiltiknu bjargingina.
Tiltakið er alment og verður í Býráðshøllini leygardagin
19. november kl. 15.00, har øll eru vælkomin.