Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 222 - 18. november 2005 Tillukku við fløguni og teim­ um seksti árunum. Í hesum døgum kemur út nýggj barnafløga við Anniku Hoydal. Talan er um fløguna ”Til børnini hjá børnunum” og ”kanska eisini fyri mamm­ur og pápar teirra”, sum tað stendur. Hetta skuldi verið ræði og náttúrligt fyri Anniku. Her verður hugsað um tøttu bondini til børnini hjá brøðrunum og børnum teirra, og til mong onnur úti­ sataforeldur og børn teirra. Sum samlandi eind fyri fleiri útisetar við børnum og hennara einastandandi gesta­blídni, hevur hon bæði listar­liga og menniskjaliga før­leikan at røkka fleiri ættar­ liðum. Ein eldsál, til íblástur fyri tey, ið hava tað eydnu, at hava hana tætt hjá. Hetta kann lættliga yvir­ førast á listarliga pallin. Annika er ikki hvør sum helst. Hon er eitt av okkara und­angongufólkum tá ið talan er um listarliga pallin. Langt áðrenn tað var gerandis at tosa um yrkislist, fór hon til Danmarkar at royna flog­ ið. Hon gjørdist soleiðis ein av fyrstu føroysku yrkis­ sjónleikarunum. Fyrsta plát­an Annika gav út var til børn. Ein gleði fyri nógv for­ eldur og børn teirra. Fleiri ættarlið eru vaksin upp við hesum sangperlum og duga sangirnar uttanat. Fyri at venda aftur til nýggju fløguna, so er tað áhuga­vert at staðfesta, at sam­arbeiðsfelagin enn eina­ferð er Ian Mcalman. Her er talan um sera gott sam­arbeiði. Annika ger orð og løg, Mcalman legg­ ur til rættis. Skotsk/før­ oyska samantvinningin er sera heppin. Tú kemur inn í kjarnuna av teksti og melos ( melodiføring) á ein náttúrligan hátt. Annika byggjur síni løg eftir strofiskum mynstri. Hetta ger at tey, hóðast ym­iskan íblástur, kennast sum ein heild. Hesin mátin at smíða løgini er sera heppin, serliga tá ið børnini eru málbólkurin. Sum áður nevnt fær Annika íblástur ymsa staðni frá. Eitt nú hoyra vit suðuramerikanskan og skotskan fólkatónleik, eins og føroysk skjaldu, í tónleiki hennara. Hóast henda fjøltáttaða íblástur, hoyrist týðuligt at Annika eigur lagið. Løgini eru held­ur ikki bert løg til eina yrking. Hinvegin er tað hug­ lagið í yrkingini, ið ger av hvussu lagið verður smíða og eyðsæð er, at orðini stýra lagsniginum. Um orðini krevja at rytman brádliga skiftur, verður hetta gjørt, tó á ein náttúrligan hátt, ið ikki virkar torskildur. Ì dag er sera vanligt, at barnaløg venda sær til smá vaksin, heldur enn børn. Hetta ger Annika ikki. Fløg­ an ”Til børnini hjá børn­ unum” er til børn. Mín vón er tí, at børnini fara at taka fløguna til sín, hóast miðla og undurhaldsráki í størri og størri mun vendir sær til børn sum smá vaksin. Á fløguni ”Til børnini hjá børnunum” eru nógvar perlur. Vónandi fáa tey líka góðan byrð inn í ríka tilfeingi av góðum barnasangum, eins og undanfarna pláta megn­aði tað. At enda ein áheitan á Lands­miðstøðina um at geva fløgutilfarið út sum bókling, so hetta viðkomandi tilfar dagliga kann vera til taks í barnagørðum og skúlum. Tillukku Annika, og takk fyri eitt týðandi og alneyðugt listarligt ískoyti til børn og okkum eldru barnsligu. Sunleif Rasmussen Dagurin í morgin 19. november. Elisabeth, deyð í 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabeth gav seg burtur í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Navnið er hebraiskt og merkir Guð er fullkomin. 20. november. Volkmarus. Einki halgimenni ber hetta navnið, men navnið er komið í álmanakkarnar í 1730. 21. november. Mariu offurgerð. Dagurin hildin til minnis um, at foreldrini leiddu hana niðan í halgidómin. 3 ára gomul gekk Maria einsamøll niðan tær 15 trapp­ urnar inn í hitt alraheilagsta, har rætta tilhald hennara átti at vera. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo NØVN Í VIKUNI Ingi Olsen á ting Ingi Olsen er aftur á tingið. Hesuferð er hann inni fyri Heðin Zachariassen, sum hevur biði um farloyvið. Ingi Olsen er aftur á ting­ið. Ingi sum síðsta val­ skeið var inni fyri Jákup Suna Joensen, er hesu­ferð er hann inni fyri Heðin Zachariassen, sum hevur biði um farl­oyvið. Ingi Olsen er kendur hond­ bólt­spælari, bæði frá VÍF og landsliðnum. Ingi er banka­lærdur og starvast sum deildarleiðari hjá Føroya Banka. Annika Olsen aftur á ting Annika Olsen er aftur á tingið, eftir at Poul Michelsen í farnu viku bað um farloyvi. Annika Olsen er aftur á tingið, eftir at Poul Michelsen í farnu viku bað um farloyvi. Hetta er triðju ferð, at Annika er á tingið fyri Fólkaflokkin. Annika Olsen er er útbúgvin Cand. mag. í norðurlendskum bók­mentum og máli sum høvuðsgrein og átrúna sum síðugrein. Annika Olsen er m.a inni fyri Fólka­flokkin í Tórshavnar Kommunu. Jaspur Vang tikið sæti á tingi Jaspur Vang hevur tikið sæti á tingi fyri Johan Dahl, løgtingsmann. Á løg­ tingsvalinum í 2004 fekk Jaspur næstflestar atkvøður á sambandslistanum í Suður­oy. Hetta er ikki fyrstu ferð at Jaspur Vang situr á tingi. Í 2004 var hann ting­maður meðan Johan Dah­l var landsstýrismaður, og eisini sat hann á tingi sum avloysari í mars í ár. Í 2004 varð hann valdur inn í Tvøroyra Býráð fyri Sam­ bandsflokkin. Jaspur Vang er 45 ár gamal, og hann starvast dagliga sum løgreglumaður á Tvøroyri. Tillukku Annika! Tann 19. november eru liðin 50 ár, síðan Marna og Jákup Joensen á Eiði gingu í hjúnalag. Fyrstu knappliga tvey árini búðu tey á Tvøroyri, haðani Marna er ættað, og Jákup sigldi ta tíðina. Í 1957 varð flutt í nýbygd hús Uppi á Brekku á Eiði, og Jákup fór stutt eftir at arbeiða við at byggja loranstøðina. Har var hann so í starvi fram til 1970, tá hann aftur flotaði av álvara. Fyrst sum skipari á Njørði hjá Norðís, og seinastu fjórðingsøldina vóru hann og Norðsøki mestsum samanvaksnir. Uppi á Brekku hevur Marna rátt fyri borgum, um so kann sigast. Heima­ gangandi, meðan Jákup, burtursæð frá tíðini á loranstøðini, var sjómaður. Ta søguna kennir so mangur. Gáttin hjá Marnu hevur altíð verið lág. Har er komið nógv fólk á dyr, og blíðskap hava tey altíð notið. Og allastaðni eru tey við. Rætti­ liga virkin sum pensionistar, kann av røttum sigast. Tað verið seg í pen­sion­ istafelagnum, Norrøna Felagnum á Eiði, til ymisk tiltøk, sum hildin verða her og har. Jákup er vist elsti aktivi limur í Dansifelagnum á Látrinum. Og at ferðast dámar teimum væl. Sita ikki á r......, vil onkur vera við. Tað verið seg bæði innan- sum uttanlands. Men heilt galið kann tó ikki vera í so máta, tí so mikið ofta er fult hús á Eiði, at onkuntíð munnu tey tó vera heima. Marna hevur altíð verið “basin”, sum var at koma til. Dámar væl, tá fólk koma inn á gólvið, og altíð er hon klár við onkrum at seta á borðið. Jákup var til arbeiðis. Tað verið seg á loranstøðini og seinastu góðu fjórðingsøldina á útróðri ella longri burtur. Og sum útrórarmaður gjørdi hann ikki stættini til skammar. Var aktivur í felagsarbeiði í Meginfelag Útróðrarmanna øll árini hann róði út. Altíð klárur at taka tøk og stuðla. Ongantíð av teimum, sum vildi troka seg fram, sum ein fyrverandi formaður í Meginfelagnum tók til. Marna og Jákup eiga fýra børn. Edvard er elstur og býr í Sandavági. Óluva býr í Kollafirði, Karin á Eiði og Anna á Strondum. Ommu og abba­ børnini eru vorðin 13 í tali. Og so er tað stóra stjørnan í løtuni, langommu og -abbasonurin, Jónas, sum býr í Herlev. Marna og Jákup eru livandi dømi um, at ikki er neyðugt at gevast á hond­um og leggja seg inni, hóast árini eru farin at telja. Og okkurt er sum bendir á, at hetta heldur ikki er ætlanin í framtíðini. Marna hevur longu lagt sær fyrst uttanlandsferðina komandi ár til rættis. Hon ætlar sær til Danmarkar at vera hjástødd, tá hon í februar væntandi aftur skal gerast langomma. Hiðani verður ynskt tykkum hjarta­ liga tillukku við hesum stóra degi tykkara. Gullbrúdleyp