fríggjadagur 18. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hilda
Skarðheim,
Porkeri, andaðist miku
dagin 16. november, 83
ára gomul. Kistan fer úr
kapellinum á Suðuroyar
sjúkrahúsi leygardagin
kl. 17.00 í Sion í Vági.
Jarðarferðin
verður
sunnudagin kl. 13.00.
Tey ið vilja minnast
Hildu kunnu lata Sion í
Vági eina peningagávu.
Elinborg Mørk Jørgen
sen, ættað úr Sandvík,
fer til gravar úr Helle
kors kirkju á Nørrebro
týsdagin 22. november
klokkan 12. Tey, ið vilja
minnast Elinborg, kunnu
lata Sandvíkar kirkju
eina gávu.
Eyðfinn Tummasarson
Jacobsen fer til gravar úr
Kirkjugarðskapellinum
leygardagin klokkan
13. Tey, ið vilja minnast
Eyðfinn kunnu lata Lág
argarði eina gávu.
Elinborg Mørk Jørgen
sen, ættað úr Sandvík,
andaðist í heiminum
í Keypmannahavn týs
dagin 15. november,
55 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Helle
kors kirkju á Nørrebro
týsdagin 22. november
klokkan 12. Tey, ið vilja
minnast Elinborg, kunnu
lata Sandvíkar kirkju
eina gávu.
Kistan
við
Sofus
Andreassen fer úr Lands
sjúkrahúskapellinum
leygardagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr
Ebenezer sunnudagin kl.
14. Tey, ið vilja minnast
Sofus kunnu lata eina
gávu til barnalegurnar í
Grønlandi. Konto í Før
oya Banka.
Andlát og jarðarferðir
Annikurnar vóru fáar tá í
tíðini, tá ið pápi hennara,
Karsten, var bollakongur i
Klaksvík og stýrdi herme
tikkvirkinum har norðuri. Á
húsanum á nýggju fløguni
við barnasangum sæst hon
ríða halakukk uppi á pápa
sínum. Mamman, Marie
Louise, hevur tikið myndina
á Stongunum, men nýggja
tøknin dugir so mangt, eisini
at broyta tíð og stað.
Støðini hjá henni hava ver
ið mong og ymisk. Hon vaks
upp í Klaksvík, í býnum
Manta við suðuramerikonsku
Kyrrahavsstrondina, heima
á Sandi, men mest í tí lítla
reyða húsinum uppi á Hálsi.
Har hevði pápin keypt trøðna
hjá meiaristinum, tá ið tey
fluttu til Havnar, so hann
kundi hava seyð og neyt,
sum hann hevði lært til, og
vera nærri sínum barnadali
og síggja ánna, hann yrkti
um, og sum Annika helt
hava fingið navn eftir
honum ella kanska eftir
abbanum Dánjali, ið var
umsjónarmaður í nakrar
mansaldrar á sanatoriinum
í Hoydølum.
17 ára gomul fór hon
burtur, og kom ongantíð
heimaftur at búgva. Ella
kanska er tað so, at hon
ongantíð rættiliga er farin
burtur, tí í næstan øllum
tí, sum hon hevur fingist
við, hevur heimlandið ver
ið uppií, so ella so. Eftir
lokið studensprógv í Keyp
mannahavn var hon við í
studentakabarettum á ólav
søku og varð upp á avboð
sett inn á pallin at syngja.
Hetta var byrjanin til bólkin
Harkaliðið, og pláturnar
við kabarettsangum, sum
eini tíð við fáum føroyskum
útgávum hoyrdust allastaðni
uttan í útvarpinum, sum
ikki tordi at spæla alt, sum
hon, Jógvan Telling, Kári
Moutritsen og Jógvan Dahl
funnu uppá at syngja.
Samstundis byrjaði sjón
leikurin at taka seg upp,
og í 1968 var hon við í
sjónleikinum ”Færinger
frænder”, sum Fiolteatret í
Keypmannahavn spældi. Ein
friðarligur hampaleikur eftir
nútíðar máti, men kortini
so mikið øðrvísi tá, at tey
sluppu ikki at framføra
hann allastaðni, tá ið tey
komu til Føroyar at ferðast
við honum.
Stjórin á Fiolteatret, Arne
Skovhus, ráddi henni til
at søkja inn á Statens Teat
erskole, sum beint tá varð
stovnaður. Hon stóð roynd
ina og var á fyrsta sjónleik
araliðnum, sum fekk prógv
haðani.
Hon hevur verið við
í framførslum, filmum
og sjónleikum niðri og
gjørdist eitt kent navn í
Danmark. Ikki so ofta hev
oyum, men í 1976 hevði
hon høvuðsleiklutin sum
Annika í Dímun í leikinum
hjá Jens Paula Heinesen,
sum varð framførdur í sjón
leikarhúsinum í Havn.
Meira og meira var tað
kortini sangurin, sum hon
legði seg eftir, og samstarvið
við Ian McCalman og hans
ara kenda skotska bólk
fekk stóra og góða móttøku
og førdi millum annað til
barnaplátuna, sum kom
út í 1975 og er vorðin ein
føroyskur klassikari. Við
nýggju barnafløguni, sum
kemur út á føðingardegnum,
eru komnar 14 plátur, bond
og fløgur. Sum tíðin er lið
in hevur hon gjørt meira
við at gera tónleik sjálv
og seta løg til føroyskar
upprunayrkingar. Egnar
útgávur eru komnar við
tekstum eftir Róa Patursson,
Gunnar Hoydal og William
Heinesen.
Annika hevur ferðast
víða um lond og framført í
øllum Norðurlondum. Hon
setir sær sjálvari stór krøv
og er neyðsemjusør. Hon
vil, at tað skal vera í lagi,
sum hon ger, og hon hevur
øll árini lagt dent á at kunna
velja sjálv og ikki lata sær
alt lynda. Av tí sama hevur
hon ongantíð bundið seg
fast til ávís sjónleikarhús
ella sjónleikarfeløg, sjálvt
um tað hevur staðið henni
í boði.
Íbúðin hjá henni og manni
num Klavs Lockwood í
Admiralgade mitt í Keyp
mannahavn er blivin ein
miðstøð hjá vinum, lands
monnum og familju. Men
altíð leitar hon aftur á klett
arnar, og føðingardagin
vildi hon vera her og onga
aðra staðni.
Hevði tað borið til, skuldi
tað havt verið í tí reyða húsi
num uppi á Hálsi. Men tað
stendur nú forfjónað undir
bingjum og óruddi og
stórum handilsbygningum.
Hon minnist aftur á tær
grønu fløturnar, og viðhvørt
hevur hon hug at finnast at
teimum, sum fingu hetta í
lag.
Árini eru liðin. Nógv er
hent, nógv er broytt, og nú
eru Annikurnar nógvar.
Men bara ein er sum hon.
gh
Annika Hoydal 60
Týsdagin 15. november fylti
Mina Højgaard 95 ár. Hon
er ættað úr Rituvík, og har
búði hon, inntil hon fyri
umleið 20 árum síðani flutti
inn í Heiðar at búgva. Hon
býr framvegis í hugnaliga
heiminum í Runavík. At
hon er væl fyri og fylgir
væl við var sjón fyri søgn,
tá ið hon týskvøldið helt sera
hugnaligan føðingardag á
Sjómansheiminum í Runa
vík.
Foreldrini hjá Minu vóru
Hanus og Nicolina Høj
gaard. Hon var ættað úr Kálv
húsinum á Glyvrum, og
hann var sonur Per og Nico
linu, sum vóru fyrstu nið
ursetufólkini í Rituvík. Mina
var gift við Hans Andreasi
Højgaard, sum doyði í 1970.
Hann var sonur Lisu og
Hans Paula Højgaard, sum
eisini vóru millum fyrstu nið
ursetufólkini í Rituvík. Tey
bygdu áttanda húsið. Per og
Hans Pauli vóru brøður, og
tað vil við øðrum orðum
siga, at verfaðir Minu,
Hans Pauli, var abbabeiggi
hennara.
Mina er fødd í 1910.
Hon hevur upplivað báðar
heimsbardagarnar, og hon
minnist væl tíðina, tá ið tað
var neyðugt at stríðast og
strevast, og tá ið landbún
aðurin, útróðurin og slupp
fiskiskapurin vóru tað, sum
føroyingar dúvaðu uppá.
Mina og Hans Andreas
giftust inn hjá foreldrum
hansara. Tey bygdu síðani
úti við Garð. Seinni bygdu
tey í gerðinum, sum Hans
Andreas legði inn yviri í
Skákinum. Har búði Mina
inntil kommunan fyri einum
tjúgu árum síðani keypti hús
ini, tí økið skuldi nýtast til
ídnað, og tá var tað, at Mina
flutti heim um at búgva.
Heimið var sera hugnaligt.
Lonin var fjálg, tað andaði
av blíðsskapi, og Mina hevur
havt eitt lætt sinni. Øll tey,
sum vitjaðu og ferðaðust,
kundu ikki annað enn kenna
seg væl hjá Minu. Hon hevði
longu tíðliga í tíðini bindi
maskinu, og serliga tá ið
skipsmenninir gjørdu seg til
at fara avstað, var Mina nógv
frammanfyri maskinuna, og
tað var ikki frítt, at maðurin
hjálpti henni.
Í Skákinum bar tað til hjá
Minu at fylgja við rituvík
ingum, tá ið teir ferðaðust
heim og yviraftur, og tá ið
teir fóru út av víkini og komu
aftur, og tað hevur altíð kenst,
at hon hevur hildið nógv av
sínum bygdafólkum, sum
hon og maðurin vóru so tætt
knýtt at.
Mina og Hans Andreas
fingu seks børn: Sigurd býr
í Runavík, Nora Olsen býr í
Havnini, Heri býr í Havnini,
Kristian býr í Runavík, Lisa
í Dali býr í Havnini, og
Malan Lisberg býr niðri.
Eftirkomararnir eru nógv
ir, og Mina er eisini oldur
omma.
Góða Mina! Vit vilja takka
fyri so manga hungaliga løtu
saman við tær og fyri væl
eydnaða føðingardagshaldið
týskvøldið. Hjartaliga til
lukku við 95 ára føðingar
degnum og framvegis blíðan
byr!
N
Mina Højgaard 95 ár
Jarðarferð
Kistan við
Sofus Andreasen
fer úr Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin 19. november kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Jan, Svend Arni og Anna Maria
Tey, ið vilja minnast Sofus, kunnu lata eina gávu til Barnalegurnar
í Grønlandi, konta í Føroya Banka.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá
kæri bróður, mammu- og ommubeiggi okkara
Poul Hammer
úr Hovi
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir
Takk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum,
fyri ta tíðina tit vóru um Poul.
Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
jarðarferðini og við ervi.
Takk til prest, berarar, organist, sangarar og gravarar.
Takk til tykkum, ið góvu Missiónshúsinum í Hovi gávu.
Hjartaliga takk øll somul.
Familjunnar vegna
Elias og Adina