fríggjadagur 18. november 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
41
úr hesi orku, so eru vit komin
langt.
Tórbjørn Jacobsen vísir á
Ísland, har hava tey gjørt vakstrar
hús innan KT vinnu, har verk
ætlanir og hugskot verða ment,
og tað er á hendan hátt vit mugu
hugsa.
Olav Enomoto sigur, at til
ber, við lóggávu at broyta fyri
treytirnar hjá føroysku virkj
unum, t.d. hevur Malta givið
virkjum loyvið, at skipa fyri
gambling á alnetinum, og hetta
gevur landinum stórar inntøkur.
Men eisini við nýhugsan innan
skattaskipanina kunnu vit skapa
møguleikar, sigur hann. Bjarni
Djurholm nevnir innan hetta
økið, møguleikan hjá virkjum at
gjalda breiðband til starvsfólkið,
uttan at hetta verður skattað, sum
ein áhugaverdan tanka.
Mangla fyrimyndir
Olav Enomoto heldur at vit
mangla fyrimyndir í føroyskari
KT-vinnu, einki føroyskt virki
hevur veruliga gjørt vart við
seg innan KT ídnaðin. Hyggja
vit t.d., at Skype, ið ein ungur
dani var við til at skapa, so
gjørdist eitt einfalt hugskot til
eina av teimum heilt stóru KT-
fyritøkunum uppá stutta tíð. Vit
mangla tílíkar fyrimyndir, ið
vísa, at eisini vit kunnu skapa
successir. Tá vit hava successir
eru vit alt ov lítið dugnalig til
at vísa á tær. Her vísir hann á,
at Formula hava gjørt Invoice
Workflow skipanina, ið er
blástemplað av Microsoft, men
vit duga ikki nóg væl at vísa á
hetta, sum eina fyrimynd.
Landið kann vísa vegin
Bjarni Djurholm vísir á menn
ingina av talgildari undirskrift,
sum eitt dømið har landið, í
samstarvi við eitt føroyskt virki,
fer inn og rindar fyri menningina
av eini skipan, ið landið skal
brúka, men sum samstundis ger
virkið kappingarført uttanlanda.
Her er tðdningarmikið, at vit ikki
gera alt ov serføroyskt, men at
vinnan skilir, at hon er í kapping
við umheimin. Bill Justinussen
nevnir samstarvið millum fíggjar
málaráðið og Atlantstøkni, sum
dømi um væleydnað arbeiðið, har
eitt føroyskt virkið mennir eina
skipan til landið, ið kann brúkast
uttanlanda. Hann setur hetta upp
ímóti, teimum upplivingum,
ið hann hevði við at gera eina
heilsuskipan í heilsumálaráðnum,
har ein føroysk fyritøka var
umboð fyri eina danska skipan.
Hesin arbeiðsháttur kann gerast
ein koddi, har fyritøkurnar
servisera landinum og tí sovna á
tryggu inntøkunum.
Tórbjørn Jacobsen greiðir frá,
at í fjør kom fram, at Landið
brúkar umleið 80 milliónir til
KT um árið, men hetta fer í
stóran mun til at keypa teldur
og útlendskar skipanir og til
at pjøssast um tær, sigur hann.
Um man ístaðin royndi, at lata
føroyskar veitarar sleppa inn, at
standa fyri allari talgildingini av
umsitingini, so kundi menningin
gjørt, at føroyingar kundu gjørst
kappingarførir innan KT, og
møguliga kundi man skapt ein
útflutning. Hann er greiður
yvir, at hetta kann tulkast sum
ígongdsetarastuðul, men leggur
satt at siga ikki so nógv í tað. Tí,
at tosa um KT ídna sum nú er, er
sum Jesias profetur segði á sinnið
at fáa runnar at grógva upp úr
turrari jørð.
Sum dømi um skeivu gongdina
nevnir Tórbjørn teldukervið á
landsjúkrahúsinum. Har man fór
til ein danskan veitara fram um
allar føroysku, tí henda skipan
skuldi verað so trygg, hetta er tað
sama, sum at siga, at føroysku
skipanirnar ikki eru nóg tryggar.
Olav Enomoto nevnir talgildu
undirskriftina, og ætlanirnar um
at gera alt størri part av almennu
tænastunum talgildar, sum økið
har landið fer inn og skapar
møguleikar fyri vinnuni. Eisini
Bjarni Djurholm sær talgildan
av almennum tænastum, sum
eitt neyðugt og gott stig, ið
vinnumálaráðið ynskir at ganga á
odda við.
Stovnarnir eru av
gamla slagnum
Bæði Henrik Old og Olav
Enomoto nevna vanahugsan og
stirvnar stovnar, sum forðing
fyri menning. Henrik Old heldur,
at t.d. menningarstovan og fjar
skiftiseftirlitið tykjast tung at
dansa við. Olav Enomoto heldur,
at bæði peningastovnar og
Menningarstovan eru stovnar av
gamla slagnum, og tað tí er ringt
hjá nýggjum og virkisfýsnum KT
fyritøkum at sleppa ígjøgnum
við sínum hugskotum. Henrik
Old sigur, at trupulleikin ikki
bert fevnir um KT ídnaðin, men
um ein stóran trupulleika við
at gagnnðta fólk við evnunum
at bróta upp úr nðggjum. Fólk
í hava góð hugskot, enda við at
brúka alt ov nógva orku til at
framleiða hugskotini, ístaðin fyri
at koma við nðggjum hugskotum.
Her noyðast hugsanir at verða
fluttar og kanska eisini fólk,
sigur Henrik Old.
Fiskivinnan er ein
møguleiki
Olavi Enomoto metir ,at kanska
90% av fíggjarorkuni liggja
í fiskivinnuni. Vit hava sera
nógva vitan innan fiskivinnu, tí
er upplagt at gera KT-vinnu, ið
liggur tætt uppat fiskivinnuni,
hann er væl greiður yvir, at hetta
er sagt 1000 ferðir uttan úrslit,
og hann heldur, at hetta er, tí
fiskivinnan er bæði skeptisk og
illoyal yvir fyri KT-vinnuni. T.d.
hava øll skip radarar, hví verður
einki gjørt innanfyri hetta økið,
spyr hann?
Henrik Old ivast ikki í, at
hetta er eitt øki har føroyingar
veruliga kundu gjørt um seg.
Tí bæði innan trollemmarnar í
Suðuroynni og innqn hjá amboð
hjá vónini Vónini hava vit
víst, at vit duga væl, at menna
amboð til fiskivinnuna. Men
hann viðgongur samstundis,
at fiskivinnan er øgiliga kon
servativ, og at allar broytingar
koma av neyð.
Tórbjørn Jacobsen sigur
sum er, at hann ikki hevur nóg
gott innlit í hetta mál til at
vita, hvørjir møguleikar eru í
at menna KT til fiskivinnuna í
Føroyum, men hann heldur, at
hetta ljóðar sum ein gongd leið.
Føroyar sum royndarøki
Bitland roynir at bjóða Føroyar
framsum KT royndarøki fyri
útlendskar fyritøkur. Bill
Justinussen heldur, at arbeiðið
hjá Bitlandi sær áhugavert
út, men veit ikki rættiliga, í
hvønn mun hetta fer at virka
mennandi fyri føroyska KT
vinnu. Gransking er ofta so
detaljuorientera, sigur hann.
Granskarin fer inn í sína egnu
verð, og spurningurin er, um
hvussu nógv vit læra av hesum.
Eisini Henrik Old er sera
spentur um ætlanirnar hjá
Bitlandi og sigur, at Føroyar í
sini serligu geografisku støðu
eru upplagdar til tílíka gransking.
Hann ivast ikki í, at her liggja
øgiligir møguleikar. Hetta er
Tórbjørn Jacobsen samdur í, og
hann heldur, at hetta er sjálvandi
eitt øki, man eigur at troyta.
Hann vónar, at granskingin kann
skapa eina synergi effekt hjá
føroyskum virkjum, ið fáast við
sama øki. Eisini Kári P. Højgaard
sær stórar møguleikar í at virka,
sum royndarøki. Men hann
heldur, at ikki at tað er neyðugt
bert at satsa uppá at verða
royndarøki innan kunningartøkni.
Hetta kunnu vit gera innan
nógvar ymiskar vinnir, sigur Kári
P. Højgaard.
Olav Enomoto heldur somu
leiðis arbeiðið hjá Bitland vera
sera áhugavert, men sigur, at
Bitland er eitt spinkult projekt,
við sera avmarkaðari fíggjarorku.
Landstýrismaðurin í vinnumálum
Bjarni Djurholm, sigur seg
stuðla arbeiðinum hjá Bitlandi,
og vinnumálaráðið hevur bæði
givið uppbakkning og verið
innið sum aktørur í arbeiðinum .
Hann heldur, hetta arbeiðið vera
serliga áhugavert, tí tað skapar
verkætlanir, ið annars ikki vórðu
gjørdar.
ta kunningar- og samskiftistøkni
Olav Enomoto: vit mangla fyrimyndir í
føroyskari KT-vinnu
Bill Justinussen: Tað kann gerast ein koddi hjá
fyritøkum at servisera landinum og tí sovna á
tryggu inntøkunum.
Kári P. Højgaard: Innan KT noyðist tú at renna
fyri at standa í stað