Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 222 - 18. november 2005 Allir flokkar eru samdir um, at kunningar- og samskiftistøknin skal raðfestast høgt, og kann gerast eitt tððandi bein hjá føroyska búskapinum at standa á, tó er stórur munur á, hvussu nøgdir flokkarnir eru við verandi støðu Tinghellan Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í ólavsøkurøðu síni segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at kunningar- og samskiftistøkni er ein av grundarsteinunum undir ætlanini at gera Føroyar til heimsins fremsta land í 2015. Hetta er landstðrismaðurin í vinnumálum Bjarni Djurholm samdur í. Hann sigur, at fyri hann er menningin av kunningar- og samskiftistøkni ein fortreyt fyri einum vælvirkandi og dynamiskum samfelagi. Hetta er somuleiðis breið semja um millum umboðini fyri teir politisku flokkarnar, ið vit hava tosað við. Øll vilja skapa karmar Um vit ikki virka fyri at gera kervið so skjótt og bílígt, sum til ber, eru vit á taparakós, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur dent á, at kervið til kunningar- og samskiftistøkni er at sammeta við vegakervið - Tað er alneyðugt fyri alla menning, at kervið er so gott, sum til ber. Hetta eru allir flokkar á tingi samdir um, Bill Justinussen úr Miðflokkinum sigur, at hann metir, tað vera landsins fremstu uppgávu innan hetta økið at gera tað møguligt hjá føroyingum at vera við í skjótu ferðsluni á alnetinum. Hann vísir á, at hetta er ein vinna, har fjarstøða frá fastlandinum als ongan tðdning hevur, og sum tí gevur okkum heilt nðggjar møguleikar. Kári P. Højgaard vísir á, at Sjálvstðrisflokkurin fór til val við teirri ætlan, at KT skuldi raðfestast ovaliga. Men hann ávarar ímóti, at gera nakað hálvt á hesum øki. Hetta er ivaleyst tann vinnan, ið hevur hægstu ferðina í løtuni. Tú noyðist at renna fyri at standa í stað, vísir hann á. Hann heldur als ikki teldukervið vera nøktandi enn. Breiðband er t.d. ov seint og ov dðrt enn í mun til grannalondini, og hetta setur okkum í vanda­ bólkin fyri at gerast eftirbátar, sigur Kári P. Højgaard. KT kervið er eins og útbúgving ein íløga, ið kemur aftur sum inntøka hinumegin. Hann vónar, at kappingin millum Føroya Tele og Kall fer at hava menning av kervinum við sær. Eisini Olav Enomoto, ið, um­framt at sita á tingi fyri sam­bandsflokkin, starvast við kunningartøkni til dagligt, heldur kervið vera sentralt. Hann heldur, at støðan í dag. Har tú skalt gjalda fyri hvørt MB, ið tú tekur niður ella sendur upp, er eitt haft um beinið á allari KT-vinnuni. Bjarni Djurholm, metir at sjálvandi kunnu tingini betrast, men minnir á, at Føroyar á KT økinum var eitt u-land fyri heilt fáum árum síðan. Øgiliga nógv er hent hesi seinastu 3-5 árini, og hóast langt er á mál, so er tað vert at fegnast um, at vit eru í frægara partinum av OECD londunum innan kunningar- og samskiftistøknið, sigur landstýrismaðurin. Tórbjørn Jacobsen framsøgumaður í vinnumálum hjá Tjóðveldisflokkinum, er púra ósamdur við Bjarna Djurholm um gongdina. Hann sigur, at nú hevur man tosað um at satsa innan kunningartøkni í 15 ár, men einki er hent enn. KT er vorðið eitt mótaorð í føroyskum politikki, men einki hendir. Hann sigur, at um vit hyggja at teimum londum, sum klára seg best í heiminum, so eru tað tey, ið miðvíst hava satsað innan KT. Hann ræðis,t men vónar ikki, at skipið longu er siglt, tí vit eru alt ov aftarliga á økinum. Bjarni Djurholm sigur, at í vinnumálaráðnum hava tey fyrst og fremst valt at seta sær nøkur mál á kervisøkinum. Ætlanin er at tryggja, at allir føroyingar fáa atgongd til háferðarnet, og hetta arbeiðið gongur framá. Ætlanin er, at 15% av húsarhaldunum hava breiðband við árslok í 2006, og at útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum við árslok 2008 er millum fimm tær bestu í OECD. Henrik Old úr javnaðarflokki­ num er eitt sindur skeptiskur yvir verandi støðu. Hann sigur, at núverandi skipan, har ein og tveir partar sita á øllum fjarskiftikervinum, er ein stór forðing fyri menning. Tað er alt ov nógvar forðingar fyri at skapa veruliga kapping, tí er prísstøðið ov høgt. Tað er í KT vinnuni, sum í øllum øðrum vinnum: Er prísurin ikki kappingarførur ber slettis ikki til at kappast. Bjarni Djurholm sigur, at hann ivast ikki í, at nú breiðband gerst alt meira vanligt, fer prísurnin somuleiðis at falla. Hækka útbúgvingarstøðið Í ólavsøkurøðini nevndi løg­ maður, at ein KT-kjarni við bachelor-, master- og Ph.D.- útbúgvingum eitgur at verða skipaður. Bjarni Djurholm sigur, at hetta kann gerast saman við vinnuni, har KT útbúgvingarnar verða málrættaðar at verða egnaðar til føroysk viðurskifti. Bæði Olav Enomoto og Bjarni Djurholm leggja dent á, at arbeiða má gerast fyrr í skúlagongdini, og her er týdn­ ingarmikið, at stig verða tikin longu í fólkaskúlanum. Olav Enomoto sigur, at hann av onkr­ um er skírdur einsrættari, tí hann hevur tosað um at málrætta frálæruna í fólkaskúlan, til at passa til tær ætlanir, sum samfelagið hevur. Ætla vit t.d. at hava kunningar- og sam­ skiftistøkni, sum innsatsøkið, eiga vit at leggja dent á at menna teir relevantu eginleikarnar upp í gjøgnum alla skúlagondina, sigur Olav. Bjarni Djurholm vísur á, at KT eisini er eitt amboð, og her er alneyðugt, at allir skúlar fáa teldur við háferðarsambandi, hesar skulu børn læra at brúka í skúlagongdini, soleiðis at tey gerast trygg við hesum am­boðum. Bill Justinussen heldur, at útbúgvingarøkið er alt ov diffust. Útbúgvingar eru eitt sjálvtøkuborð, hann eftirlðsir eina politiska leiðslu, ið stingur eitt innsatsøki út í kortið. Arbeiðsloysi millum KT-útbúgvin Olav Enomoto vísir á, at vit longu produsera nógv fólk við KT útbúgving bæði datamat­ ikarar og datalogar. men tað vísir seg, at alt ov nógv av hesum ganga arbeiðsleys. Hetta er eitt tekin um, at KT-ídnaðurin ikki mennur seg nøktandi í Føroyum. Tað almenna kann virka ímóti hesi keðiligu gongd, við at tryggja sær í setanar­poli­ tikkinum, at fólk hava neyðugu kompestensurnar, sigur Olav, ið heldur heldur, at gróðrarlíkindini hjá fyritøkunum eisini mugu gerast betur. Hann heldur ikki at tað almenna kann guida fólk ella virkir til success, men man kann gera karmarnar so góðar sum møguligt. Bill Justinussen heldur at ein møguleiki fyri at skapa eina veruliga KT-vinnu, er at seta t.d. 10 milliónir av um árið til eitt KT Idehús, har nðskapandi hugskot innan KT sleppa at royna seg og fáa neyðugu karmarnar at mennast í. Vit brúka pening til so nógv ymiskt, og hetta er ein íløga, ið kann gjalda seg sjálvan innaftur. Tey ungu hava stóran áhuga innanfyri KT, og brúka nógva orku á hesum økinum, tíanverri verður henda orka mest brúkt til undirhald, sigur hann og heldur fram, at um vit fáa nyttu burtur Politiski myndugleikin vil raðfest Bjarni Djurholm: Føroyar var eitt u-land á KT økinum fyri heilt fáum árum síðan, øgiliga nógv er hent hesi seinastu 3-5 árini Torbjørn Jakobsen: Man hevur tosað um at satsa innan kunningartøkni í 15 ár, men einki er hent enn Henrik Old: Núverandi skipan, har ein og tveir partar sita á øllum fjarskiftikervinum, er ein stór forðing fyri menning innan KT