fríggjadagur 18. november 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
39
tøkni
Vinnan, útbúgvingar
stovnar og politik
ararnir mugu sam
starva, um Føroyar
skulu menna seg
innan KT økið. Tað
heldur formaðurin í
KT-felagnum. Hann
metur, at Føroyar
hava møguleika at
klára seg í kappingini
við onnur á økinum,
tað ræður bara um at
bjóða seg fram á røttu
støðunum heldur
Ísak N. Jacobsen
Beinta Løwe Jacobsen
KT felagið fegnast um, at tad
tykist sum um politikararnir
eru til reiðar at menna KT
økið, men formaðurin í
felagnum Ísak N. Jacobsen
spyr eisini hvat ítøkiligt verður
gjørt fyri at menna økið.
“Tad er ikki nógvur peningur
settur av á fíggjarlógini til
hatta økið, og hyggja vit at
Fróðskaparsetrinum, so eru
relevantar útbúgvingar har
niðurlagdar, og tað harmar
okkum, tí tað er útbúgvingar
vegin vit skulu ganga. Vit
skuldu allarhelst havt master og
Ph.d. útbúvingar á KT økinum
” vísur Ísak N. Jacobsen á.
Neyðugt við samstarvi
Fyrsta fyritreyt fyri at Føroyar
kunnu menna seg á økinum
eru útbúgvingar- og gransk
ingarumhvørvi, sigur Ísak
N. Jacobsen. Formaðurin
leggur tó ikki alla ábyrgdina á
politikararnar, tí sambært Ísaki
N. Jacobsen, so er tað neyðugt
við samstarvi.
”Hyggja vit aðra staðni,
so síggjva vit at har sum tað
hevur eyðnast væl, er har sum
vinnan, granskingin og tað
almenna samstarvar. Hetta
gevur eina synergieffekt,” sigur
formaðurin í KT felagnum, og
vísur á, at júst hesin frymilin
hevur givið góð úrslit í m.a.
Danmark og Svøríki.
Klára kappingina
Formaðurin er eisini
sannførdur um at
Føroyar kunnu gerast eitt
undangonguland innan KT
øki, og at vit hava eina framtíð
innan vinnuna. Men tað kemur
ikki av sær sjálvum, ger Íska
N. Jacobsen vart við, og leggur
dent á, at tað krevur, at vit
bjóða okkum fram á teimun
røttu støðunum við teim røttu
tingunum. Hann er eisini vísur
í at Føroyar kunnu standa seg
í kappingini innan økið. “Tí
ivist eg onga løtu í. Vit eiga
nógvar góðar kreftir í dag.
Spurningurin er bara um at
fáa mobilisera tær, so tær
samstarva og hála sama veg,”
heldur formaðurin.
Samstarv
krevst
Ísak N. Jacobsen
enn betri atgongd til altjóða
tíðarit og avísir. Vit kunnu í
dag, og í enn størri mun tá e-
bøkur gerast meira vanligar,
hava eins góða atgongd til
vitan, sum stórbýarbúgvar í
fyrstaheimslondum hava.
Leggja vit okkum eftir at
verða eitt talgild samfelag, skulu
vit eisini ansa eftir at hava fólk
at menna og tillaga skipanir
til okkara tørv, eins og vit
mugu ansa eftir at hava fólk at
tryggja og viðlíkahalda skipanir.
Tí eins smart kunningar- og
samskiftistøkni er, eins viðbrekin
er hon.
Visjónir
Ein visjón er at fáa meira visjónir
frá fakfólki á økinum, eins og
eina útmelding frá politisku
flokkunum, um hvussu økið
skal raðfestast. Kunningar- og
samskiftistøkni fyllir alt meira
í gerandisdegnum og letur upp
vinnuligar møguleikar. Men
tað er ikki nøktandi at vit bert
velja at nevna kunningar- og
samskiftistøkni, tí vit síggja at
grannalond okkara menna seg
á hesum økjum. KT-felagið er
á beinari kós við fyriskipan av
KT-messum. Men greið mál fyri
hvar vit skulu, bæði politisk og
vinnuligt, og í samstarvi, hevði
styrkt okkum
Skúlin
Skulu vit skipa fólkaskúlan
soleiðis, at teldan er ein meira
náttúrligur partur í frálæruni, so
øll børn venja seg við talgildan
gerandisdag? Skal útbúgving
og gransking á hesum øki verða
partur av føroysku skipanini, ella
skulu vit brúka orkuna at senda
fólk aðrastaðir at vinna sær hesar
kunnleikar? Ella kostar tað ov
nógv í lestrarstuðli? Tað er m.a.
ein raðfesting sum politiska
skipanin skal taka støðu til nú.
Eisini møguleikarnir fyri lestrar-
og granskingarsamstarvi við ES
er ein postur sum skal gjaldast,
men sum uttan iva lønar seg
fleirfaldt.
Skype heimurin
Enn einaferð skulu vit hugsa
um hvat er mál og hvat er miðil.
Kunningar-og samskiftistøknin
er eitt amboð. Málið kann
sjálvsagt verða at styrkja seg
á hesum øki, tí tað kann skapa
gevandi vinnu, eins og vit ikki
skulu gloyma hentleikarnar. Í
einum samfelagi sum í Føroyum
er t.d. Skype ein gáva, samskifti
við allan heimin fyri lítlan ella
ongan kostnað. Og júst Skype
er dømi um markloysið. Skapt
og uppbygd eftir fáum árum
av tveimum ungum monnum
við einari visjón. Ein svii og
ein dani, sum møguliga kundu
skapa hetta, tí teirra lond hava
íverksetanarmentannir og
skipanir, men einamest tí teir
høvdu eina visjón, sum teir
gjørdu til veruleika.
Hvar er vinnan og hvar er
politiska skipanin? Skulu vit
verða fremstir, krevur tað
samstarv og at kunningar- og
samskiftistøknin bert er ein
partur í eini størri heild.