Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 222 - 18. november 2005 Visjón 2015 Skype Islands: Kunningar- og samskiftist Tinghelluanalysan Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur Ein av hornasteinunum í Visjón 2015 er kunningar- og samskiftistøkni. Í hesum liggur helst at Føroyar skal mennast til eitt vitannarsamfelag. Tað hevur í nógv ár verið borið fram at vitannarsamfelag eru framtíðin, og sum skulu avloysa ídnaðarsamfeløg. Vinnuliga er fleiri dømir um, at vit hava orku á hesum øki. Politiskt hava nakrar royndir verið, m.a. er KT-Forum og KT-Trygd undir Vinnumálaráðnum, sum stendur fyri KT hjá aðalráðunum. Kann Føroyar? Men kann Føroyar nakað á hesum øki? Kunnu vit nakað, sum Silicon Valley ikki kann? Júst frambrotini við kunningar- og samskiftistøkni, saman við altjóða politiskum broytingum, elva til at Føroyar ikki neyðturviliga longur eru ” remote island community”, men eitt sandkorn mitt á heimskortinum. Kollveltandi Tá eg gekk í studentaskúla (1991-94), var alnótin bert okkurt man hevði hoyrt um. Tá verkevni skuldu skrivast, vóru keldurnar avmarkaðar til okkara, í heimshøpi, lítlu bókasøvn og hjá summum víðkað við atgongd til privat tilfar hjá familju og kenningum. Nú ber til umvegis alnótina at leita næstan alt fram, sama avmarking er ikki til longur. Møguleikarnir gerast markleysir. Fjarstøða og landamørk eru ikki forðingar í sama týdningi longur. Nú er týdningarmikið at finna runt í nógvum tilfari, og ikki sum áður at klára seg við avmarkaðum tilfari. Talgildast Kunningar- og samskiftistøknin er ikki bert eitt samband út í heim, men eisini innanhýsis í okkara samfelagi. Vit hava her ein gyltan møguleika at innrætta samfelagið eftir tørvi og ynski, at binda landið saman soleiðis at fysiska undirstøðukervi verður stuðlað av kunningar- og samskiftistøkni. Dømir eru samskifti m.a. millum tað almenna og borgaran, millum virkir og t.d. skúlar. Í Ólavssøkurøðu síni vísti Løgmaður á, at greið mál eru sett fyri talgildari undirskrift, møguleikum at avgreiða viðurskifti við tað almenna elektroniskt, og útbreiðsluna hjá privatum við breiðbandi tey næstu árini, men annars ikki meira fyri 2015. Fjarstøðan minni týdning Ein broyting vit skulu venja okkum við er, at kapitalur og virkir ikki verða staðbundin uppá sama máta í framtíðini. Mørkini og fjarstøðan eru ikki somu forðingarnar, og tí ber eins væl til at sita í Føroyum og stýra vinnu á evropeiska meginlandinum, sum øvugt. Serligar loysnir Júst hendan tøknin og um vit hava fólk íð duga at arbeiða við henni ger, at vit kunnu snikka serligar loysnir til okkara samfelag. Annar fyrimunur vit hava, er at vit eru eitt lítið samfelag, sum skjótt kann umstillast og mennast, og at ávirkan av inntrivum er kanska lættari at síggja. Vit eru eitt lítið samfelag, sum altíð verður noytt til at keypa vørur og tænastur aðrastaðir frá. Tí er tað ikki ein spurningur um vit bert skulu leggja okkum eftir at verða sterk á einum parti av hesum øki, tí tað skulu vit. Vit skulu fokusera og á hesum økjum leggja okkum eftir at verða millum tey alrafremstu. Vit hava fleiri sterkar fyritøkur, sum hava víst, at vit hava eginleikarnar á økinum og tí er einki at ivast í, at vit kunnu gera okkum galdandi. Mál og viðbrekni Spurningurin er hvussu og hvørji mál vit sum samfelag eiga at seta okkum og hvussu tað almenna og tað privata skulu samstarva á økinum? Um semja er um, at leggja seg eftir at fáa ein smidligari almennan geira við samskiftis- og kunningartøkni, og harumframt eisini at skapa fyritreytir fyri at vit fáa sterkar fyritøkur á økinum, er tað ein spurningur sum nemur við t.d. útbúgvingar, atgongdina til nøktandi alnótasamband, møguliga størri dent á fjarundirvísing og styrkja Landsbókasavnið við Alneyðugt er við samstarvi fyri at menna okkum á kunningar- og samskiftisøkinum.