fríggjadagur 18. november 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
37
Tinghellugreinin
Eftir Elin Heinesen
2. partur (av trimum)
Fjølmiðlarnir avspeglað ein
ótíðarhóskandi hugburð,
sum ger alt ov stóran mun á
kynunum, og sum økir um
fordómarnar ímillum kynini.
Hetta hevur eitt sera óheppið árin
á samfelagskjakið - og í síðsta
enda á samfelagsbúskapin.
Í grein seinasta vikuskifti
vísti eg á, at tað tykist sum
tey matematisk-logisku
evnini fáa alt ov nógv pláss í
føroysku fjølmiðlunum í mun
til tað menniskjansliga, sum
verður skumpað til viks, tá tær
stóru samfelagsligu linjurnar
skulu dragast. Tað ‘bleyta’
menniskjansliga hevur jú ’bara’
týdning fyri privatlívið hjá tí
einstaka - og hvønn rakar tað?
Er hetta ikki ein persónlig sak?
Skulu vit blanda okkum uppí
tað?
Tað er týðiligt, at føroysk
fjølmiðlafólk generelt hava
ein ótta fyri at nerta við slíkt
og heldur velja at gera tað,
tey eru von við - halda seg til
traditionella faktauppreksing
og mikrofonhaldara- og
hagtals-journalistikk. Mátin,
fjølmiðlarnir lesa verðina
uppá, tykist týðiliga at vera
ein leivd frá eini tíð, har
samfelagsviðurskiftini vóru
nøkur heilt onnur enn nú - har
menn arbeiddu úti og tóku
sær av tí fysiska tilfeinginum,
meðan kvinnurnar arbeiddu
heima og tóku sær av tí psykiska
tilfeinginum.
Men nú er samfelagið munandi
broytt. Bæði menn og kvinnur
arbeiða úti og eru produktiv á
arbeiðsmarknaðinum, og bæði
menn og kvinnur taka sær av
húsarhaldinum og børnunum
har heima. Men í føroyskum
fjølmiðlum, verður enn tað,
sum fyrr var roknað sum ‘hørð’
mannlig virði, hildið at vera
mest relevant, meðan tað, sum
fyrr vanliga var roknað sum
tey ‘bleytu’, kvinnuligu virðini,
ikki hevur sama áhuga. Tíðin
er komin til at gera upp við
henda hugsunarháttin um, hvat
hevur týdning at bera fram í
fjølmiðlum og hvat ikki.
Finnast serlig kvinnulig
og serlig mannlig virði?
Tað er eingin ivi um, at ávísur
munur er á kvinnum og monnum
og áhugamálum teirra, serliga
har sum korini eru ymisk enn
fyri kvinnur og menn. Men
korini hjá kynunum eru sum sagt
ikki so ymisk longur, sum tey
vóru fyrr, á so nógvum økjum,
og tí eru felags áhugamálini
eisini fleiri. Politikkur, vinnulív
og fíggjarligir spurningar eru
eisini partur av gerandisdegnum
hjá kvinnum í dag - ikki bara
hjá monnum. Og menn halda
sjálvandi familju- og kenslulív
verða áhugavert - eins og
kvinnurnar - tí teir spæla eisini
ein størri leiklut heima við hús
í dag.
Tað er eingin onnur orsøk enn
traditión og vanahugsan til at
býta kynsligu áhugamálini upp
so harðliga í ’bleyt’ (traditionelt
kvinnulig) virði, og ’hørð’
(traditionelt mannlig) virði.
Hetta eru jú bara orð, sum púrt
ongan konkretan týdning hava,
tá samanum kemur. Orðini
leggja virði aftrat nøkrum
hugtøkum, sum bara eru til í
hugaheimi okkara, men ikki
nakra aðrastaðni. Tað er jú so
vælsignað einfalt at býta verðina
upp soleiðis í pør av tveimum -
hart yvir fyri bleytum, fýrakantað
yvir fyri rundum - og síðani
hefta hesi hugtøkini upp á hvør
sítt kyn, soleiðis at vit enda við
at síggja kvinnur og menn sum
mótsetningar. Men... hevur hetta
nakað við veruleikan at gera?
Fordómar sjálvstyrkjandi
ávirkan
Tað er synd og spell at býta
verðina soleiðis upp, tí
uppbýtingin ger okkum blind
fyri tí, vit hava til felags sum
menniskju - kvinnur og menn.
Hugsunarhátturin fær nevniliga
menn at halda, at teir eiga bara
at hava áhuga fyri ’mannligum’
matematiskt-logiskum evnum,
tí annars eru teir ikki rættiligir
menn - ja, teir eru nærmast foyir,
um tað verður avdúkað, at teir
hava áhuga fyri øðrum eisini,
tí hugsa sær, um onkur skuldi
hildið, at teir vóru ‘av hinum
slagnum’! Og hugsunarhátturin
fær hin vegin kvinnur í sínum
lag at halda, at tær eiga bara at
hava áhuga fyri ‘kvinnuligum’
bleytum evnum, tí annars eru tær
ikki rættiligar kvinnur!
Menn halda seg bara fáa status
við at vísa, at teir vita nakað um
politikk, búskap, heimsspeki og
tílíkt og við at vera úteftirvendir
og hugsa stórt og globalt. Meðan
kvinnurnar fáa status við at
hava innlit í viðurskifti, sum
hava við sjálvsinnlit, kærleika,
umsorgan og kensluligt samskifti
at gera. Hesin hugsunarháttur fær
harumframt kynini til serliga at
dyrka hesi virði, og elvir til eina
sjálvforstyrkjandi ávirkan og til
øktar fordómar millum kynini.
Og tá tað jú mest eru menn,
sum sita í leiðandi størvunum
í fjølmiðlunum, speglast teirra
hugsunarháttur eisini mest aftur í
fjølmiðlaheiminum.
Hvat hava kynini til felags?
Tað syrgiliga er, at hetta
slettis ikki hongur saman við
veruleikanum í gerandisdegnum
hjá teimum allarflestu. Sum
menniskju hava kynini nógv
meira til felags, enn henda
uppbýting letur okkum halda.
Eitt og hvørt menniskja - kvinna
sum maður - stendur í roynd
og veru fyri júst teim somu
lívsspurningunum - hørðum so
væl sum bleytum. Vit hava øll
somul kenslur, familju, vinir,
húsarhald og kanska eisini
eitt yrki, samstarvsfelagar,
peningarligar trupulleikar osfr.
Øll elska síni børn og øll ynskja
at skapa sær eitt so gott lív fyri
seg og síni sum gjørligt.
Alt, sum hendir í samfelagnum
hongur meira og minni saman.
Og alt hevur í ein ella annan
mun týdning fyri lív okkara
- frá altjóða fiskaríavtalum til,
hvussu lítlibeiggi hevur tað í
vøggustovuni. Frá tí almenna til
tað persónliga. Og tað líka mikið,
um tú ert kvinna ella maður. Og
kortini verður farið øgiliga lætt
um stórar partar av lívinum hjá
báðum kynum - tey persónligu
evnini - sum um tey ongan
samfelagsligan týdning hava.
Hví eru so fá konufólk
í politikki?
Fjølmiðlarnir hava eina ábyrgd
at ganga framman við upplýsing.
Tað er her, vit fylgja við í
samfelagslívinum. Tað er her, vit
spegla okkum og verða vegleidd.
Tí er tað gott og neyðugt, at
samfelagsbúskapur, politikkur
og vinnulív verða viðgjørd í
fjølmiðlunum. Men tað er stórt
spell, at persónlig, men tó alment
menniskjanslig evni, sum hava
við tað gerandisliga, kensluliga,
nærumhvørvisliga og trivnaðin
at gera hjá okkum øllum, verða
skýrd at vera ‘bleyt’ og tí bara
hoyrandi til áhugamál hjá tí eina
kyninum - og ikki hjá báðum.
Hetta speglast aftur í sam
felagsliga kjakinum í tí
politiska lívinum í Føroyum,
sum byggir á somu einoygdu
og ótíðarhóskandi uppbýting
og skeivdeiling. Her tosa vit
aftur um eina sjálvforstyrkjandi
ávirkan. Miðlarnir dyrka
bara nøkur ávís evni, sum
politikkarnir síðani meta vera
tey týdningarmestu at taka til
viðgerðar í politiskum høpi - sum
aftur førir við sær, at miðlarnir
mugu viðgera júst tað evni, tí tað
er aktuelt í tinginum.
Ei undarligt í, at lutvíst so
fá konufólk í Føroyum tíma
at fara upp í politikk. Fleiri
og fleiri viðurkenna, at eisini
annað enn skip og vegir fáa
samfelagshjólini at mala, men
verður hetta ”annað” tikið uppá
tungu í almennum politiskum
høpi í Føroyum, verður tað antin
tagt burtur ella kveistrað av
vegnum, tí ”her í løgtinginum
(býráðnum, bygdaráðnum)
viðgera og kjakast vit fyrst og
fremst um verulig mál!” Og
verulig mál eru fiskivinna,
tunnilsgerð, havnarløg og tílíkt!
Alt annað er - groft sagt - fjant
og petitessur, sum bara bleyt
konufólk ganga uppí - og ikki
rættiligir menn!
Skomm at tosa um trivnað?
Nær hevur tú seinast hoyrt
mannligar politikkarar í álvara
brúkt krút uppá at kjakast
sínámillum um at bøta um korini
á ellisheimum (ikki uttan so teir
verða øgiliga hart trongdir!).
Ella hvussu neyðugt tað er við
uppnormeringum í barnagørðum
og skúlum, fyri at børn okkara
ikki skula mistrívast. Ella hvat
gerast kann fyri at økja um
trivnaðin hjá ungum, so vit ikki
missa tey á gólvið, og tey enda
við at gerast misbrúkarar ella
gera sjálvmorð? Slíkt mugu
konufólk (ella samkynd og
kanska religiónsfanatikarar)
taka sær av. At síggja til tora
mannfólkini ikki. Tað tykist
tíanverri sum um, at teir halda
tað vera skomm, um ein maður
ger slík mál til síni hjartamál.
Og tá so lutvíst fáar kvinnur eru
uppi í politikki, verða slík evni
ofta skammiliga forsømd - eisini
í fjølmiðlunum.
Tað syrgiliga er, at væntandi
viðurkenningin av veruliga
samfelagsliga leiklutinum
evni sum trivnaður, umsorgan,
nærumhvørvi, kenslulív og tílíkt
t.d. hava, gongur tíverri út yvir
øll - ikki bara kvinnurnar, men
eisini mennirnar í stóran mun.
Vit hava øll eitt lív uttanfyri
arbeiðsplássið - eitt lív, har
vit t.d. fáa børn og gerast
sjúk og gomul. Øll kunnu
persónliga koma til at uppliva
trupulleikarnar, tá vit t.d. hava
brúk fyri hjálp frá tí almenna, og
umstøðurnar fyri hjálpini ikki eru
tær best møguligu, og vit enda
á einum alinlongum bíðilista.
Hvussu stuttligt er tað? Men hin
vegin - hvussu skulu vit vita,
hvussu sovorðið veruliga kennist
fyri tey raktu, tá vit heldur
ikki síggja/lesa/hoyra um tað í
fjølmiðlunum?
Í síðsta enda gongur hesin
ótíðarhóskandi hugburður eisini
út yvir búskapin í samfelagnum
og ger okkum til eftirbátar - ikki
minst á vinnuliga/búskaparliga
økinum! Henda áhugaverda
pástandin vil eg fegin útgreina
betur í næstu grein míni, sum
kemur í næsta vikuskifti.
Elin Heinesen býr í Keypmannahavn, har
hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri fyri
blaðið KIWI magazine - eitt mánaðarblað
við 430.000 lesarum iflg. Gallup/Dansk
Oplagskontrol 1. og 2. kvartal 2005.
Fakta
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Rættir menn tíma ikki konufólkafjas