fríggjadagur 18. november 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Marjun Bæk, prestur
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Lesi beint nú Dværgenes
dans eftir Anne Marie Løn.
Tað var mest av tilvild, eg rendi
meg í hesa bókina, men kenni
rithøvundan frá øðrum bókum,
t.d. Traktørstedet og Café
Danmark o.ø. Eg haldi hetta
vera lívsjáttandi skaldsøgur um
fólk, sum ikki koma til skorin
klæði, og sum síggja lívið úr
sínum serliga sjónarhorni og
liva tað. Annars lesi eg mest
krimisøgur: Liza Marklund,
P.D. James, Henning Mankell,
Minette Walters, Kirsten Holst,
Anne Holt o.a.. Dan Brown
var sjálvandi ikki til at koma
uttanum, men eg haldi nú,
hann var nakað langrøkjutur
- sum fleiri aðrir amerikanskir
rithøvundar. Mikkjalsbók og Mál
og mæti liggja eisini frammi
í løtuni til at kveita í afturvið
einum kaffimunni.
Fakliga hevur tað í seinastuni
mest verið kjakbøkur um
fólkakirkjuna, t.d. Jan Lindhardt,
Folkekirke?. Og so havi eg
lisið um eina kristna sekt,
valentianarar, úr 2.øld, sum gingu
so høgt upp í Jesu guddómleika,
at teir m.a. funnu tað fyri gott at
gera lærusetningar um, at einki
av tí, sum Jesus át ella drakk, fór
út úr kroppinum aftur!
Meðan eg hevði tað gleði
at vera fulltíðar-omma í einar
14 dagar herfyri las eg millum
annað Físan, Apan Ásvald, Storm
Stina, Álvur Ákason osfr.
Er tað onkur bók, tú minnist
serliga væl?
- Tað eru fleiri - ilt at taka dagar
ímillum. Ein tann fyrsta, og sum
eg aldrin gloymi, var Vredens
druer hjá John Steinbeck, sum eg
las, áðrenn eg varð konfirmerað.
Serliga var ein partur móti
endanum, sum festi seg fyri altíð,
har ein kona, sum beint hevði
mist bróstabarn sítt, gav einum
lívshættisliga útsvøltaðum manni
bróst. Danin Jørgen Thorgaard
hevur skrivað En god dag, sum
eg las beint aftaná Angelas
Aske, tað var sanniliga munur
á dýpdini! Tú gloymir heldur
aldrin Ditte menneskebarn ella
Pelle Erobreren, og Dostojevskij
er næstan sum at lesa í bíbliuni:
Tú varnast altíð okkurt nýtt.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
- Tey hava sagt mær, at eg var
lítil, tá eg hart og týðiliga (við
føroyskari úttalu, sjálvandi!) las
av eini pappeskju: PALL MALL
FAMOUS CIGARETTES!
Tað minnist eg nú ikki. Men eg
minnist, at eg las eina roman
í trimum pørtum í Ude og
Hjemme uml. 12 ára gomul. Eg
veit ikki, hvat hon var um, men
har var ein ketta, sum æt Richo,
og síðan itu allar kettur heima
hjá okkum Richo. Frensurin
hjá systir míni eitur framvegis
Richo.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú
hevði lisið?
- Nú um dagarnar skuldi tað
vist verið Harry Potter, men
tær freista meg ikki. Eg havi
sæð onkran av filmunum og
skilji væl, at tey ungu eru
upptikin av bókunum. Men eg
eri helst vorðin ov gomul til tær.
Ringanna Harri hevur tó so nógv
religiøs motivir, at tað er góður
lesnaður hjá mær, men tá eg var
og hugdi at tí fyrsta filminum,
sovnaði eg ...
Eg vildi ynskt, at eg hevði sans
fyri at lesa yrkingar, men tað tími
eg av einhvørji orsøk ikki. Mær
dámar harafturímóti at hoyra
yrkingar, men tað er tað jú ár og
dagur ímillum.
Hvat fær teg at velja tær bøkur,
tú lesur?
- Ofta er tað eitt ummæli
í bløðum ella á netinum,
um eg væl at merkja kenni
ummælaran og havi álit á honum.
Ella viðmæli frá vinum og
kenningum. Tað er í øllum førum
ikki myndin á permuni!
Bøkurnar og eg
Harry Potter á
føroyskum nærkast
Um einar tvær vikur kemur sætta
bókin á føroyskum um Harry
Potter í bókabúðirnar. Føroyska
týðingin hevur heitið Harry
Potter og Hálvblóðsprinsurin og
er slakar 600 blaðsíður. Tað er
Bókadeild Føroya Lærarafelags
sum gevur út.
Føroyska upplagið hesa ferð
er 1500 bøkur, sum er nógv
fyri eina barnabók. Fyrstu fýra
bøkurnar um Harry Potter eru
prentaðar í 2000 eintøkum.
Fyrsta upplagið av fyrstu bók
varð útselt, og stutt eftir varð
bókin prentað uppaftur í 1000
eintøkum afturat. Fyrstu tríggjar
bøkurnar týddi Gunnar Hoydal,
ta fjórðu Malan Háberg, og
fimtu og sættu bók hevur Bergur
Rasmussen týtt.
Sætta bókin um Harry Potter
fer fram í sætta skúlaári hansara
á Hogwarts. Og skúlaárið fær
eina óvanliga byrjan, nú tað
rennur saman millum heimarnir
hjá muglarum og gandafólkum
... J.K. Rowling sigur sum vant
hegnisliga og hugtakandi frá
teimum ævintýrum, Harry Potter
og vinfólk hansara eru fyri.
Bøkurnar um Harry Potter halda
fram at seta met. Allar seks eru
seldar í 300 mió. eintøkum um
allan heim, á 63 málum og í
200 landaøkjum. Í Danmark er
seinasta bókin um Harry Potter
prentað í 120.000 eintøkum, og
er hetta er eitt ógvuliga stórt
upplag.
Nær sjeynda og seinasta bókin
kemur út er tað eingin, ið veit,
uttan J.K. Rowling kanska....
Tað er
Bergur Rasmussen, sum týðir sættu
Harry Potter bókina, ið verður í
bókabúðunum um einar tvær vikur
Royn teg sum
ummælara
Hvørja viku fram til jóla fer
Bókasølan at luta eitt gávukort
burtur áljóðandi 300,00 kr
Tey, sum hava hug at vera við
í kappingini, skulu skriva eitt
ummæli av eina bók, sum er
at finna á heimasíðuni hjá
Bókasøluni, www.bokasolan.fo
Ummælið nýtist ikki at vera
langt, tað veldst ikki um longd,
men heldur um góðsku. Tað
verður onkuntíð sagt, at eitt
gott ummæli kann skrivast við
200 orðum. Ummælið skal vera
sakligt, og kann verða lagt út á
heimasíðuna hjá Bókasøluni til
onnur at lesa. Tú kann eisini geva
bókini karakter: besti karakterur
er 6 stjørnur, og tann vánaligasti
er ein stjørna.
Soleiðis gert tú fyri at verða við í
kappingini:
1) Finn bókina fram við
leitiskipanini á heimasíðuni.
2) Trýast á slóðina: ”Skriva
ummæli”
3) Eitt skema kemur á skíggjan,
har tú skrivar ummælið í.
Fyri at tað skal vera lætt, greitt
og skjótt hjá Bókasøluni at handa
vinningarnar til røttu vinnararnar
er sjálvandi neyðugt eisini at
skriva fornavn, eftirnavn, bústað,
- og helst eisini telefonnummar
og teldupostadressu.
Síðini er bara at trýsta á slóðina
”Send til Bókasøluna”, og tú ert
við í lutakastinum.
Er okkurt ivamál, kanst tú senda
Bókasøluni ein teldupost á
bokasolan@bokasolan.fo og tey
svara skjótast gjørligt.
Nú fáa øll høvi at royna seg sum
ummælarar á www.bokasolan.fo og
samstundis verða við í lutakasti um
gávukort
At lesa Dostojevskij er næstan sum at lesa í Bíbliuni, heldur Marjun Bæk. Tú varnast altíð okkurt nýtt …
Mynd: Jens Kristian Vang
36