fríggjadagur 18. november 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
35
Fløguummæli
Niels Unie Dam
Fløgurnar hjá Øssuri Johannesen
eru altíð heilt serligar tónleika
upplivingar. Øssur og bassurin
klæða óvanliga væl hvør øðrum.
Ístaðin fyri vanlig løg verður
altíð talan um kensluligar
útferðir, har tónleikurin málar
ofta ógvusligar kenslur. Soleiðis
er eisini á nýggju fløguni “Lat
tað flóta frítt/Let it flow freely”.
Á fløguni síggja vit aftur
Øssur sum solist. Aftan á tvær
fløgur við Hjalta Joensen, er tað
aftur bara Øssur. Úrslitið er ein
sera góð og sterk fløga. Hon er
instrumental, og hetta dámar
mær væl, Øssur er so sterkur á
sínum ljóðføri, at vokalur ikki
er neyðugur. Uttan vokal fær
bassurin somuleiðis fríar ræsur,
og tað er bara at fegnast um.
Fløgan er ein framman á
til vanahugsan. Tú noyðist at
hava eina meining um hana.
Á hesi fløgu spælir Øssur
bass, akkustiskan- og elgittar,
slagverk og trummir. Men tað
er serliga á bassinum, at Øssur
veruliga gevur tónleikinum lív.
Tað er eingin føroyingur, ið ger
tey ting, ið Øssur ger á einum
bassi, og tað er ivaleyst heldur
eingin, ið roynir. Men tá Øssur
ger tey, verður upplivingin vill,
viðkomandi og egin.
Øssur er ein heilt serligur
listamaður við sera sterkum
útrykki, og eins og tá pensilin
gerst ein gluggi til sálina í hans
ara málningalist, so er bassurin
ein gluggi til sálina í hansara
tónlist. Hetta er ikki altið pent
ella nydeligt, men ofta ljótt og
harligt, men altíð viðkomandi og
flott á onkran hátt.
Serliga sterkt er lagið Órudd
og Kaos, har bassurin skapar
eitt grunnleggjandi groove,
sum dregur teg inn í lagið, men
bassurin liggur somuleiðis sum
soloinstrument í lagnum, og
Øssur vindir øgiligan tónleik
burtur úr honum. Eisini gittarin
og slagverkið klæða væl lagnum,
og her skilji eg betur enn
nakrantíð, hví Øssur hevur hesið
ljóðføri við á fløguni. Tey geva
tónleikin møguleika at flúgva eitt
sindur hægrið.
Øssur hevur sína grund í 70
ára rokkinum, og tær somu
kenslurnar, sum eru í gomlum
Black Sabbath tónleiki, koma
fram á fløguni, henda inniligheit
og kærleiki til ljóðførið, ið teir
gomlu rokkgudarnir høvdu,
merkir eisini spælið hjá Øssuri.
Tú fært varhugan av, at hetta ikki
er ein maður við einum bassi,
men ein samla eind, eitt slag av
menniskjaligum bassi, fullkomin
samanrenning millum persónin
og ljóðførið.
Á fyrsta lagnum “Indisk
inspiratión” er tað gittarin, ið
tekur teg við á eina maniska ferð,
har tú beinanvegin fært fløguna
kroysta upp í andlitið. Um tú ikki
megnar at latað teg takað við
á ferðina, so er lagið ov sterkt.
Men letur tú teg taka við, so er
tað frálíkt.
Jón McBirnie hevur ljóðbland
að fløguna, og enn einaferð
vísir hann sínar ótrúligu dygdir.
Ljóðblandið serverar tónleikin
á heilt rættan hátt, at Jón sjálvur
er framúr góður bassleikari
hjálpir ivaleyst í arbeiðinum at
ljóðblanda.
Lat tað flóta frítt/Let it
flow freely er samanumtikið
ein ordiliga góð fløga, sum
gerst alsamt betur. Hetta er
ikki MTV poppur, standard
jassur, r’n’b ella punk rokkur.
Hetta er einki minnið enn ein
garrvill tónleikaútferð, ið allir
tónleikaelskarar áttu at farið á.
Legg teg afturá, set tónleikin hart
frá, og lat hann flóta frítt.
Eins og pensilin er gluggin inn í sálina hjá Øssuri í málningalistini, er bassurin gluggin í tónlistini
Ein kenslulig útferð
Øssur Johannesen gav herfyri út fløguna “Lat tað flóta frítt/Let it flow freely”,
fløgan er ein tónleikauppliving, ið allar tónleikaelskarar áttu at upplivað.