fríggjadagur 18. november 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 222 - 18. november 2005
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Treiskur, smæðin, droymandi.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Hattar er feitt hattar har, mega
sakin, ordiliga kul.
Hvørjum hyggur tú at hjá tínum
kyni?
Øllum.
Hvussu langa tíð nýtir tú at gera
teg kláran um morgunin?
Eg eri so gott sum aldrin uppi
um morgunin. Men um eg fari
í býin, ella á konsert, dámar
mær væl at osa stereo anleggi í
baðirúminum frá, og tá kann alt
tilsamans saktans varða langt
yvir ein tíma.
Hvat stressar teg?
Rokningar. At bíða eftir at
sleppa út úr flúgvaranum. At
keypa í støðum har sum tann
ið avgreiðir, ger so skjótt av, at
viðskiftafólkið aftanfyri meg
noyðist at bíða eftir, at eg flytið
meg, tí eg ikki havi nátt at koyra
vørurnar í posan. Óskipaður
larmur. At noyðast at gera meir
enn eitt ting í senn, og mangt,
mangt annað. Eg verði alt ov lætt
strongdur.
Hvat gleðir teg?
Eitt smíl. Eitt gott ball. Góð
vinfólk. Ein góð konsert. At eg
merki, at onkur vil mær væl. At
hoyra fólk rósa hvørjum øðrum.
At fáa rós. At fáa eitt klemm
ella ein muss. At eg eri til. At
onnur eisini eru til. At hoyra
onnur flenna. At drekka kaffi og
roykja eina sigarett, júst tá eg
havi etið morgunmat. At onkur
sigur ella ger okkurt óvæntað.
Góður tónleikur, serstakliga
jólatónleikur, ósmæðin før
oyskur punktónleikur, og kult-
rokkur frá Vágoynni, fær meg í
gott lag.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Á undan-útgávu konsertini hjá
Peturi Pólson í Losjuni í Gøtu,
tá Bogi Á Lakjuni hálvgrátandi
spældi solo’ðinia í síðsta lagnum
á konsertini. Tað var so mikið
rørandi, at har fullu eini 2-3 tár,
og eg hugsaði við mær sjálvum,
at hasin maðurin dugir at spæla
gittar.
Nær smakkaði tú tær seinast á?
Í gjár. Deiligt at Atlantic Airways
bjóða ókeypis øl, og brennivín í
flúgvaranum.
Hvat var seinasta ynski, sum tú
fekst uppfylt?
Eg havi leingið ynskt mær ein
LP-plátuspælara, og nú havi
eg so endiliga fingið ein. Tað
er nýggja dyllan hjá mær, og
sangaranum í Makrel, Ára
Rouch. LP-plátur við bestu ljóð
góðsku, og stórum hylstrum, tað
er for kul!
Hvar arbeiðir tú?
Í Rokkstovuni, og í venjingar
hølinum.
Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum
ætla sær at spæla gittar?
Ver treisk/ur og halt áfram,
sjálvt um tú til tíðir vilt gevast.
Hvørja ferð tú yvirlivir mótgang
í gittarspælinum, gerst tú ein
betur gittarleikari, við meiri
sjálvsálitið. Ikki lurta ov nógv
eftir hvat onnur siga, at man skal
gera fyri at gerast dugnalig/ur,
men ger tínar egnu royndir. T.d.
tí at tað kann væl vera, at tað,
sum loysir seg best fyri teg, er at
venja 15 minuttir annan hvønn
dag, ístaðin fyri tvinga teg til
at venja 10 tímar hvønn dag,
sum í versta falli kann enda við,
at tú gevst. Halt teg burturfrá
fyrrverandi bitrum tónleikarum,
ið kritisera alt sum tú gert, tí
at teir aldrin blivu til nakað
sjálvir. Tak tað, sum tú spælir
upp og lurta eftir tí. Finn nakrar
tónleikarar, sum duga betur enn
tú, at spæla saman við. Og mest
týdningarmikið, brúka tað, sum
tú hevur innaní tær sjálvari/
sjálvum, at spæla við. Líkamikið
um tað er ljótt, vakurt, ógvusligt,
bleytt, stuttligt ella trist.
Hvat er besta uppfinningin og
hví?
Tónleikur. Tí at góður tónleikur
kann siga tað, sum tú aldrin
hevði kunna sagt við orðum og
leiða teg fram til støð, ið tú als
ikki visti vóru til. Eitt sindur,
sum ein góður filmur, men bara
betur, tí at tú sleppur sjálv/ur at
ímynda tær myndirnar afturvið.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Mína fartelefon, ein ring, 6
plektarar, ferðaspjald, 3 buss
kvittanir og ein tóman Twix
pakka.
Hvat er títt besta heimaráð?
Ehmmm, krydda eggini, sum
tú steikir á pannuni, tí at tað
smakkar bara nógv betur.
Serliga Paprika og Aromat rigga
væl saman við eggum, eri eg
komin fram til. Tað ber eisini
til at leggja hamburgarygg ella
salami viðskera undir eggini og
somuleiðis ost omanyvir.
Hvør er stuttligast í Føroyum og
hví?
Hømm, hømm, hømm,
heim at gera hømm, hømm,
hjømm, heim at gera
høøøøøøøøøømmmmmmmm.
Hann er heilt einastandandi. Tá
eg var til Pipar og Salt sýning
arnar í Norðurlandahúsinum
herfyri, og hann spældi Torstein
úr Sumba, táraði eg og fekk ikki
anda, sum eg flenti.
Hvør er keðiligast í Føroyum og
hví?
Tann, sum hevur funnið uppá
hendan spurningin. Tí at eg
haldi, at hetta er ein keðiligur
spurningur, sum onki gott hevur
við sær.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Nakrar ferð um dagin. Áðrenn
eg fari út og sovorðið, veit ikki
- 5 ferð.
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Tað er ymiskt. Onkuntíð hvønn
mánað, og aðrar tíðir gongur eitt
hálvt ár ímillum.
Hvør er tín stuttligasta
tónleikauppliving?
Ja, har eru fleiri. Eg minnist
akkurát nú tað einu ferðina, eg
spældi í Suðuroynni í høllini
í Trongisvági í sambandi við
Prix Føroyar 1997. Tá var ein
bólkur har, ið minnist meg rætt,
kallaðist “Stain”. Teir spældu
tungan thrashmetal tónleik.
Undir framførsluni blakaði
sangarin sínar tekstir út til
áhoyrararnar, so at onkur heppin
kundi sleppa at eiga teir, men øll
fluttu seg undan og lótu teir falla
á gólvið! Og so hevði hesin sami
sangarin eisini lova onkrum,
áðrenn konsertin byrjaði, at
hann skuldi geyla “Sjókúgv” í
mikrofonina, hvat enn so tað
merkir. Og hann so gjørdi, meira
enn einaferð. Tað heila var, sum
tikið úr, “Spinal Tap” filminum.
Rasmus Rasmussen, gittarleikari í Makrel og í seinastuni eisini í Deja Vu
og útvarpsvertur í Rokkstovuni, 25 ár