fríggjadagur 18. november 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
33
seta punktum fyri árið.Men her
verður tað tí stutt og greitt.
Deja Vu
Bólkurin kom tíðliga í ár út við
fløguni A Place To Stand On.
Fyrst er at siga, at húsin er nakað
serstakt. So nógv er ikki veruliga
gjørt burturúr húsum áður. Her
fáa bæði eygu og oyru. Limirnir
í bólkinum hava ikki bara lagt
seg eftir ljóðførunum, men
gleða eisini lurtaran/hyggjaran
við einum bóklingi við vøkrum
fotomyndum. Og hesar eru so
býttar upp í kapitlar, ið hava heiti
eftir løgunum á fløguni.
Ein gjøgnumførd heild.
Og Deja Vu spæla sín tónleik.
Ein sveimandi og droymandi
streymur av tónum, ið draga
lurtaran inn í alheimin hjá
bólkinum. Hetta eru tónar, ið
lurtast skal eftir. Hjartarútman
ger av sær sjálvum eitt lop niður
eftir mátaranum. Óivað gott í
hesum døgum, har strongd er ein
fólkasjúka. Terapi fyri sálina!
Men er ein so ikki til
avstrongjandi terapi ov longi í
senn, so kann kanska gerast ov
mikið. Men hetta er óvanliga
flottur tónleikur, ið situr sum
hann skal og sum hevur røttu
tyngdina, so ein ikki ivast í, at
hetta er ektað.
Ljóðmyndin er eisini flott og
uttan her at fara út í odd og egg
við øllum, so er hetta ein flott
fløga. Tann rætta at seta seg við
í einingi ella við oyralurtinum
smoygt um oyruni og so hava so
hart frá, sum ein sjálvur heldur.
Hetta er flott og vælspælt. Ikki til
ball, men hinvegin balsam.
A place to stand on; Deja
Vu hevur fingið sær ein góðan
platform at standa á og sum
væl kann nýtast sum endaligt
úrslit og eisini sum viðføri í
skjáttuni, ið kann takast fram
at vísa stórum kanónum í
tónleikaídnaðinum.
Braquet
Bólkurin gav út eina fløgu
við seks løgum. Nógv hevur
ikki verið at hoyrt til fløguna í
loftmiðlunum.
Men kanska er hon eisini
málrættað til ein smalan
lurtarabólk. Talan er um rock.
Harðan rock. Men harðan
føroyskan rock, tá hann er góður.
Væl innspælt og spælt. Dugnaligi
guitarleikarin Arni Zachariassen
hoyrist væl, uttan tó at taka
nakað frá hinum limunum í
bólkinum.
Og sum eitt av endamálunum
við fløguni eisini var, so er hetta
gott viðføri at hava í skjáttuni,
um áhugi er í útheiminum.
Tungmálmur, ið hevur
andaliga bakgrund. Tungt, men
íoyrafallandi.
Dýrd
Kanska mest yvirsædda fløgan í
ár. Ov lítið yvirhoyrd, kundi ein
sagt.
Fløgan kom út í samband við,
at jóansøkan er 80 ár í ár. Stig
varð tikið til at savna sangfuglar
á Tvøroyri á eina og somu fløgu.
Úrslitið er gott, sum heild.
Kanska er ljóðgóðskan
ikki jøvn allan vegin, men
sangfuglarnir eru alllir á flogi og
ongin missir flogið.
Ein vandi er kanska, at
betri hevði verið við meira
upprunatilfari. At spæla inn hitt
ella rock-klassikarar og fáa tað at
ljóða sum upprunin, er eitt bragd.
Men ikki nýskapandi.
At taka førosykt og umskapa
ella endurinnspæla er eitt vet
betri.
Og t.d. er stuttligt við gamla
lagnum Mánin hann Skein, ið
her er innspældur við svingandi
suðurlendskum rútmum.
Ein fín fløga, ið hevur uppi
borið betri, enn at fara í gloymi
bókina.
Men ein orsøk er helst,
at øll orka er løgd í sjálva
verkætlanina, og ongin hevur
síðani tikið sær av uppfylging,
t.v.s. søluarbeiði og at føra
fløguna fram í miðlum og
aðrastaðni. Spell, tí hon er tað
verd.
Crossroads
Science Fiction var frammi
í 80’unum. Ein vælspælandi
bólkur, sum eisini fekk heitið
Ársins Livebólkur til eina slíka
kapping. Ein útgáva kom við
bólkinum og hon varð væl
fagnað.
Óli Poulsen hevði ein fingur
við og kom samstarv í lag mill
um hann og dugnaliga forsang
aran, J.M. Antoniussen. Saman
gjørdu teir Blátt.
Men Science Fiction hoyrdist
ikki meira til.
Ikki fyrr enn í ár, tá fuglurin
Føniks reis úr øskuni.
Teir hava givið út gomlu útgáv
una á fløgu, men eisini eru nógv
nýggj løg við, so talan er í roynd
og veru um tvær útgávur í einari.
Stílurin er hin sami. Poppur, ið
liggur á tokuta markinum millum
rock og country og við enskum
teksti.
Eyðkent, einamest orsakað
av eyðakendu røddini hjá
sangaranum.
Ein áhugaverd fløga, kanska
mest hjá teimum, ið minnast
bólkin frá 80’unum, tí teir
eru trúgvir móti tí fjøldini og
harvið helst eisini mótvegis sær
sjálvum.
Hálvt frá hálsi
Sera sermerkt. Soleiðis kann
fløgan hjá Kaj Klein Kannska
lýsast. Men tó góð. Óivað er
onkur, ið elskar at hata heldur
skeivu tilgongdina til sangirnar.
Henda hása ella djúpa røddin,
ið er farin í holt við gamlar
føroyskar klassikarar, sum t.d.
Eitt sunnukvøld, Eg siti so eina,
Vestanfyri Mykines, Rasmus,
Eitt kvøldið so síðla og aðrar.
Hinvegin er kanska meira
upplagt við lagnum Hví og So
langt eg kann minnast.
Men vit kenna brøðurnar Kaj
og Karl Anton Klein fyri tónlekin
frá Plastnoist. Her er hinvegin
annað tilfar. Slíkt, ið hvørt mans
barn kennir.
Og eg haldi við ummælara
num, ið skrivaði í Sosialinum,
at hetta var gott, enntá sera gott.
Meg minnist ikki orðarætt, men
ummælarin fegnaðist veruliga.
Eg skal ikki siga, at eg datt á
afturpartin av undran, men rætt
er, at her er nakað hjartaligt, tó
at tey flestu gera stór eygu, tá tey
leggja oyru til fløguna á fyrsta
sinni.
Her er talan um persónliga
tulkan av kendum tilfari og tað
er sum kunnugt viðbrekið at gera
ov nógv við slíkt, ið fólk eru
góð við. Tí má sigast, tá takast
skal samanum, at Kaj er komin
væl frá síni persónligu útgávu av
føroyskum sangperlum.
Salt - uppískoyti
Havi fyrr givið fløguni hjá bólki
num Salt blaðrúmd, so tey sleppa
ikki veruliga við her, men tey
orðini tola at verða endurtikin,
at hetta er óivað ein hin besta
fløgan í ár, tá ein hugsar um
dygd og góðsku, ið kann leggj
ast í dagsins ljós á altjóða
marknaðinum.
Nú eru so fløgurnar, ið ætla
sær undir jólatrø í ár, byrjaðar
at koma. Men onki um tær her.
Hetta var ein skoðan aftur um
bak á summar og heyst. Upp í
lógvan av tí, ið komið er út, og
sum kanska ikki hevur fingið
blaðrúmd.
Okkurt fór helst millum
fingrarnar hesaferð eisini,
treyðugt so, men føroyski fløgu
marknaðurin er so mettaður, at
hann klárar at føða eina heila
avís sjálvur og tí kann vera ringt
at fylgja við øllum og øllum til
vildar kann ongin jú gera.
øgufloyminum