fríggjadagur 18. november 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 222 - 18. november 2005
Tónleikur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Her fara vit at taka upp í lógvan
úr rúgvuni av fløgum, sum út eru
komnar í ár, men sum ikki hava
fingið hóskandi umrøðu. Betri
seint, enn ongantíð.
Tað er nevniliga so, at so
avbera nógv er útkomið - gott
og minni gott, at hann, ið ætlaði
at standa seg við umrøðum av
øllum hesum, lættliga hevur
fingið ein trupulleika.
Ætlanin her er so heldur ikki
at koma við einum djúpum
ummæli av hesum fløgum.
Tíðin er runnin undan hesum,
og fólk kenna fløgurnar og
hava óivað eina meting, men
tó hava útgávurnar uppiborið
umrøðuna, ið tær ongantíð
veruliga fingu. Tó nakrar fingu
meir, enn aðrar. Men her verður
gjørt ein samanumtøka, innan
jólamarknaðarfløgurnar av álvara
Fløgumarknaðurin hevur í ár veruliga verið
floymdur við eini skolu av føroyskum fløgum.
Í sjálvum sær er hetta gott tekin, hóast røddir í
Føroyum eisini vilja føra fram, at tað keðiliga í
Føroyum er, at hvør Hanus og Janus gevur út,
hvørt tað so eru bøkur, fløgur ella annað. Tann, ið
hevur havt ætlanir um at umrøða allar fløgurnar
í ár, hevur í hvussu er ikki verið arbeiðsleysur
Fimm fjónaðar í flø
Auto Service
Vit leita eftir einum skilafólki til at røkja og skipa roknskapar-
viðurskifti okkara. Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt eftir
avtalu.
Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran og hevur ábyrgdina
av at dagliga arbeiðið viðvíkjandi bókhaldi og roknskapi verður
dagført. Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna eisini um viðlíkahald
og menning av mannagongdum í Auto Service Pf..
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir, ert fyrikomandi og tekur
arbeiðið í álvara.
At vera roknskaparfólk hjá okkum er líka so mennandi og
spennandi, sum tú gert tað til. Harvið meina vit, at tað hevur
alstóran týdning, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og kanst hava
tamarhald á fleiri uppgávum samstundis.
Tú fært rættiligar fríar hendur at laga arbeiðsdagin og mest sannlíkt
verður tú ein teirra, ið best veit, hvussu vit hava tað.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Árna
Rasmussen á tlf. 345 400. Umsóknir, ið skulu verða okkum í hendi
innan 1. desember, skulu sendast til:
Auto Service telist millum størstu bilasølur í landinum og umboðar
bilamerkini Peugeot, Nissan, Saab og Opel
Auto Service P/F
Árni Rasmussen
undir Krákugjógv
100 Tórshavn
undir Krákugjógv
tel. 345400
Roknskaparfólk