fríggjadagur 18. november 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
31
altíð so gekk tað, burtursæð frá at
ein gólvtrumma mátti droppast.
Men eingin skaði var av tí.
Kl. 21:00 opnaðu dyrnar, og
fólk byrjaðu at troðkast upp
gjøgnum trappurnar. Klokkan
slerdi 22. og byrjað varð.
Íslendski bólkurin Hellvar legði
út við sínum feita elektroniska
teldutónleiki saman við nøkrum
liverockuttum guitarum.
Sangarinnan í Hellvar var ikki
hvør sum helst. Tað var góða
gamla Heiða, sum frá seinasta
Íslandstúri við 48 Pages og
Speaker, spældi eina konsert
við feitasta bólkinum vit høvdu
upplivað.
Nógv verður tosað um, hvussu
Ozzy er “The Prince Of Fucking
Darkness” og Mikkjal “The King
Of Fucking Darkness”. Heiða
kundi ikki forklárast betri enn
at fingið heiti “The Queen Of
Fucking Dark/Babe-ness”.
Næsti bólkurin var Dýrðin.
Hetta var ein bólkur, sum spældi
stuttligan upp-tempo poprock.
Bassspælarin í hesum bólkinum
var heldur ikki hvør sum helst.
Hann at Magnús. Og tað var
hann, ið hevði hjálpt okkum
á allar konsertirnar á okkara
programmi fyri Íslandstúrin.
Magnús var defenetly “The
King Of Booking”.
48 Pages spældu so sína fyrstu
konsert. Tað byrjaði við buldur
og braki og endaði við buldur
og braki. Tað var ein feit byrjan
á teirra tourné og alt gekk sum
ætlað. Og vónirnar fyri næstu
konsertunum vóru fínar. Lættari
kundi tað ikki tulkast.
Sum Highlight á kvøldinum
kastaðu limirnir í SIC seg út
yvir áskóðarafjøldina. Teir settu
simpulten eld á staðið, og alt fór
at kóka. Burtursæð frá at fjøldin
hon var sitandi. Men SIC vóru
í hvørtfall klárir yvir, at túrurin
var byrjaður. Eitt tað stuttligasta
og feitasta frá teirra framførslu
var, tá sang-anleggið fór. Tað
slóknaði simpulten av Mikkjal’sa
ótrúligu og orkufullu rødd. Men
uppá onkran smartan máta fekk
man lokkað ljóðið aftur íaftur.
Aggresive Metal,
Heavy Rokk, Gotiskur
Rokkur og totalt cox
4. nov. Báðir bólkarnir vóru
klárir til næstu konsertina.
Gaukur á Stong var næsta
spælistaðið og var eitt tað
kendasta í býnum.
Á skránni hendan dagin var
ikki bara ein men tvær konsertir.
Fyrsta kl. 17:00 og tann næsta
kl. 00:30. Hetta var øgiliga
spennandi. Tí tvey gigs sama dag
var óvanligt fyri okkum.
Klokkan varð 17:00 og
konsertin varð byrjað og 48
Pages vóru fyrstir. Men hesaferð
var óheld við í bólkinum. Fyri
stuttum, árðenn túrin kom
nýtt blóð í bólkin. Nemliga
guitarleikarin Edmund Í Garði
kendur úr Krit og Zink. Og
hervið nýggjar avbjóðingar.
Bólkurin fór avstað til Íslands við
nógvari elektroniskari útgerð, og
tá konsertin á Gaukur var at byrja
vóru limirnir í bólkinum langt
frá enn lidnir at stilla upp, og tá
tíðarætlanin var knøpp, vældi
bólkurin at droppa konsertina
og vónaði, at tað mundi rigga
seinni. Síðani skuldi alt av aftur
pallinum, og næsti bólkur var
klárur.
SIC stóðu so sum næsti bólkur.
Teir sóu ivasamir út á pallinum.
Nokk av tí at so fá fólk vóru
komin. Og tað at hølið var so
stórt gjørdi, at alt bleiv so tómt.
Men sum so oftani fyrr sparkaði
SIC reyv. Nøkur fá løg vórðu
spæld, og fólk klappaðu óført.
Høvuðsnavnið á konsertini var
Gotiski rokkbólkurin Dimma,
sum hevði lagt konsertina
soeliðis til rættis, at teir góvu
út nýggju fløgu sína eisini.
Bólkurin var øgiliga tungur
og kraftigur og riggaði væl á
pallinum. Konsertin var liðug
kl. 19, og fólk fóru sín veg og
bíðaðu so bara til endabrakið, ið
kom seinni út á miðnátt.
Stuðlar
Vit vilja sjálvandi takka øllum
stuðlum fyri teirra hjálp. Uttan
hesar hevði túrurin ikki blivið
til nakað. Tøkk til: Atlantic
Airways – Norden – Smyril Line
– Mentamálaráðið – Barnabata
– Fitur – Tórshavnar Býrað –
Mentunargrunn Landsins – Spren
Rex – Sosialin.
Framhald av túrinum hjá SIC
og 48 Pages verður aftur næsta
leygardag 26. november. Don’t
forget, keypið Sosialin!!!