Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 222 - 18. november 2005 Orð: Eyðun Müller Thomsen Myndir: Eyðun Müller Thomsen, Eddie Jacobsen 1.partur (2) Seta fót í Íslandi við egnum tónleiki, væl móttiknir Dagurin er 3. nov 2006, og limirnir úr SIC og 48 Pages eru á flogvøllinum í Vágum. Klárir at flyta beinini yvir um til Íslands. Spenningur og positivar vibratiónir vóru at merkja. Alt var klárt at fara av bakkastokki. Instrumentini vóru tó longu komin til Íslands. Karl Anton Klein, leiðari í ART (Áhugafelag Rokk Tón­ leikara) var tann, ið setti lív í hendan túr við SIC og 48 Pages. Karl fór tó við skipi nakað áðrenn, við egnum bili og ífestisvogni proppað við guitarum, forsterkarum, trummum og baggage hjá bólkunum. Tá komið varð til Íslands bookaðu bólkarnir seg inn á tí fantastiska hotellinum, Ørkin í Reykjavík, eisini kent sum hitt føroyska sjómansheimið. Har vóru vit ótrúliga væl móttiknir og ikki at siga væl dámdir. Fyrsta brakið, nakin á ísi og “the people of darkness” 4. nov. aftaná eina góða nátt’s blund við deiligum dreymum um hundar, kettir og alt annað fitt nærkaðist fyrsta konsertin. Men fyrst sum traditión, tá man spælir í Íslandi, fóru vit beint oman til uttandura svimji­ høllina á Laugardalsvegi. Í minus 3-4 kuldastigum fóru allir hoppandi upp og niður aftur og fram tá traðkað varð á kalda betongi, ið varð dekkað til av ísi. Men tað var nokk eitt av teimum tingunum, sum skuldi til fyri at vísa, at vit ikki vóru heima hjá mammu meira. Tá traðkað varð inn um dyrnar í Bar 11, fall tungan av mongum. Pallurin var so lítil, at tankin um, at man kanska skuldi til sita á hvørjum øðrum og framføra, var ikki heilt óhugsandi. Men sum Heavy metal fekk Ísland at smelta Fyrst í november mánað vóru føroysku tónleikabólkarnir SIC og 48 Pages í Íslandi, har teir góvu 5 konsertir. Við bólkunum og sum ferðaleiðari var Karl Anton Klein, sum mangan fyrr hevur skipað fyri tílíkum túrum