fríggjadagur 18. november 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 18. november 2005
29
á Gamla Meiarínum
»Too short«
Koreografi: Rannvá Káradóttir saman við
dansarunum
Dans: Seke Chimutengwende, Rannvá
Káradóttir og Kristina Sørensen Ougaard
Búnar: Marianna Mørkøre
Ord: Seke Chimutengwende
Tveir stuttir, ljósir, kvinnuligir dansarar
– ein langur, myrkur, mannligur dansari.
Svart rúm, ein gul banan. Strammar
svartar blusur við stuttum ermum og
svartar haremsbuksur. Naknu armarnir
og beinini vóru mótsetningar til svørtu
búnarnar og svarta rúmið.
Ljóðmyndin var sett saman av orðum,
ljóði av dansandi kroppum og tónleiki hjá
Frank Zappa og franska bólkinum Tétes
Raides.
Koreografur og dansarar spæla sær við
kontrastir, bæði í formi og innihaldi.
Maðurin kemur inn í rúmið, bítur í
ta gulu bananina. Har afturi í rúminum
koma kvinnurnar til sjóndar, við kvikum,
hoppandi rørslum. Í somu løtu byrjar
maðurin at tosa. Orðafloymurin, ið
streymar frá honum, gevur í fyrstu atløgu
onga meining, men so við og við vaksa
fram hugmyndir um makt, kærleika, ótta
og spæl.
Øll trý dansa hvør sær og saman. Tær
báðar hoppa, rulla runt á gólvinum,
standa á økslini við beinunum upp í loft,
dansa við ”rundum” rørslum – synkront,
sum vóru tær eitt. Hann dansar róliga,
við stórum rørslum, leypir meðan hann
strekkir se út og upp í rúmið.
Saman við orðunum - og bananini
– eydnast tað dansarunum at skapa ein
stuttligan og groteskan dans, ið lýsir
ymiskar menniskjansligar eginleikar, sum
til dømis tað primitiva, tað intellektuella,
tað manipulerandi og lokkandi - tað
forvitna, góðvarna, undrandi og kannandi.
Brádliga fær ein hóming av yrkingum:
Tons
tame
transgressive
Of
orchid
obstinate
Out
occasionally opportunist
Stretched
shy
seeks
Hands
hovering
hot
Only
over
oral
Ruining
rare
rock
Tradition
truth
therapist
(citat úr leikritinum)
Loddrætt lisið geva fyrstu bókstavarnir í
orðunum heiti á d 6ansinum ”too short”…
Ein sera stuttlig og leikandi løtt
framførsla.
Tað er ikki lætt við fáum orðum at lýsa
hesar tríggjar framførslur, sum hóast tær
einans vardu í ein stuttan tíma, spentu
víða og spældu á nógvar streingir. Við tí
einfalda og fatanini av at ”less is more”
megna hesi ungu listarfólkini at geva
áskoðaranum eina uppliving, sum ístaðin
fyri at tala til ”fornuftin” og tað skynsama,
talar beinleiðis til allar sansir og
hugflogið. Ein situr við stórum eygum og
hálvopnum munni og tekur ímóti, letur seg
yvirraska og verður drigin við inní teirra
søgu – samstundis sum ein fær frælsi til at
associera frítt og skapa sínar egnu søgur.
Her eru ongar avmarkingar, bert
møguleikin at vera opin, uppliva og taka
ímóti.
Vit gleða okkum til at síggja meira!
»The dance, more than any other art, lives
through the genius of its interpreters.«
(Lilian Moore, ”Artists of the dance”)
1/2
»Too short«