Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. november 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 222 - 18. november 2005 UMMÆLI Tina Johansen Tað ið eyðkennir tann modernaða dansin er, at koreografur og dansari spæla sær og eksperi­mentera við rørslum, rúmi, ljóði og ljósi. Í modernaða dansinum ber alt til - tað er einans hugflogið hjá teimun, ið skapa framførsluna, sum setur mørkini. Tær tríggjar koreografiirnar høvdu heitini »Surface«, »½« og »Too short«. Surface Koreografi: Rannvá Káradóttir saman við dansara Dans: Bettina Muss ±Jensen Filmað og klipt: Marianna Mørkøre Ein dansari í svørtum tricot, svart rúm og svart/hvítur filmur á svørtum veggi aftast í rúminum. Koreografiin var einkul, myndað av nøkrum fáum rørslum í einum samanspæli millum dansaran á gólvinum og dansaran í filmi­num. Somu rørslurnar gingu aftur og vóru endurtiknar ferð eftir ferð. Ljóðmyndin var einans ljóði av dansaranum í rúminum og dansaranum í filminum – andadráttur, fótafet, ein hond, fótur ella armur móti vegginum, kroppur drigin eftir gólvinum. Dansarin á gólvinum og í filminum var tann sama, og ”tær báðar” høvdu eitt tætt samanspæl. Eitt samanspæl sum í løtum gjørdist ”magiskt”, tí kenslan av rúmi og hvat var upp og hvat var niður hvarv, - dansarin gjørdi seg næstan leysan av yvirflatuni, luft kom ímillum gólv og kropp. Ein fekk varhugan av lurtan, bíðan, spurningi, svari – ein leitan eftir onkrum, ella lurtan eftir sær sjálvari, ein tráan eftir at slíta seg leysan og ein tráan eftir at finna saman . Ein góð kensla av undran, forvitni og at kenna seg aftur var tað ein sum áskoðari upplivdi. 1/2 Koreografi og dans: Kristina Sørensen Ougaard Tónasmiður/tónleikur: Dánjal á Neystabø Hvør togar í træðrirnar ella finnast træðrir? Svart rúm. Ein dansari í tunnum svørtum sokkum, grønum militerbuksum og einari lilla blusu. Ein tónleikari í keppi og klædningsjakka við eitt gamalt klaver. Á klaverinum ein øskutrygil við einari feitari sigar. Við klaverið eitt stearinljós. Tvørtur um rúmið vóru tveir snórar spentir, og á øðrum hingu pappírsdukkur tætt, lið um lið. Hetta var ein dansileikur, har dansarin og tónleikarin saman skaptu eina søgu. Vit sóðu valdsharran og tann undirbrotliga, bøðilin og ofrið, tann stýrandi og tann eyðmjúka. Sum áskoðari fekk ein hugmyndina av kúgan, harðskapi og ófriði - tað veri seg úti í heimi ella í einum vanligum húski í Føroyum. Meðan tónleikarin improvi­serar yvir ”Somewhere over the rainbow”, leingist øllum pappírsdukkunum og kvinnuni á gólvinum, eftir einari fagrari og eydnuríkari verð hinumegin ælabogan. Kvinnan dansar við fríum óbundnum rørslum, toyggir seg, vendir og snarar sær, stundum samankropin, stundum opin - sum droymir hon seg burtur í annan heim. Brádliga verður hon steðgað. Maðurin blakar henni eina balju við vaskiklæðum í øllum ælabogans litum – sum vil hann siga: ”Nærri kemur tú ikki at ælaboganum, hon sjálv!”. Umhugsin heingir hon klæðini á snórin. Tá hon er liðug gongur hon fram móti áskoðarunum, og framførir ein ”Dance Makabre”. Í dansi roynir hon at finna lívsneistan aftur, men verður av valdsharranum og tónleiki hansara, sligin í gólvið. Hon reisir seg aftur, men verður enn einaferð niðurbard. Hon reisir seg aftur, verður aftur niðursligin. Hetta heldur áfram, til hon at enda í máttloysi søkkur saman á gólvinum. Við feitu sigarini í munnklova­num vísir valdsharrin, hvør í hesum føri togar í traðrirnar. Hann teknar við hvítum kriti eina strikumynd rundanum lívleysa kroppin á gólvinum,og heingir enn eina pappírsdukku á snórin – sum vil hann siga: ”Soleiðis – hatta var hon!” Søgan endar tó ikki her. Enn einaferð reisir kvinnan seg, hyggur undrandi at strikumyndini av sær sjálvari. Hon sær pappírsdukkurnar hanga lið um lið á snórinum – og meðan bøðil hennara við trilvandi tónum á klaverinum undrandi eygleiðir tað sum hendir, tekur kvinnan pappírsdukkuna, ið ímyndar hana og hennara lívsroyndir. Hon leggur pappírsdukkuna varliga at bringuni, gongur móti áskoðarunum, opin, lítandi frameftir, og hóast hon tykist viðbrekin, fær ein sum áskoðari kensluna av, at hon fer undir at skapa sær eitt annað lív. Ein væl framførdur og sera hugtakandi dansileikur. Modernaður dansur Vikuskiftið 28. og 29. oktober var áhugaverd dansifram­­­­førsla á Gamla Meiarínum. Ungu, føroysku koreografarnir/dansararnir Rannvá Káradóttir og Kristina Sørensen Ougaard framførdu egnar koreografiir, saman við dansarunum Bettina Muss Jensen og Seke Chimutengwende , tónleikaranum Dánjal á Neystabø og listarkvinnuni Marionnu Mørkøre Surface