fríggjadagur 18. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 • fríggjadagur • 18. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Dynamit
Jákup Mørk
Nógv kann helst sigast
um villu kúllarnar
handan Dynamit. Men
smædnir eru teir ikki.
Superlativini omanfyri
eru hálvgum stolin
beinleiðis úr snotuliga
húsanum á nýggju
útgávuni, sum eisini
verður teirra seinasta.
DynamitPerlur.
Dynamit brakar
Navnið spillir ongan,
verður tikið til. Men
nú nýggj navnabók er
komin á marknaðin,
kundi eisini verið
spennandi at vita, hvør
merkingin í heitinum á
fløguni er. Hetta er tó
neyvan skrásett í bókini
hjá Árna, vit loyva okk
um tó kortini at gera
eina roynd at greina
hetta. Kanska eisini
við nakað av hjálp frá
bólkinum sjálvum.
Dynamit er jú
uppfinningin hjá Alfred
Nobel. Eitt vandamikið
spreingievni, sum skapar buldur
og brak. Kaos og oyðileggjan,
og partvíst er hetta eisini tað,
sum Dynamit hevur staðið fyri
ígjøgnum nógv ár. Vónandi
hava teir tó ikki oyðilagt alt ov
nógv, men buldur, brak og kaos
kunnu teir í øllum skriva undir
uppá. Teir hava stutt sagt larmað
fyri seg, og um ikki kaos, so
hava teir í øllum førum órógvað
fatanina av, hvat góður tónleikur
er. Ella kanska hava teir bara
vent ringinum, soleiðis at sjálv
upplivingin við tónleikinum er
tað, sum ger av, hvørt talan er um
góðan tónleik ella ikki. Nakað
sum 8.000 áhoyrar til seinastu
framførsluna hjá bólkinum eisini
bóru boð um.
Dýrabærar perlur
Perlur er nakað av tí dýrabærasta,
sum finst. Samstundis kann orðið
perla eisini merkja detenatorurin
til dynamit. Tað sum fær evnið at
spreinjast.
Og á fløguni er talan sum so
eisini um báðar týdningar. Tí
hvat fólk halda ella ikki, so mugu
øll ásanna, at talan hevur verið
um nógvar perlur á teimum fýra
undanfarnu útgávunum.
Og hesaferð verður bumban so
eisini slept. Tað varð hon sum so
eisini á Summarfestivalinum, ið
varð proklamerað sum seinasta
upptraðkanin hjá bólkinum
nakrantíð. Eftir hesa útgávuna
- teirra fimtu - er Dynamit
sprongt. Einaferð med alla.
Speiskur álvari
Perlurnar liva tó framvegis í
besta stíli. Á nýggju útgávuni,
har bólkurin sjálvur hevur valt
sínar bestu, eru ivaleyst fleiri,
sum onnur eisini vildu havt við.
Grøv nu. 13, Pápi tín býr ei í
Tórshavn, Skúlin er liðugur,
Jomba lama lao og Omman við
gjógv eru sjálvsøgd løg. Onnur
teljast avgjørt eisini millum
fólksins favorittar, meðan aftur
onnur kanska áttu at verið við.
Og so eru eisini trý nýggj løg
á, og einki er at ivast, at okkurt
teirra - og kanska øll trý - verður
seinasta stóra landaplágan hjá
Dynamit. Vit finna tann um
samkynda frensin hjá Óla. Ein
sangur, sum í øllum førum lærir
okkum, at um ein ketta mjavar
við norðoya-dialekt. So rímar
mjav-mjav-mey upp á gay. Bim
bim bi lim. Ja, bara heitið mest
sum rópar um at gerast eitt
Dynamit-hitt. Og so at enda
sangurin »Til allar kvinnur«. Ein
mest sum tárandi ballada, sum
eisini avdúkar tí meira álvarsligu
síðuna av bólkinum.
Tí hóast stuttleikan, rokalig
heitina og undirhaldið. So hava
tekstirnir í nógvum førum eisini
sínar álvarsligu síður. Álvarsligar
síður, sum ofta finnast best við at
koppa tingunum eitt sindur á. Tað
er nú einaferð soleiðis, Dynamit-
stílurin altíð hevur verið.
Djarvir festival-
fyrireikarar
Nú bólkurin stendur á seinasta
vegamótinum, er tað eisini ein
heldur bergtikin Niklas Heri
Jákupsson, sum altíð hevur
verið ein av frontfigurunum í
bólkinum, sum vit fingu orðið á.
Spurningur var sum so einfaldur:
Høvdu tit nakran tíð ímyndað
tykkum, at tit nakran tíð skuldu
geva út eina uppsamlingsfløgu
við bestu Dynamit-sangunum?
- Upp á ongan máta. Fyri at
siga tað akkurát, sum tað er,
so var dreymurin sum so sera
einfaldur. Tá eg fyrstu
ferð fór á ein pall at
syngja, var mítt størsta
ynski at sleppa at spæla
til dans. Bara eina-
einastu ferð. So var eg
glaður.
- Tað eydnaðist, og so
var næsti dreymurin at
spæla til konsert. Næsta
stigi vóru útgávur, men
eftir fýra av slagnum,
mest sum troyttaðust
vit. Familja, hús og børn
vóru eisini komin inn í
myndina, og tí mest sum
følnaði hetta burtur. Og
satt at siga, so helt eg, at
Dynamit-tíðin var av.
- Tí var eg ótrúliga
bilsin, tá vit vórðu
uppringdir av fyrireik
arunum av Summar-
festivalinum. Og mest
av øllum, so helt eg teir
vera ótrúliga djarvar.
Ikki bara vildu teir hava
okkum at spæla. Teir
vildu hava eitt avdankað
popp-orkestur at hava
seinastu konsertina á
festivalinum. Sjálvt
endabrakið.
- Og satt at siga,
so gjørdust vit eisini
stoltir av hesum. Onkursvegna,
so hava vit sjáldan fingið
nakran veruligan respons upp
á tónleikin. Sjálvt um sølan
aloftast er besti mátistokkurin,
so er tað sjáldan, at nakar hevur
róst okkara avrikum sum nakað
ótrúliga gott. Tí má eg eisini siga,
at tað er Steintór Rasmussen,
sum eigur størstu æruna fyri,
at hendan fløgan nú kemur út.
Hann hevur eggjað okkum til
hetta, og tað má eg siga, at vit
eru ótrúliga takksamir fyri. Nú
trúgvi eg næstan eisini sjálvur
uppá, at hetta verður ein succés,
staðfestir Niklas Heri at enda.
Dynamit takkaði fyri seg, tá
teir á Summarfestivalinum sungu
»Vit vilja ongan tíð doyggja«.
Takið tað bara róligt. Tit
doyggja ongantíð!
1 Frensurin hjá Óla
(nýggj perla)
2
Á lat meg vera
3
Bangin
4
Grøv nr. 13
5
Ein vátur og kaldur
drongur
6
Í Grønlandi býr ein
drongur
7
Flodhesturin Rudolf
8
Dah
9
Bim bim bi lim
(nýggj perla)
10 Mín feita kona
11 Russisk kaviar
12 Pápi tín býr ei í
Tórshavn
13 Ongantíð nokk
14 Ólukkudýrið
15 Jomba lama lao
16 Skúlin er liðugur
17 Omman við Gjógv
18 Aja Umba
19 Til allar kvinnur
(nýggj perla)
Tær 19 perlurnar
Teir doyggja ongantíð
So kom hon á marknaðin. Fløgan, sum allur heimurin hevur bíðað eftir í
spenningi. Ein fløga, sum fer at skapa globala debatt millum heimsins ríkisleiðarar
og vísindafólk. Ein fløga, sum orð og tónar skapa ordan í kaos og lyfta lurtaran
upp í atmosferuni. Og sum eins stillisliga ber teg niður aftur á jarðarflatuna
Bólkurin takkaði fyri seg á Summarfestivalinum. Men mongu songperlurnar liva enn. Ikki minst takkað verið nýggju útgávuni, sum
eisini inniheldur tríggjar nýggjar av slagnum