Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 223 - 21. november 2005 Jógvan Isaksen hevur givið út nýggju krimisøguna Krossmessa, ið er triðja bókin um Hannis Martinsson útgáva tíðindaskriv Tá ið tvey ung, bretsk um­­ hvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á olju­­­­kaiini í Havn, fær tað fe­ lagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Hannis Martinsson verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur dripið tey ungu. Hann tekur treyðugt ímóti av­bjóðingini, sum eisini vís­­­ir seg at vera væl meiri vandamikil, enn hann hevði roknað við. Umframt at vera krimisøga roynir ”Krossmessa” at gera eina løtumynd av føroyska samfelagnum, og vísa, hvussu viðbreknar Føroyar eru í alheims høpi, tá ið tað snýr seg um grindadráp. Tað er Mentanargrunnur Studenta­felagsins, sum gev­ ur Krossmessa út Triðja bókin um Hannis Martinsson er nú givin út Nýggj krimisøga eftir Jógvan Isaksen Vegurin Langi • HoyvÌk • Tel. 353040 • Fax 353041 rs@reyniser vice.fo • www .reyniser vice.fo Vit bjóða nú 6 mánaða garanti uppá bilar , ið kosta meira enn 85.000,- Garanti skipanin, ið hevur eina sjálv sábyrgd uppá kr . 500,-, fevnir um allar knappliga íkomnar feilir , i eygsæð ikki skyl nýtslu brúkarans, rust, uttanífrákomnir skaðar el tænastueftirlit. Eingin gandur og ein gir smáir bókstavir . Kom og vitja okkum · landsins frems tu bilasølu. Fyrivarni ver ur tiki fyri møguligu m prentvill um. Lagalig fígging fæst til brúktu Tað verður eftir øllum at døma ein kvinna, sum fer at seta seg í tann týðandi sessin sum løgtingsins um­boðsmaður eftir nýggjár. Og kvinnan er løgfrøðingurin Sólja í Ólavsstovu, sum í dag er fulltrúi í Fiskimálaráðnum. Hon hevur drúgvar royndir frá arbeiði sínum í umsitingini í grønlendska heima­ stýrinum Starvssetan Jan Müller jan@sosialurin.fo Løgtingið fer hesa vikuna at velja nýggjan umboðsmann fyri Joen H. Andreassen, sum herfyri boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær, nú fimm ára skeið hansara sum fyrsti løgtingsins umboðsmaður endar. Starvið sum løgtingsins um­boðsmaður verður ikki lýst leyst. Tað verður leitað eftir einum skikkaðum persóni, og tað er formansskapurin á Føropya Løgtingi, sum ger hetta arbeiðið fyri løgtingið og tekur síðani flokkarnar uppá ráð. Í síðsta enda er tað so løgtingið, sum velur umboðsmannin. Sosialurin veit frá væl­ vit­andi keldum, at for­ mansskapurin í løg­ting­inum eftir at hava gjøgnumgingið lista við møguligum evni hevur funnið ein persón til starvið. Hann hevur heitt á Sólju í Ólavsstovu, løg­ frøðing um at átaka sær hetta týðandi álitisstarvið. Ed­mund Joensen, løg­tings­ formaður vil ikki gera stór­ vegis viðmerkingar til málið í løtuni, men hann vil heldur ikki avsanna, at persónurin, sum semja er um at velja er Sólja í Ólavsstovu. Hann kann siga so mikið, at tað er konsensus, tvs. semja er í formansskapinum um at heita á ein ávísan persón, sum síðani hevur fingið tilboðið. Sosialurin hevur vent sær til Sólju í Ólavsstovu, sum tó onga viðmerking hevur til málið. Sólja í Ólavsstovu starv­ ast sum fulltrúi í Fiski­mála­ ráðnum. Áðrenn tað var hon aðalstjóri í Al­­manna­ málaráðnum eitt skifti. Hon hevur annars í mong ár starv­ast í umsitingini hjá grønlendska heimastýrinum, eitt skifti sum ovasti em­bætis­ maður. Edmund Joensen roknar við, at tingið fer at avgreiða málið um løgtingsins um­boðs­mann í hesi vikuni. Allir flokkar á tingi eru kunn­aðir um, hvønn persón formanskapurin er samdur um at at skjóta upp. Hann hevur fingið svar frá flestu av flokkunum. Tað er annars løgtingið, sum skal góðkenna umboðsmannin ella í hesum føri umboðskvinnuna. Sólja í Ólavsstovu nýggjur umboðsmaður Semja er í formansskapinum í løgtinginum at skjóta upp at velja Sólju í Ólavsstovu sum nýggjan umboðsmann Mynd Jens K. Vang