mánadagur 21. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
Leygardagin var
kunnandi fundur
fyri møguligar
íleggjarar í nýggja
flogfelagið, Faroe
Jet, á Hotel Hafnia í
Havn. Ætlanin er at
byrja rutuflúgving
millum Føroyar og
Keypmannahavn 1.
mars 2006
Nýtt flogfelag
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Frá í vár komandi ár verður
Atlantic Airways ikki longur
einasta flogfelagið, ið fer at
røkja rutuna millum Vágar
og Keypmannahavn. Ein av
komandi døgunum verður
nýggja flogfelagið Faroe
Jet stovnað.
Kundin skal
kunna velja
Nýggja felagið hevur longu
15 milliónir krónur í egin
peningi, men stigtakarnir
ætla at fáa millum 22 og 25
mió kr, áðrenn byrjað verð
ur, sigur Hans Meinhard á
Høgabóli, ið er ein av stig
takarunum.
Í fyrsta umfari er ætlanin,
at Faroe Jet fer undir rutu
flúgving millum Vágar og
Keypmannahavn 1. mars
komandi ár. Byrjað verður
við einum flogfari, og sam
ráðingar eru í gongd við
British Aerospace um at
langtíðarleiga eitt RJ-100
flogfar, sum er sama slag
sum tað nýggja hjá Atlantic
Airways.
- Sum støðan er nú á
flogferðsluøkinum, líkist
hon mest einum monopoli.
Kundin eigur at hava rætt
at velja sjálvur, sigur Hans
Meinhard á Høgabóli.
Royndir menn
Tað eru tríggir veteranar í
føroyskari flúgving, sum
eru millum stigtakararnar
til nýggja flogfelagið, Faroe
Jet. Teir eru Hans Meinhard
á Høgabóli, Jógvan (Egga)
Simonsen og Mourits Joen
sen, sum allir vóru við til
at byrja tyrluflúgving í
Føroyum. Hans Meinhard
á Høgabóli hevur verið
flogskipari hjá Atlantsflog
í nógv ár, meðan Mourits
Joensen var tekniskur leiðari
hjá Atlantsflog í fleiri ár.
Jógvan Simonsen byrjaði
tyrluflúgving og varð seinni
leiðari á Tyrludeildini hjá
Strandferðsluni.
Sambandsflokkurin
við Kaj Leo Johanne
sen, Alfred Olsen og
Annfinni Brekkstein,
vann politisku róðrar
stafettina í SMS
Politiskur róður
Anna V. Ellingsgaard
Hópur av fólki var saman
komið at síggja landsins
kosnu kapprógva í SMS.
Róðurin var í sambandi við
20 ára føðingardagin hjá
Róðrarfelagnum Knørri í
Havn.
Allir flokkar vóru við,
og eftir at hava vunnið
sínar innleiðandi róðrar var
greitt, at Sambandsfarið og
Miðørkin við Álvi Kirke
á odda komu í finaluna.
Finalan gjørdist ógvuliga
spennandi, men tá ið so
Annfinn Brekkstein og Kaj
Leo Johannesen tóku nøk
ur megnar tøk, orkaði Mið
flokkurin ikki meira.
Eftir róðurin fingu bæði
vinnarar og taparar gávur
frá Róðrarfelagnum Knørri.
Kaj Leo Johannesen vísti í
røðu síni á, at hóast summi
ítróttarfeløg ikki hava bestu
umstøður, so kunnu tey vísa
á framúr góð úrslit. Hetta
eru Róðrarfelagið Knørrur
og onnur smá feløg kring
landið góð dømi um. Hann
takkaði at enda fyri eitt gott
og skemtiligt tiltak og ynskti
Róðrarfelagnum Knørri blíð
an byr framyvir.
Nýtt flogfelag verður stovnað
Sambandsfarið sigraði
Eftir nøkur megnar tøk í endaspurtinum eydnaðist tað Sambandsfarinum at leggja Miðørkina
aftur um seg og vinna finaluna í politisku róðrarstafettini í SMS leygardagin
Mynd: Drekin.fo
Nýggja flogfelagi Faroe Jet byrjar flúgvingina við einum RJ-10
flogfari, sum er sama slag sum tað nýggja hjá Atlantic Airways
Hvat gert tú við tínar pengar
Kundi tú hugsað tær at vita, hvørjar møguleikar tú hevur?
Kom inn til okkara og fá eitt prát. Í felag finna vit útav, hvørjar
íløgur hóska tær best. Tað er einfaldari, enn tú trýrt.
Tel 35 15 00 · Fax 35 15 01 · www.kaupthing.fo
sansir.fo - 11/2005