Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 223 - 21. november 2005 Upptøkur í Sjóvar Sókn, har trý ættarlið syngja gom­ul kingoløg, eru nú givnar út á savnsfløgu Savnið hevur verið áveg­ is síðan 2003, har Berint uppi í Gerði (1885-1975), sonurin Símun Rasmussen (1933-2005) og Tríggir Kingomenn sungu í fleiri um­førum í kirkjunum í Sjóvar sókn. Tiltakið varð sera væl móttikið, men hóast gomlu sálmaløgini vóru úr sóknini, hevði eing­in av teimum, sum sang­­ararnir tosaðu við aftaná, hoyrt tey fyrr. Hetta fekk teir tríggjar kingomenninir at geva ser­ støku vísukendu løgini út á fløgu. Við hesum vóna teir, at fløgan kann geva onkrum íblástur at nýta okk­ara fjølbroyttu sið­ bundnu songløg í egnum tón­leikaligum virksemi. Við teimum fýra fløg­un­ um fylgir tekst- og nóta­ hefti á 40 blaðsíður. Fløgurnar fáast til keyps í 3´aranum. Meir fæst at vita á www.123hjemm eside. dk/kingomenn, har fløgan eisini kann bíleggjast. -ave Fríggjadagin letur upp listaframsýningin Ljósatendring í Norður­landa­húsi­ num, har evnisdagur um listahandverk eisini er á skránni Framsýning tíðindaskriv Evnisdagurin, sum verður hildin undir heitinum Lista­ handverk fram í ljósð, byrj­ar kl. 13 í Klingruni, við fyri­ lestrum og kjaki. Bárður Jákupsson, lista­ maður, setir evnisdagin og hugleiðir um listahandverk í almenna rúminum. Peder Rasmussen, keram­ ikari, heldur fyrilestur um tað at verða keramikari í út­jaðaranum og skula royna at profilera seg úti í heimi. Og Thue Christienasen, pro­ jekt­leiðari, sigur frá royndun­ um at fáa grøn­lendskt lista­ handverk út í heim. Kl. 15.00 setir Niels Halm framsýningina Ljóstendring, har hesi listafólk eru við: Peder Rasmussen, keramikk, Danmark Vígdis Petersen, keramikk, Føroyar Guðrið Poulsen, keramikk, Føroyar Ole Jacob Nielsen, træ, Føroyar Astrid Andreasen, tekstil, Føroyar Tita Vinther, tekstil, Føroyar Eftir setanina verður ein lít­ il konsert, har klavertrioin við Sámali Petersen, violin, Jóhannes Andreasen, kla­v­er, og Tóru Restorff Jacobsen, cello, spælir brot úr klavertrio hjá Mozart og trio hjá Shostakovich. Øll listaáhugað eru hjarta­ liga vælkomin. Gløgg verður bjóðað. Evnisdagurin er almennur, men vendir sær serliga til fólk og stovnar, sum keypa og umsita list í breiðasta merking. “Ljósatendring” í Norðurlandahúsinum Nýtt fløgusavn við kingosangi Framsýningin verður at síggja til nýggjárs veitst tú ikki tað?