Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 21. november 2005  Greiðar ábendingar eru um, at áhugaðir keyparar eru til Atlantic Airways. Tað sigur Peter Holm, stjóri í Kaupthing, sum fegnast um, at ein­skiljingar av almenn­um fyritøkum nú byrja av álvara Í Sosialinum mikudagin setti Peter Holm spurnar­ tek­in við, at landstýrið fyrst einskildi Atlantic Air­ways og Livstrygging. Hann helt, at landstýrið hevði fingið eitt størri succes­upplivilsi, um Før­ oya Banki og Føroya Tele vóru privatiserað fyrst. Bjarni Djurholm segði í einum aftursvari hósdagin, at hann var ósamdur við Peter Holm. Hann helt, at tað var nógv meira tor­ skilt at einskilja Føroya Tele enn Atlanic Airways. Hann nýtti eisini høvið til at vissa Føroya fólk um, at ætlanin er ikki at bróta nakað niður. Vit hava eitt endamál, og tað er at byggja upp, segði hann. Til hetta sigur Peter Holm, at tað er at frøast um, at vit nú endiliga standa framman fyri eini byrj­andi einskiljing. - Gamaní kundi eg hugsað mær, at onk­ur viðurskifti í ein­skiljingartilgongdini sum heild og í einskilj­ing­ arætlanunum fyri einstøk feløg vóru øðrvísi. Men tað týdningarmesta er tó, at tað endiliga sær út til, at einskiljingarnar fara at byrja. Víðari sigur hann, at tað er gott, at tað endiliga sær út til, at gongd kemur á einskiljingartilgongdina, og at tað fer at fáa ómeta­liga stóran týdning fyri dyna­ mikkin í okk­­ara búskapi og kapital­marknaði. Tá vit spyrja hann, um hann hevur keyparar til Atlantic Airways, er hann eitt sindur afturhaldandi, men kemur tó við einari greiðari ábending. - Atlantic Airways er eitt felag, sum eig­ur at vera yvir­komi­ligt at selja. Kaup­ thing fer í øll­­um førum at vísa ein­skilj­ingini av At­lantic Air­ways áhuga. Okkara fyri­reikingar til hetta vísa longu nú, at part­ ar eru áhugaðir at ogna sær Atlantic Air­ways. Greiðar ábendingar eru um hetta, sigur Peter Holm stjóri á Kaupthing. Síðani Kaupthing kom á føroyska marknaðin, hev­­ur Kaupthing fyriskip­ að keyp og sølu fyri bæði føroyingar og útlend­ing­ ar. Peter Holm vil ikki svara, um áhugaðu keypar­ ar­nir eru føroyingar ella út­lendingar, men hann vís­ ir á, at tá tað snýr seg um einskiljingar, so ræður um at finna rætta keyparan, sum vil geva rætta prísin fyri fyritøkuna, og tá er tað ikki avgerandi, um keyp­ arin er føroyingur ella út­lend­­ingur. Stjórin í Kaupthing sigur, at longu nú hevur felagið merkt ítøkiligan áhuga fyri partabrøvum í Atlantic Airways Jólasøla í Klaksvík Árliga jólasølan hjá varda Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík, verður nú leygardagin Jólasøla tíðindaskriv Eins og undanfarnu ár­ini, verkstaðurin tað, sum framleitt gjøgnum árið. Ein stórur partur er jólaprýði, ella eitthvørt ið kann nýtast til jólagávur. Í framleiðsluni er dentur lagdur á at framleiða vøru sum á ein ella ann­ an hátt er forkunnug ella sermerkt.Eitt nú eru jóladekoratiónirnar gjørdar úr rekaviði, tara og sjógrasi. Eisini hava eru dekoratiónir, sum eru gjørdar úr hornum. Hartil er í ár eitt nýtt slag av jólanissum, sum eru ætlaðar at standa uttan fyri við eini lykt við livandi ljósi í. Nissurnar fáast bæði sum pør og stakar, eru umleið 80 cm. høgar, trivaligar og tola tað føroyska vetrarveðrið. Av øðrum, sum fæst til keyps, kunnu nevnast pakkakalendarar, dúk­ ar undir jólatræið, jóla­ pappírs­klipp, jóladúkar. Og so eru tey væl umtóktu skeribrettini til skerpikjøt sjálvandi eisini at fáa. Opið er frá 10-16, tá jólasølan er á skránni komandi leygardag. Gongst sum ætlað, hevur Havnar Bjarg­ ing­arfelag keypt ein spildurnýggjan bjargingarbát á sumri 2007. Á fundi í sunnudagin vórðu limirnir kunnaðir um forvitnisligu ver­ kætlanina Bjargingarbátur Havnar Bjargingarfelag hev­ ur leingi havt ætlan um at keypa ein skjóttgangandi bjarg­ingarbát. Nú er ætlanin kom­in so mikið ávegis, at klárt var sunnudagin at kunna limirnar um ætlaða keyp­ið. Talan verður um ein svensk­ an bát í sokallaða Victoria flokk­inum, ið kostar umleið 4 milliónir kr. Báturin hevur 1000 hestar, er bygdur til endamálið og hevur alla neyð­uga serðútgerð. Eitt nú vendir hann eisini runt aftur av sær sjálvum, um hann hvølvist. Ein svenskur bátur av slagnum kemur á roynd­ arsigling í Føroyum í apríl mánað fyri at kanna, hvussu hann hóskar til umstøðurnar í Føroyum. Lítil ivi er um, at brúk er fyri einum slíkum báti í Suðurstreymoyarøkinum, sum er bygdur serliga til bjarg­ing á sjónum. Felagið hevur tvær ferðir í ár verið úti til slíkar uppgávur, har neyðugt var at lána ein bát. Jens Jensen, formaður í Havn­ar Bjargingarfelag, sig­­ur, at í teirra uppleggi til mynduleikarnar verður mett, at brúk er fyri fýra bjarg­ ingarbátum í Føroyum, ein til hvørt bjargingarøki. Tá kann samlaða sjálvbodna bjarginartænastan dekka eitt arbeiðsøki uppá 10 til 15 fjórðingar úr Føroyum. ave Hotel Føroyar helt eitt sokallað »royndar jólaborð« hósdagin. Nú skal jólaborðið betrast, og tískil hava tey stoypt eitt heilt show, sum verður karmur um góða lagið hjá fyritøkunum og privatpersónum sum tekna seg til jólaborðið Jólaborð Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Nú er tíð at gleða seg… At trína inn í veitsluhøllina á Hotel Føroyum í miku­ kvøld­ið var sum at kava í tað mest jólaliga umhvørvið nakrantíð. Jólaprýði hekk rundan um alt rúmið, og tú var enn einaferð mintir á, at hóast vit enn eru mitt í november, ja, so nærkast jólini við miklari ferð. Tí jólini eru ikki longur mið­ savnað rundan um 24. de­sember. Nei, jólini eru spjadd út um allan november og desember, sum ein enda­ leys áminning um, at tað er nú at tú skalt hugna tær. Og tí halda vit jólaborð við øllum teimum, ið vit halda saman við. Teimum nærmastu, ar­beiðs­plássinum, kórinum o. s. fr. Jólaborð hoyra snøgt sagt, jólunum til. Hotel Føroyar høvdu eina aðalroynd av teirra jólaborði mikukvøldið. Hetta var gjørt fyri at samantvinna allar lut­takandi partarnir. Tæn­ ar­ar, kokkar, skemtarar og tónleikarar eru við at gera karmarnir so góðar sum til ber, og hetta flýtur ikki av sær sjálvum; tað má sjálv­ sagt roynast. Og tí vóru eini 50 boðin til eitt royndar jóla­ borð. Her settist eg so í hesum jólaprýdda rúmi og hugnaði mær aftur við Finnur Han­ sen Band, sum spældu eina kavalkadu av øllum jóla­­slag­ arum. Fólk sita við borð­ini, og tað merkist at tað er miku­ kvøld, tí at øll eru so spøk og friðarlig. Men so, alt fyri eitt, byrjar showið. Robert, Rasmus og Magn­ us lupu út á pallin í sonnum show stíli og byrjaðu kvøldið við einum skemtingarsomum sangi, sum greiddi okkum frá, hvat ið var okkum í væntu. Teir tríggir sungu og skemt­aðu í eina løtu, og so var forrættur settur inn til okk­ara. Hóast eg ikki dugi ser­ liga væl at lýsa, hvussu alt smakkaði, so kann eg garan­ tera tykkum, at hetta smakk­ aði avbera væl. Ein góð bland­ing av fiski, skinku, og onkrum grønum var at fáa til forrætt. Tá ið vit spakuliga eru liðug við forrættin, renna teir tríggir upp á pallin aftur. Teir undirhalda óført, og fólk eru fleiri ferðir um at brotna, so stuttligir eru teir. Høvuðsrætturin var eis­ ini framúr. Her er talan um eina frálíka oksafilet við heilbakaðum eplum og salati, og eisini hetta rakti plett. Hetta smakkaði so væl, at eg siti og gerist svangur aftur nú bara við at minnast aftur á høvuðsrættin. Til síðst kom »rís a la mande« á borðið, og sang­ur­ in gekk óført. Tí jólini nærkast í hvørjum... Tað sum eg haldi riggaði allar­best við kvøldinum var, at tú kendi, at her var onki tilvildarligt á skránni. Hetta jólaborðið er eitt heilstoypt konsept, og tað verður fylgt allan vegin út. Tað er eitt veruligt show, sum Linie 3, sum koyrir, meðan tú hugnar tær við tínum vinfólki. Konseptið riggaði ólukk­ sáliga væl. Matur, undirhald, sangur og service var í topp, og so kunnu vit ikki krevja meir av einum jólaborðið, ha? Jólaborð á Hotel Føroyum Bjargingarbát til Havnar Bjargingarfelag Áhugi er fyri Atlantic Airways Havnar Bjargingarfelag fyrireikar í løtuni keyp av einum bjargingarbáti av slagnum Victoria Talan er um heilstoypt konsept, har lítið og einki verður latið til tilvildina