Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 223 - 21. november 2005 Reinar linjur og gott pláss og ljós eyð­ kennir inn­rættingin í Optik­búðini í Havn, nu hon er flutt í nýggj høli í Bøgøtu í Havn Nýggj handilshøli Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað sæst alt fyri eitt, at eitt professionelt eyga hevur ver­ ið uppi í leikinum í nýggju Optikbúðini, sum lat upp í Bøgøtu í Havn í leygardagin. Litirnir eru hvitir og gráligir, meðan glas, spegl og stál set­ ur sín serliga dám á inn­rætt­ ingin. Nýtt konsept - Vit valdu at lata ein av før­ andi serfrøðingunum á øki­ num hjálpa okkum vit inn­ rættingini. Bæði fyri at fáa sum mest burturúr hølunum, men eisini fyri at raka ein heilt ávísan, nýmótans stíl, sigur Poul Einar Kruse, eig­ari av Optikbúðini. Tað er danska fyritøkan EM in­­ven­tar, sum saman við eig­­ar­an­um hevur staðið fyri inn­rætt­ingini. Úr­slit­ið er dømi um eitt av nýggj­ astu konseptunum innan handl­ar av slíkum slag, har reinar linjur, góðska og góð ljósseting eru eyðkenni. Í nýggja handlinum er eis­ ini kanningarrúm og toilettir á niðaru hæddini, umframt eitt rúm, har starvsfólkið kann gera smærri umvælingar. À ovaru hæddini er skrivstova og verkstaður, men væntandi verður enn eitt kanningarrúm tókt har um ikki so langa tíð Brillumóti Burtursæð frá nýmótans snið­num og litunum, er størsti munurin annars frá gomlu hølunum, at í nýggja handlinum er munandi betri pláss bæði at sýna brillurnar fram og hjá viðskiftafólki at geva sær góðar stundir at royna tær. Spurdur um ávís mótarák eisini gera seg galdandi inn­ an brillur, sigur Poul Einar, at tað gera tey avgjørt, hóast mótin hesum økinum ikki skiftir so skjótt, sum eitt nú klædnamótin. - Tað er ongin ivi um, at tað eru merkivørurnar, sum eru ‘in’ fyri tíðina. Serliga eru tað merki sum Versace, Prada, Dolce Gabana og Ray Ban, sum er millum best umtóktu brillustellini í løtuni, sigur Poul Einar Kruse. Nýmótans Optikbúð Poul Einar Kruse, eigari av Optikbúðini, gleðir seg til at bjóða viðskiftafólkunum munandi betri umstøður í nýggju hølunum Nýggja Optikbúðin er innrættað eftir allar nýggjasta konseptinum innan handlar av hesum slagi Leygardagin lat Optikbúðin upp í nýmótans hølum í nýggjum bygningi í Bøgøtu 5 í Havn Harðskapur og rúsdrekka­ kanningar Kanningar fyri rús­drekka­ koyring og ein tilburður av harðskapi hava merkt ar­­beiðið hjá løgregluni í Klaksvík og Runavík um vikuskifti Frá politinum í Klaksvík verður sagt, at ein per­són­ ur varð handtikin leyg­ar­ kvøldið og skuldsettur fyri harðskap. Arbeitt verður fram­vegis við málinum. Bæði politiið í Runavík og í Klaksvík hava gjørt rættiliga nógvar kanningar í vikuskiftinum fyri rús­ drekka­­koyring, men ongin bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður. Rættiliga friðarligt var an­n­­ars í Eysturoynni í leyg­­ ar­kvøldið, hóast heilt nógv fólk vóru í býnum í sam­ bandi við, at Global Battle of the Bands konsert var í Mentanarhúsinum í Fugla­ firði. - ave Bardagi, herverk og fíggjarsvik Í Havn endaði ein veitsla við bardaga og herverki fríggjakvøldið, meðan enn ein persónur varð tikin fyri at keypa kartengur av sigarettum í følskum navni Hóast lítið av fólki var í býnum í Havn fríggja­kvøld­ ið, endaði kvøldið heldur buldraliga hjá onkr­um. Á Maskinmeistaraskúl­an­ um endaði ein veitsla við bardaga og herverki, har onkur hurð o.a. fór í sor. Sama kvøld fekk politiið fráboðan um, at ein per­ són­ur var illtonktur fyri at hava framt fíggjarligan und­ andrátt. Persónurin hevði keypt fimm kar­teng­­ur av siga­rett­um í eini kiosk og skriva tær uppá eitt fik­tivt felga. Tað eydn­aðist poli­ tinum rættiliga skjótt at fáa fat­ur á persóninum, sum fram­­­vegis hevði tríggjar kar­ teng­ur av sigarettum uppi á sær. Hann verður nú skuld­ settur fyri fíggjar­svik. Leygarmorgunin varð aft­ ur boð eftir politinum, tí ein maður hevði gjørt seg inn á tríggjar bilar í Nólsoyar Pállsgøtu. Sama morgun vóru tveir bilførarar tiknir fyri rús­ drekkakoyring. Í øðrum til­­­ burð­inum var bilurin ikki skrásettur, og hartil hevði bilførarin 0,2 g av hash uppi á sær. Umframt at verða skuldsettur fyri rús­ drekkakoyring, verður hann eisini skuldsettur eftir lóg­ ini um euforiserandi evni. Leygardagin á døgurða boð­aði ein maður poli­ti­ num frá, at onkur hevði rent hansara bil inn í ein betonggarð í granna­lagnum um náttina. Ongin lykil var í bilinum, so onk­ur hevur eftir øllm at døma ætlað sær at rulla bilin í gongd. -ave 20 bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon Seinastu tíðina hevur løg­ reglan í Havn gjørt eitt mið­ víst átak at fyri at steðga ólógliga atburðinum við at bilførarar tosa í fartelefon meðan koyrt verður. Bara fríggjadagin vóru tískil 20 bilførarar tiknir fyri at tosa ífartelefon meðan teir koyrdu. Teir fingu all­ir eina bót uppá 400 kr hvør. Tað er framvegis bara loyvt at tosa í fartelfon, með­­an tú koyrir bil, um tú brúkar oyrasnigil. Nógv bend­ir nevniliga á, at bil­før­ arar, ið hava tosað í hond­ hildna fartelefon, hava ver­ ið atvoldin til nógv­­ar sera álvarsligar skaða­­tilburðir í á føroysku veg­unum. - ave