mánadagur 21. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 223 - 21. november 2005
7
Sudoku fær
kapping
Sudokufepurin, sum eisini
herjar í Føroyum í løtuni,
fær nú harða kapping frá
nýggju talgátuni Kakuro
Kakuro er enn meir
avbjóðandi og argandi enn
Sudoku, og alt bendir á,
at nýggja talgátan verður
minst líka væl umtókt.
Í Bretlandi og USA hava
bløðini havt Kakurogátur
í eina tíð, og nú um viku
skifti bjóðar eisini danska
avísin Politiken fyrstu ferð
lesararum at royna seg við
nýggju talgátuni.
Eisini her heima herjar
Sudokufepurin. Dimma
lætting hevur í eina tíð
havt Sudokugátur við í
blaðnum, meðan bøkur
um Sudoku eru millum tær
mest seldu í bókahandlum
í Føroyum.
Í Kakuro setur tú eitt
tal millum 1 og 9 í hvítu
puntarnar í vatnrøttu og
loddrøttu røðunum. Mill
um 2 og 9 puntar eru í
hvørjum raði. Tølini, sum
verða sett í puntarnar,
skulu til samans geva tað
talið, sum stendur í svarta
puntinum oman fyri ella
út fyri raðið. Hvørt tal má
bert verða brúkt eina ferð
í hvørjum raði.
-ave
Útlendsk inn
rás - Føroysk
útrás!
Útlendska innrásin
í kjalarvørrinum á
altjóðagerðini bæði
kann og eigur at
fáa eina tilsvarandi
føroyska útrás.
Hetta verður evnið
í fyrilestri hjá Peter
Holm, stjóra í
Kaupthing, á vinnu
lívsfundi í Klaksvík í
kvøld
Vinnulívsfundur
Í fyrilestrinum fer Petur
Holm at tosa um ta fíggjar
ligu altjóðagerðina, har vit
lata mørk og hugsunarhátt
upp á ein hátt, sum virkar
bæði inneftir og úteftir í
føroyska samfelagnum. Í
løtuni kunnu vit uppliva
altjóðagerðina sum eina
einvegis innrás í Føroyum.
Men vit eiga at gera okkum
greitt, at føroyingar fáa
tilsvarandi møguleikar í
útlandinum. Spurningurin
er, hvussu vit gagnnýta
hesar møguleikar best.
Á fundinum, fer Eivind
ur Jacobsen, sum nýliga
keypti Klaksvíkar Timb
urhandil, eisini at greiða
frá sínum ætlanum í Klaks
vík.
Aftaná
uppleggini
verða spurningar og kjak
á skránni.
Tað er Menningardeildin
hjá Klaksvíkar Kommunu,
sum skipar fyri fundinum,
ið verður hildin á Tekniska
Skúla mánakvøldið 21.
nov kl. 19
ave
Á vinnulívsfundi í
Klaksvík í kvøld fer Peter
Holm, stjóri í Kaupthing
Føroyar, at tosa um, hvussu
altjóðagerðin eigur at virka
bæði inneftir og úteftir í
føroyska samfelganum
Í sambandi við at 70
ár eru liðin, síðani
Coralia bjargaði
manningini á
Blithesome, skipaði
Klaksvíkar býráð fyri
tiltaki og framsýning
í býráðssalinum í
Klaksvík í gjár. 94
ára gamli Dávur
Davidsen, sum sjálvur
var við, greiddi mill
um annað frá hend
ingini
Bjarging
Anna V. Ellingsgaard
Eini hundrað fólk vóru
samankomin í býráðssali
num í Klaksvík í til tiltakið
leygardain. Eftir at mans
kórið Vitin hevði sungi “Á
livshavsins bylgju”, bjóðaði
Steinbjørn Jacobsen, borg
arstjóri, vælkomin. Hann var
ikki sørt errin av, at snøggu
modellini av Coraliu og
Blithesome, sum býráðið
hevur keypt frá Hans Jacob
Fuglø, nú verða sýnd fram.
At Hans Jacob er ein fram
úr góður handverkari, er
ongin ivi um. Tí var tað
eisini eitt modell frá Hans
Jacob, býráðið valdi at geva
kongshjúnunum í gávu frá
Klaksvíkar Kommunu í
summar.
Eftir vælkomstrøðuna
avdúkaðu 94 ára gamli Dávur
Davidsen úr Tjørnuvík tey
bæði modellini av Coraliu
og Blithesome. Dávur er
tann einasti, sum er eftir á
livi av teimum, sum vóru
við í tiltiknu bjargingini, og
greiddi hann sera livandi og
hugtakandi frá tilburðinum.
Eisini Óli Olsen, sjómans
skúlalærari, segði nøkur orð
um hesa søguligu hending.
At enda sang Vitin vakra
sangin “Vit ferðast heim”
Eftir tiltakið høvdu gestir
nir høvi at keypa eitt signer
að eintak av nýggju bókini
um Dávur Dávidsen, “Dávur
úr Tjørnuvík”.
Mintust Coraliu og Blithesome
94 ára gamli Dávur Davidsen
er tann einasti, sum er aftir á
lívi av teimum, sum vóru við í
tiltiknu bjargingini
Eini hundrað fólk høvdu leitað sær í býráðssalin í Klaksvík leygardagin til tiltakið í sambandi við at tað eru liðin 70 ár síðani
Coralia bjargaði Blithesome
- Grundarlag er ikki
longur fyri meiri enn
tveimum farmatúrum
til Kalsoynna um
vikuna, sigur Jógv
an við Keldu, lands
stýrismaður.
Samferðsla
Snorri Brend
Kalsoy: - Eg haldi sjálvur,
at Kalsoyggin hevur eina
góða tænastu frá Strand
ferðsluni, serliga tá ein
hugsar um avmarkaða fólka
grundarlagið.
- Kalsoyingar hava ikki
verri samband enn onn
ur útjaðaraøki, sigur inn
lendismálaráðharrin, Jógvan
við Keldu.
Hann sigur hetta í samband
við ein fyrispurning frá ting
manninum Karstin Hansen.
Hesin vildi hava at vita, hví
farmaflutningurin millum
Klaksvík og Syðradal nú
var skorin so ógvuliga langt
niður.
- Meðan 90 ára gamli Bars
skor var í rutu tóku teir farm
fimm dagar um vikuna, og
ofta upp í tríggjar ferðir um
dagin.
- Men síðani nýggja ferju
legan á Syðradali kom er
farmaflutningurin skorin úr
átta túrum niður í bert tveir
um vikuna, vísti tingmaðurin
á.
Men landsstýrismaðurin
hevði sínar grundgevingar
fyri hesi avgerðini.
Ikki verri fyri
Jógvan við Keldu segði, at
tað ongatíð hava verið átta
farmatúrar um vikuna til
Kalsoynna.
- Túratalið við farmi til
Kalsoynna er minkað úr fýra
niður í tveir túrar um vikuna,
eftir at ferjulegan á Syðradali
varð tikin í nýtslu. Og hetta
hevur eisini sína orsøk.
- Orsøkin til hesa lækking
ina er, at MBM hevur sagt
upp sáttmálan við Strand
ferðsluna. Nú heintar felagið
sjálvt mjólkina í oynna, vísti
Jógvan við Keldu á, tá fyri
spurningurin varð svaraður.
Umframt hetta ger tað títta
sambandið og møguleikin
hjá fólki at hava egnan bil
við, at fólk sjálvi taka farmin
við. Tí er grundarlag ikki fyri
fleiri enn teimum tveimum
túrunum um vikuna.
Jógvan við Keldu vísti eis
ini á, at umframt teir báðar
farmatúrarnar so er eisini
ein túrur, har møguleiki er at
flyta smærri nøgdir av farmi
við bussinum.
- Og so kann eg eisini
nevna, at kalsoyingar ikki
eru verri fyri enn onnur útjað
araøki, sum hava flutning
1-3 ferðir um vikuna, segði
innlendismálaráðharrin.
Hann vísti eisini til sam
gonguskjalið, har sagt verður
at tænastustøðið er og skal
verða so høgt um gjørligt
eftir teirri játtan, sum givin
verður á hvørjum ári.
- Sjálvur meti eg, at vit
miða eftir at allir borgararnir
fáa nøktandi tænastustig!
Kalsoyingar hava nøktandi samband
Síðani ferjulegan á Syðradali kom er talið av farmatúrum
minkað. Men tað hevur sína orsøk, tí mong hava nú sjálvi
møguleika at heinta farmin við egnum bili