mánadagur 21. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 223 - 21. november 2005
Marknaðarrák
Fíggjarmarknaðirnir hava
í seinastuni lagt sera stóran
dent á prísvøkstur. Í farnu viku
vórðu oktobur-prísvakstrartøl
fyri bæði Evropa og USA
kunngjørd. Í USA lækkaði
prísvøksturin úr 4,7% til
4,3%, og í Evropa úr 2,6%
til 2,5%. Prísirnir á orku og
matvørum sveiggja ofta nógv,
og tí verður ofta sæð burtur
frá hesum. Reinsað fyri hesi
bæði, hækkaði prísvøksturin
bæði í USA og Evropa við
0,1%, til ávikavist 2,1% og
1,4%. Hesi tøl hava óivað verið
avgerandi, tá Trichet, stjórin í
evropiska miðbankanum, í
farnu viku skifti meining. Frá
tí vanliga tosinum um, at tey
ansa væl eftir prísvøkstrinum,
skifti hann til at siga bart út,
at miðbankin nú er til reiðar
at hækka rentuna, og at tey
fara at gera tað. Hendan rentu
hækkingin er væntandi í næsta
mánaða, og verður helst á
0,25%.
Renturnar hækka
eitt sindur
Í farnu viku hækkaði 10-
ára rentan eitt vet til 3,55%.
Hon hevur annars ligið um
3,50% í tvær vikur. Eftirsum
hon ikki megnaði niður um
3,40% á hesum sinni, eru útlit
fyri at hon fer at hækka nakað
aftrat.
Partabrøv standa
seg væl
Amerikonsku partabræva
marknaðirnir hava staðið
seg væl í seinastuni og eru
hækkaðir 4 vikur á rað. Hesar
4 vikurnar er breiða vísitalið í
USA, S&P 500, hækkað 5,8%.
Amerikonsku marknaðirnir
ávirka marknaðirnar um okkara
leiðir. M.a. tí eru Norðurlond
eisini hækkaði 4 vikur á rað
(8,7%). Sum heild er størsta
orsøkin til bjørtu marknaðirnar
í seinastuni tó, at roknskapirnir
fyri 3. ársfjórðing sum heild
hava verið góðir. Um 70% av
øllum virkjum hava kunngjørt
roknskapir, ið hava verið betur
enn væntað. Kaupthing metur,
at partabrævamarknaðirnir
eiga meira í sær og til lang
tíðaríløgu eru partabrøv
framvegis áhugaverd.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verða fá lykla
tøl kunngjørd. Tí verða
miðbankarnir báðu megin
Atlantshavið aftur í andgletti.
ECB-stjórin, Trichet, heldur
røðu í ES-tinginum, og frá
greiðing frá amerikanska
Fed kemur týskvøldið. Vænt
ast kann, at gongdin við
hægri rentum heldur áfram.
Partabrøvini fara at eygleiða
hesa gongd.
ECB hækkar rentuna
Vika 47 2005
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
633,46
-0,3%
Lánsbrøv í DKK
104,01
-0,1%
JPY
5,32
-1,3%
Evru Lánsbrøv
173,00
0,3%
GBP
1.088,07
-1,7%
Norrøn Partabrøv
103,03
0,2%
NOK
94,58
-1,7%
Altjóða Vøkstur
71,25
1,0%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
2,90%
3,10%
3,30%
3,50%
21/08
21/09
22/10
940
980
1020
21/08
21/09
22/10
Treytin fyri at selja
Atlantic Airways
hevur allatíðina verið,
at føroysk áhugamál
framhaldandi
verða røkt. Tí skilur
Christian Andreasen,
nevndarformaður í
felagnum, ikki rættiliga
útsøgnirnar hjá
flogovastanum Hans
Hansen í síðstu viku
Einskiljing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í grein í blaðnum fríggjadagin
ávarar flogovastin í Atlantic
Airways, Hans Hansen,
staðiliga ímóti at einskilja
føroyska flogfelagið. Høv
uðsgrundgevingin
hjá
Hans Hansen er, at vit
ikki kunnu vænta, at eitt
vanligt kommercielt felag
fer at hava áhuga í at geva
føroyingum somu tænastu
sum nú, ella í heila tikið í at
menna føroyska flogferðslu.
Hann sigur seg hava gjørt
vart við hetta fyrr, men
at tað tykist, sum at hetta
helst skal tigast burtur. Tí
kennir Hans seg noyddan at
loysa frá posabandinum, nú
tað tykist sum at leiðslan í
Atlantic Airways hevur fing
ið munnkurv.
Føroysk áhugamál
raðfestast
Christian
Andreasen,
nevndarformaður í Atlantic
Airways, skilur ikki rætti
liga útsøgnirnar hjá flog
ovastunum. Hann vísir á, at
leiðslan í Atlanic Airways
allatíðina hevur verið hoyrd
í einskiljingarmálinum og
hevur roynt at ávirka málið
soleiðis, at tryggja verður,
at keyparin fyrst og fremst
skal røkja føroysk áhugamál
í loftferðsluni.
- Lógaruppskotið leggur
nevniliga upp til, at lands
stýrið skal eiga ein stóran
minniluta í felagnum, at før
oyski almenningurin skal
hava høvið at keypa ein part
av teimum partabrøvum, sum
verða seld, og at starvsfólkini
á sama hátt eisini skula
hava møguleika at ogna sær
partabrøv í felagnum.
- Tá tað beinleiðis fram
gongur av viðmerkingunum,
at landsstýrið ikki ætlar, at
privatiseringin av Atlansflog
skal blíva eitt alment monopol,
má hetta samstundis merkja,
at landsstýrið ikki ætlar, at ein
einstakur íleggjari fer avstað
við felagnum, sigur Christian
Andreasen.
Í hvønn mun privatfólk
fara at nýta høvið at keypa
partabrøv, er ilt at siga. Men í
øllum førum leggur uppskotið
upp til, at nýggi eigaraskapurin
verður spjaddur, og at felagið
framhaldandi hevur høvuðsstøð
í Føroyum. Talan verður
sostatt ikki um at avhenda
hvørki felag ella uppbygdu
servitanina til ein einstakan
útlendskan keypara.
-Lógaruppskotið leggur
eisini upp til, at gerast skal
ein partaeigarasáttmáli, sum
skal tryggja landsstýrinum
avgerandi ávirkan á felagið, og at
nýggju høvuðspartaeigararnir
skula góðtaka, at felagið
framhaldandi kemur at hava
høvuðsstøð í Føroyum, sigur
Christian Andreasen.
Ikki nýtt
Annars sigur nevndarfor
maðurin, at málið um ein
skiljing av Atlansflog ikki er
nakað nýtt. Tað hevur ligið
í kortunum í fleiri ár, at fel
agið fyrr ella seinni skal út á
privatar hendur, í hvussu so
er partvíst. Skiftandi nevndir
hava umrøtt spurningin við
landsstýrið, og leiðslan fyri
felagið hevur ígjøgnum fleiri
ár mælt til, at spurningurin
um einskiljingina av felagn
um bleiv avkláraður. Tað
átti tí ikki at komið óvart
á nakran, at spurningurin
um einskiljing av felagnum
nú verður tikin upp til við
gerar.
- Leiðslan fyri felagið,
bæði nevnd og stjórn, hava
verið við í tilgongdini, sum
hevur ført til fyriliggjandi
lógaruppskot, og leiðslan
tekur undir við uppskotinum.
Leiðslan hevur havt møgu
leika at gera sínar við
mekingar, og veruleikin er
tann, at landsstýrið í rættu
liga stóran mun hevur tikið
við tey atlit, sum leiðslan
hevur mælt til, alt fyri at
tryggjað, at tann vitan og
tað virksemið, sum felagið
hevur bygt upp seinastu
sløku 20 árini, verður
verandi í Føroyum, sigur
Christian Andreasen.
Ikki fingið munnkurv
Samstundis vísir Christian
Andreasen aftur, at nakar
skal hava fingið munnkurv
í hesum málinum.
- Leiðslan hevur eftir
innanhýsis semju gjørt av, at
tað bara er nevndarformaðurin
sum útalar seg í hesum mál
inum. Onki óvanligt er í eini
slíkari avgerð í førum, har eitt
mál sum hetta framvegis er
til viðgerðar, og har politiski
mynduleikin nú skal taka
avgerð, sigur Christian Andrea
sen.
- Sjálvandi skulu øll hava
loyvi at siga sína hugsan
– eisini flogovastin. Men tað
tykist eitt sindur løgið, at hann
gevur fatan av, at viðurskifti
í hesum málinum verða tagd
burtur. Hettar er ikki so.
Annars skal eg viðmerkja,
at flogovastin í hesum máli
ikki hevur gjørt viðmerkingar
vegna felagið ella leiðsluna
fyri felagið. Talan er um
hansara persónligu meining,
sum so eisini má standa fyri
hansara egnu rokning, sigur
nevndarformaðurin í Atlantic
Airways.
Atlantic Airways verður ikki privat monopol
Christian Andreasen,
nevndarformaður í Atlantic
Airways, vísir aftur, at
nakar í leiðsluni skal hava
fingið munnkurv í málinum
um einskiljing av føroyska
flogfelagnum